Hesi orð eru tey mest brúktu hjá løgmanni. Ja, tað nærkast hábrøgdum, tá hann støðugt og altíð stingur hesi orð sum klípi inn í millum setningar, sum annars kunnu vera fornuftigir. Kann mann siga.
Tað løgna er, at tá fólk í sendingini Á Breddanum hjá Kringvarpinum í dag og aftur í Degi og Viku í kvøld tosa um sosialar miðlar, brúka tey somu vending. Kann man siga. Men tað var ikki tað mest interessanta, hóast evnið var júst tað - hvat kann mann siga.
Tvey viðurskifti vóru áhugaverd í Breddanum í Útvarpinum.
Fyrra er, at í menningini av tøkni og miðling eru sosialu miðlarnir enn so nýggir. Eru komnir til mitt í nullunum, sum sagt varð. Tað er ikki meir enn fimtan ár. Tað er einki, mett eftir eini alin, ið røkkur heilt aftur til Gutenberg. Tí er greitt, at enn kenna vit ikki nær námindi útbreiðsluna og tær funkur, bindingar og møguleikar, sum sosialu miðlarnir fara at bjóða okkum uppá gott og ilt í komandi árum. Vit eru ongan veg komin enn.
Seinna er, at sosiala miðlalandslagið á netinum, er so langt frá teim dómstólum, vit higartil hava kent, at sannlíkt og kanska neyðugt verður at hava serstakar dómstólar fyri talgildar miðlar av sosiala slagnum, skal onkur sensurerast ella dømast heilt út í myrkrið á Twitter og Facebook. Ein sjávlsagdur tanki, sum ikki hevur verið frammi fyrr, tað eg veit. Tað kann mann veruliga siga.
Í Degi og Viku fingu vit eitt sjov úr raritetskabinettinum um samsvørjingar. Eisini tað duga vit at rúma og vilja taka upp. Mikið heiðurligt.
Men av onkrari fyri mær enn ókendari orsøk hevur tað einaferð í fyrndini eydnast onkrum, gudvitihvørjum, at billa almúguni inn, at vitan er eksakt og at tað er henni vit skulu eftir, teirri eksakt røttu vitanini.
Serliga innan skúlagátt er hetta ikki ókent.
Skúlin sum fyribrigdi hevur síðan hann kom til, verið hentasta amboð at leggja samfelagsligu maktina í hondina á makthavarum, honum, ið eigur eksaktu vitanina og hevur brúk fyri henni, skal maktin ikki syndrast. Tað hevur skúlin gjørt so mikið væl, at makthavarin hvørt kvøld kann leggja seg trygt at sova.
At fyribyrgja iva og óvissu, hevur makthavarin eitt lið av dómarum, sum kanna eftir, at fóðraðu pisurnar kring landið spýggja rætt uppaftur. Gera tær tað, pisurnar, so fáa tær prógv.
Hesin tranadansur heldur so fram, kanska á Oyrasundi, har pisurnar í felag syngja heimlandssangir, og so heimaaftur at geva hvør øðrum størv, og halda fram at syngja úr somu sangbókum. Alt fyri maktina.
Einasta, ið kann bróta hesa afturhorvandi konservesmakt, serliga á útoyggjum sum okkara, er nakað eksplisitt fremmant, ið kann koma uttanífrá, bróta inn og rysta fólkasálina, so hon kann fara at syngja úr øðrum bókum, og sum frá líður renna seg í tann faktuella veruleika, at vitan er ikki altíð eksakt, og at undirstreymurin, algoritmur, kunnu skeikla allar múrar í konstruktiónini av upplýsta samfelagnum.
Uppá gott og ilt er einki sum internetið og sosialu miðlarnir, ið hava lært okkum, at vitan er ikki altíð eksakt, at svarið er ikki altíð eitt. Tað kann mann siga. Í hvussu er á netinum. Tí har ert tú enn tín egni dómari.
Mann kann siga, at internetið og sosialu miðlarnir eru síðstu bastiónir hjá fría menniskjanum.
Samstundis kann mann tíanverri siga, at hesar báðar upprunaliga fólkaræðisligu bastiónir eru blivnar so kapitalsterkar og djevulskt algoritmustýrdar, at yvirvøldin nokkso skjótt má leggja tær undir treytir og lógir, so sum vit kenna tær úr hevdvunna rættarsamfelagnum.
Fólksliga undirtøkan á netinum hevur verið alt ov sterk, og hevur “sejret ad helvede til”, sum ein vælgøddur danskur arbeiðsformaður segði, tá alt var farið yvir gevind og hann mundi kódna í berari vælferð.
Og hinvegin.
Hvussu hevði samfelagið sæð út uttan internet og sosialar miðlar? Kanska hevði tað passað onkrum allar best, at einki internet var yvirhøvur. Tað kann mann so í hvussu er siga. Á netinum og uttan at fáa um skrúvuna, so vit mugu senda kavaran niður at loysa.