Skip to main content

Væl troffið!


Onkuntíð, tá ein sjáldsama ljótur persónur er avmyndaður, kann hon sjálv finna uppa á siga: "Sjáldsama væl troffin!" Tað vil siga, at fotografurin eigur alla æruna, ikki hin avmyndaða.

Ársins myndaevni, hin best troffna, ja kanska í allari eftirkrígstíðini, man verða lokala fjallið og altjóða ferðamálið, ið sæst av Eiði, Føroya hægsti tindur, ið nú ikki kann síggjast fyri vindmyllum, sum eitt dótturfelag hjá SEV fer at seta har. 

Við einum eyðkendum Eiðis-smámæli, ið er sterkasta orðaval, tá tey kjakandi vita, hvat talan er um: "Væl troffið!"

Minnist, tá SEV skuldi leggja Vatnið undir seg. Tá mótmæltu Eiðismenn í Havn. Bara í Havn, so vítt eg minnist. Eiðismenn á Eiði søgdu: "Hvat feilar tær? Vit hava eitt vatn og fáa eitt størri!"

Og - hald tær fæst, so tú ikki dettur í Myllánna: Umhvørvisstovan sigur í góðkenningin frá í gjár, at "Umhvørvisstovan metir ikki, at útsjónd og útsýni er partur av heimildargrundarlagnum í løgtingslóg um umhvørvisvernd, og er hetta tí ikki viðgjørt í umhvørvisgóðkenningini."

Væl troffið!

Kanska eru tað lokal smámæli, ið forkoma okkum landinum.