Sosialurin 15.mei 2003: Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? Tað vil eg ikki siga, men eitt elektriskt orgul høvdu vit einaferðina. Spældi onkrar sálmar á tað. »Ongum er so trygt at fara« til dømis. Spælir tú nakað ljóðføri? Eg haldi, eg má svara nei uppá handan spurningin. Trummur í Eiðis Ljómfelag vil eg ikki ordiliga telja við. Syngur tú undir brúsuni? Nei. Men skrúvi wc-útvarpið hart frá. Og leggi onkuntíð eina fløgu á. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? Man ikki tað? Sum tannáringur við bløðunum Go! og Vi Unge? Ájú. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? Rættuliga nógv. Vil siga, at eg lesi yrkingar gjøgnum tónleik. Tónleikur er mítt bókmentunarliga filtur. Rokklyrikkur. Inngongdirnar eru til dømis Hank Williams og David Bowie. Men eisini danskarar sum C.V. Jørgensen og Love Shop. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? Eini 3000 fløgur og kanska 1000 LP plátur. Og nakrar single plátur í nøkrum flower power mappum. Hvat er tín yndisfløga? Tað broytist alla tíð