Í trettandu útgávuni av ensku orðabókini hjá Collins, sum telur 725.000 orð, finna vit orðið watering hole. Eitt gott stað at møtast við vinum og starvsfeløgum, at fáa nakað undir góman, ikki bara fyri arbeiðssteðgin á middegi, men eisini fyri at summa seg, njóta útsýnið, og tað máltíð, vit fyrr róptu døgurða, tá alt steðgaði upp, tí tú fórt heim, har mamman hevði døgurðan kláran og útvarpið stóð frá og tú frætti tað, sum vert varð at frætta. Og so aftur í skúla, ella til arbeiðis. Tann tíðin er farin. Socioøkonomiska støðan er so, at á middegði hava vit pausu, einki útvarp, og kanska ein fuktigan matpakka við í lummanum heimanífrá. Livurpostej og makrel klamsað saman, við agurk fyri eyguni, so tú kanst fyrigykla tær, at hetta er ikki eitt ferðslukrasj í oyðimørkini. Watering hole.
Hvar ert tú? Jú, tað finna vit oman eftir Hallartúni í hotellinum Hilton henda dag, vit hava sitið og tikið dagar ímillum tólv innkomnar filmar í skúlakappingini um hin besta, sum viðger fjúrtanda heimsmálið hjá ST, tað um lívið í havinum. Vinnarin verður kunngjørdur fríggjakvøldið klokkan sjey í Havnar Bio. Men aftur til mánadagin um middagsleitið. Miðmáli stendur á matskránni. Martin kemur framvið og bjóðar okkum feska ostru. Løgd á ís við sitrón omaná. Tænasta er fremst í hansara sinni, atferð og persóni. Hann er ímyndin av tænastu, semjast vit um, uttan diskussión. So stoyta vit omanav skelini og niðurum. Og so eitt glas av seinraparts te úr rabarbusaft afturvið. Millumrokning uttan rokning. Bara fyri at møta okkum og venda og snara støðuni, mest sum uttan orð. Undurfult undirkast frá Martini.
Nú kemur rætturin, vit hava bílagt. Omaná er tiramisu í glasi og ein góður koppur av kaffi. Framúr. Fleiri ferðir framúr. Matur, umhvørvið, útsýnið og servering. Tilsamans fýra ferðir framúr. Tað skrivi eg eisini í feed back til hotellið.
Og so at skifta orð við vituga kokkin Jákup Sumberg. Men tíðin er ikki bara til upplyftandi prát. Ársins føroyska orð er kosið saman við lurtarum og Málráðnum í Útvarpinum - sóttarhald er tað, meðan ársins enska orð hjá Collins orðabókini er lockdown.
Jákup veit at siga, at nú eta tey restir í Danmark. Lagsbrøður og -systrar har í landini selja út, til einki er eftir, og lata so helst aftur. For good. Støðan er ikki góð. Gangandi aftur til arbeiðis semjast vit um, at her má kreppusamskifti til. Kanska skuldu vit ringt til løgmann og biðið hann koma til landsins ymsu watering holes. Eitt nýtt hvørja ferð. Ábyrgdin er fyrst og fremst av ovastu parkett, at síggja til, at alt ikki verur lockdown og sóttarhald uttan ljós ella leiðmildandi umstøður. Vit mugu halda fram og í minsta lagi síggja útlit til, at tað ber til at virka og liva í landinum. At halda fram, hóast koronakreppu. Hallartún á Hilton er hin nýggjasti lívgandi staðurin, eg havi roynt, síðan orðini sóttarhald og lockdown komu í spergament. Watering holes eru neyðug. Alla staðni.