Skip to main content

Posts

Showing posts with the label umhvørvi

Sangfilmur vann kapping hjá Námi

Í gjárkvøldið vann 20y á Glasi kappingina hjá Námi við stuttfilminum "Havið er eitt mysterium" . Tólv filmar frá miðnámsskúlum kring landið vóru við í stuttfilmskappingini um 30.000 krónur frá Námi um besta filmin um Heimsmál nummar 14, sum er um lívið í havinum. Aftaná filmsýningina savnaðust øll í flokkinum framman fyri pallinum í Havnar Bio og sungu sangin "Havið er eitt mysterium" , sum er kjarnin í filminum. Eitt perfect match Árni Øregaard, sum er formaður í dómsnevndini, segði, at í dómsnevndini hava tey verið samd um, at filmkamera, kanska bara í eini fartelefon, og hvussu vit umsita havið, hevur verið eitt perfect mact.  ”Mest sum øll hava fangað evnið og sett tað í sama karm - tað er at blaka eina plastfløsku í havið og væntað at hon bara hvørvir. Men gjøgnum prosessina hava øll lært, at tað ringasta vit kunnu gera, er “at koyra á vestfallið”. At blaka burturkast í havið, og vænta at tað hvørvir og ongastaðni og ongatíð sæst aftur. Hetta fata vit sum ein

Watering hole

Í trettandu útgávuni av ensku orðabókini hjá Collins, sum telur 725.000 orð, finna vit orðið watering hole . Eitt gott stað at møtast við vinum og starvsfeløgum, at fáa nakað undir góman, ikki bara fyri arbeiðssteðgin á middegi, men eisini fyri at summa seg, njóta útsýnið, og tað máltíð, vit fyrr róptu døgurða, tá alt steðgaði upp, tí tú fórt heim, har mamman hevði døgurðan kláran og útvarpið stóð frá og tú frætti tað, sum vert varð at frætta. Og so aftur í skúla, ella til arbeiðis. Tann tíðin er farin. Socioøkonomiska støðan er so, at á middegði hava vit pausu, einki útvarp, og kanska ein fuktigan matpakka við í lummanum heimanífrá. Livurpostej og makrel klamsað saman, við agurk fyri eyguni, so tú kanst fyrigykla tær, at hetta er ikki eitt ferðslukrasj í oyðimørkini. Watering hole .  Hvar ert tú? Jú, tað finna vit oman eftir Hallartúni í hotellinum Hilton henda dag, vit hava sitið og tikið dagar ímillum tólv innkomnar filmar í skúlakappingini um hin besta, sum viðger fjúrtanda heimsmá

12 filmar komu inn

Tá freistin var úti á midnátt í gjárkvøldið, vóru 12 filmar komnir inn til skúlakappingina hjá Námi at gera stuttfilm um Heimsmálini.  Hesuferð var úrvalda heimsmálið nummar 14: Lívið í havinum, á enskum Ocean Literacy. Formaðurin í dómsnevndini, Árni Øregaard, sigur, at nú verður mett um úrslitini við tí í hyggju, at finna eina vinnara. Vinningurin í árligu stuttfilmskappingini hjá Námi er 30.000 krónur. Sum nakað nýtt verða allir teir innkomnu filmarnir í stuttfilmskappingini hjá Námi vístir á stóra løriftinum í Havnar Bio.  Tað er fríggjakvøldið 11. desember kl 19:00. Øll tey, sum hava luttikið, hava ókeypis atgongd og fáa ókeypis poppkorn og kola afturvið.  Eyðun Gaard, stjóri í Námi, verður til staðar og fer at kunngera vinnaran við orðingini frá dómsnevndini. Tiltakið varar ein góðan tíma. Til at gera vart við filmskappingina hevur Nám fingið loyvi frá Haraldi Bjørgvin at brúka myndir, sum hann hevur tikið undir vatnskorpuni.

