Skip to main content

Heimurin hitnar


Samstundis sum vit síðan aldarskiftið hava dyrkað eina føroyska matgerðarlist, sum aftur byggir á gamla hevd, rávørur og tilgerð, hava veðurlagskanningar verið gjørdar, sum eintýðugt benda á at heimurin hitnar.

- Føroyar fara nú eisini at kenna árinið av mannaskaptum veðurlagsbroytingum, sigur Johan Mortensen, ið er ein av fyrireikarunum av ókeypis tiltakinum Heimurin hitnar, sum verður í høllini í Norðurlandahúsinum 12. september kl 19:30.

Høvuðsstuðul er Hiddenfjord, sum eisini bjóðar laks. Herrópið hjá alifyritøkuni er Raised in the Wild. Eitt herróp, sum ikki er beint fram, men skapar og hvessir tankar millum aling og náttúru, menniskja og maskinu, tað mannaskapta og tað órørda.

- Vit bjóða til eitt áhugavert kvøld, har vit vísa á, hvat vit kunnu hava í væntu, sigur Johan, og heldur fram eitt gastronomiskt framtíðarscenario, sum skjótt kann gerast veruleiki.

- Verður skeripkjøt og ræst kjøt ein saga blot um nøkur ár, og hvørvur toskurin av hita, og fer ikki at bera til at ala á firðunum, spyr Johan í ramasta álvara, nú Magnus Heinason ger klárt at fara út á Føroyabanka og fer at avreiða bankatosk, Føroya fremsta gourmet tilfeingi, júst meðan tiltakið er.


Í dag eru tey seytjan Heimsmálini hjá ST komin inn í føroysku skúlastovurnar og serligt ljós hevur verið varpað á fjúrtanda heimsmálið, sum er um lívið í havinum. Beint nú boðar Nám til kapping í skúlunum at gera egnan stuttfilm um Heimsmálini við stórum vinningi til flokkin, 30.000 krónur, og at sleppa at vísa vinnarafilmin í Kringvarpinum, so øll síggja. Tí hetta er eitt mál, ið viðvíkur okkum øllum. 


Bogi Hansen, havfrøðingur, hevur havt fyrilestrar um havið og veðurlagsboytingar í Útvarpinum longu í 1970’unum, og seinni hevur hann skrivað bøkur um havið og veðurlagsbroytingar, sum Skúlabókagrunnurin og seinni Nam gav út. Eitt virksemi, sum í 2001 gav honum virðisløn M.A.Jacobsens fyri yrkisbókmentir og í 2006 Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Í 2013 skrivar Havstovan um nýggja kanning hjá altjóða veðurlagsnevndini (IPCC), sum í høvuðsheitum sigur tað sama sum fyrra kanningin í 2007 - ivin er bara minkaður. Jørðin er hitnað nógv seinastu hálvu øldina, og nú er ógvuliga lítil ivi um, at hetta stavar frá brenning av olju, koli og gassi og øðrum av mannaávum, sigur Havstovan í 2013 og ger vart við, at menniskjan eigur sín stóra lut í, at havið fløðir, at ísurin bráðnar, at glopraregn og hitabylgjur eru vorðin meiri ógvislig í støðum. Tann størsta óvissan er, hvat vit menniskju fara at gera. Um tað eydnast heimsins stjórnum heilt skjótt at avmarka útlátið av koldioxidi og øðrum dálkandi evnum, hitnar jørðin sum heild kanska bara eitt stig aftrat, tó at tað verður ymiskt ymsastaðni. Heldur verandi gongd við ótálmaðum útláti hinvegin fram, verður upphitingin nógv størri. Havstovan sigur, at mest er líkt til, at havleiðirnar kring Føroyar fara at hitna. Hetta er tó ringt at siga við vissu, tí okkara veðurlag er so ávirkað av vindi og streymunum, sum reka fram við okkum.

Við støði í hesi gransking verður ókeypis tiltakið Heimurin hitnar í Høllini í Norðurlandahúsinum hin 12. september. Umframt Boga Hansen, havfrøðing, fara hesir at hava fyrilestrar við einum føroyskum vinkli við støði í hækkandi hita á okkara leiðum:

Jens Hesselbjerg Christensen, Professari : Klimaforandringer og klimamål: Hvor står vi? Hvor går vejen hen? - den færøske vinkel.
Petur Steingrund, Fiskifrøðingur : Er Toskurin undir Føroyum ávirkaður av alheims upphiting
Ólavur S Dalsgarð, Stjórnmálafrøðingur : Tillaginarætlanir at tálma avleiðingum av veðurlagsbroytingum
Sjúrður Hammer, Fuglafrøðingur : Veðurlagsbroytingar úr Fuglaperspektivi
Bogi Hansen, Havfrøðingur : Veðurlagsbroytingar og Føroyar