Jens Kjeld-Jensen fær umhvørvisvirðislønina

Í kvøld fekk Jens Kjeld-Jensen stóru norðurlendsku umhvørvisvirðislønina. Myndina omanfyri tók eg í 2012, tá hann fekk Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik. Tá segði dómsnevndin soleiðis um virðislønarmóttakaran: Jens-Kjeld Jensen hevur, síðani hann kom til Føroya í 1970, granskað føroysku náttúruna sum fáur. Hann tók við virkseminum hjá Niels á Botni sum fuglakennari og útstappari, og úr Nólsoy hevur hann við árunum eggjað fólki um alt landið til at halda eyga við fuglum. Ivasamt er, um nakar áhugaverdur fuglur er í føroyskum loftrúmi, uttan at Jens-Kjeld veit av tí. Náttúrualskurin er so stórur, at hann rúmast ikki í fuglum. Alt djóra- og plantulív hevur hansara áhuga. Umframt granskingina er Jens-Kjeld millum fremstu miðlarar av náttúruvitan í landinum. Tá ið ampi kemur á fólk um okkurt nýliga innflutt kykt ella plantu, er Jens-Kjeld beinanvegin til reiðar við frágreiðingum av alskyns slag. Jens-Kjeld hevur í væl meir enn ein mansaldur mint okkum á at fara væl um náttúruna. H

Væl troffið!

Onkuntíð, tá ein sjáldsama ljótur persónur er avmyndaður, kann hon sjálv finna uppa á siga: "Sjáldsama væl troffin!" Tað vil siga, at fotografurin eigur alla æruna, ikki hin avmyndaða. Ársins myndaevni, hin best troffna, ja kanska í allari eftirkrígstíðini, man verða lokala fjallið og altjóða ferðamálið, ið sæst av Eiði, Føroya hægsti tindur, ið nú ikki kann síggjast fyri vindmyllum, sum eitt dótturfelag hjá SEV fer at seta har.  Við einum eyðkendum Eiðis-smámæli, ið er sterkasta orðaval, tá tey kjakandi vita, hvat talan er um: "Væl troffið!" Minnist, tá SEV skuldi leggja Vatnið undir seg. Tá mótmæltu Eiðismenn í Havn. Bara í Havn, so vítt eg minnist. Eiðismenn á Eiði søgdu: "Hvat feilar tær? Vit hava eitt vatn og fáa eitt størri!" Og - hald tær fæst, so tú ikki dettur í Myllánna: Umhvørvisstovan sigur í góðkenningin frá í gjár, at "Umhvørvisstovan metir ikki, at útsjónd og útsýni er partur av heimildargrundarlagnum í løgtingslóg um umhvørvisvernd, og

Har vildi eg fegin búð

Meðan dunið frá eysturevropeiskum skipum rullar inn móti føroyskum langafríggjadagslandi, dagar hesin skjøldur upp úr bakkanum. Har vildi eg fegin búð, er mín fyrsti tanki. Geri up við meg sjálvan, at omanaftur skal gongutúrurin leggjast fram við hesum húsum. Tað er í fyrsta lagi eyðsýnda útsiktin og síðan byggisniðið í lendinum, sum fangar mín áhuga. Tílíkt sæst ikki í íbúðabygging í høvuðsstaðnum, sum er mesta at líkna við eitt klondike. Fremmandu risaskipini á fjørðinum, fiskiskip og móttøkuskip, duna allan vegin tá tú gongur úti við Strond. Summstaðni slær eystandunið aftur og tú verður mintur á filmin "Breaking the Waves" (1996), har fremsti kvinnuligi offursleikarin er umborð á rustaðum skipum, sum skotar kallaðu klondikers. Langafríggjadagsminnið um siglandi klondikers er langt síðan skolað upp á land og hevur heft seg alla staðni í býnum. Grefligast, tey árini Glasir varð í gerð, og alt uttan um fór at liva eitt nýtt lív, sum ikki var sæð fyrr, lívið hjá klo

Epli til øll

Leygarkvøldið komu Jón og Dánial við einum snøggum hvítum posa við eplum í, heimaveltum í brekkuni niðan móti Lágargarði, omanfyri planeraðu fløtuna, har  vakstarhúsið skal byggjast á matriklinum millum Tórsbyrgi, Lágargarð og Boðanesheimið. Vit búgva í nummar 18, so nú vóru teir komnir í helvt. Eplaposin vigaði 1,2 kilo og tað var Bjørg, sum í endurnýtslunnar navni hevði funnið uppá at brúka dýnuvor, sum hon klipti og seymaði til 36 posar, ein til hvørt húsið, so øll í Tórsbyrgi fingu eins nógv epli úr nýggju brekkuveltuni, innan vit koma oman á slætt og halda fram við vakstrarhúsinum, sum kanska verður gjørt úr vindeygum, ið skjótt verða skift út á Boðanesheiminum, sum sæst í baksýni. Gongur alt væl í hond verður tað gott dømi um endurnýtslu í nærumhvørvinum. Á myndunum niðanfyri síggjast Bjørg, Jón og Dánial við eplunum úr veltuni. Eftir stendur at staðfesta, hvat slag eplini eru, Folva ella Maris Piper.

Heimurin hitnar

Samstundis sum vit síðan aldarskiftið hava dyrkað eina føroyska matgerðarlist, sum aftur byggir á gamla hevd, rávørur og tilgerð, hava veðurlagskanningar verið gjørdar, sum eintýðugt benda á at heimurin hitnar. - Føroyar fara nú eisini at kenna árinið av mannaskaptum veðurlagsbroytingum, sigur Johan Mortensen, ið er ein av fyrireikarunum av ókeypis tiltakinum Heimurin hitnar , sum verður í høllini í Norðurlandahúsinum 12. september kl 19:30. Høvuðsstuðul er Hiddenfjord, sum eisini bjóðar laks. Herrópið hjá alifyritøkuni er Raised in the Wild . Eitt herróp, sum ikki er beint fram, men skapar og hvessir tankar millum aling og náttúru, menniskja og maskinu, tað mannaskapta og tað órørda. - Vit bjóða til eitt áhugavert kvøld, har vit vísa á, hvat vit kunnu hava í væntu, sigur Johan, og heldur fram eitt gastronomiskt framtíðarscenario, sum skjótt kann gerast veruleiki. - Verður skeripkjøt og ræst kjøt ein saga blot um nøkur ár, og hvørvur toskurin av hita, og fer ikki at bera ti

Egin matframleiðsla í Tórsbyrgi

Í eysturbýnum í Havn, í dalinum millum Boðanesheimið, sum sæst í baksýni og Lágargarð, sum er uppi á brekkuni, samstarva fólk úr Føroya elsta eigarafelag, Tórsbyrgi, um vakstrarhúsið, sum er sett inn í myndina. Endamálið er at dyrka egið grønmeti. Vakstrarhúsið, sum verður liðugt til várs, verður 120 fermetrar. - Hetta, at fólk síggja virði í sjálvi at taka lut í framleiðsluni av egnum mati, er eitt alheimsrák, sum nú eisini er í ferð við at taka seg upp í Føroyum. Veltan á Sandi er eitt dømi og Maud'sa køkshavi í Nólsoy er eitt annað, sigur Jón Kragesteen, sum alla tíðina hevur verið stigtakari, dynamo og toghaldar í ætlanini um egna matfraleiðslu í Tórsbyrgi. Hann býr í nummar 28, sum eru eyðkendu gulu húsin mitt fyri. - Grundarlagið undir rákinum er ein tilvitan um tað neyðuga í at matgerða á burðardyggum grundarlagi, bæði viðvíkjandi fíggjarligum støðufesti, og við fyriliti fyri umhvørvinum. Og veruleikin er jú eisini tann, at alt fleiri av heimsins fólkum búgva í bý