Skip to main content

Eg og tónleikurin

Sosialurin 15.mei 2003:

Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri?

Tað vil eg ikki siga, men eitt elektriskt orgul høvdu vit einaferðina. Spældi onkrar sálmar á tað. »Ongum er so trygt at fara« til dømis.

Spælir tú nakað ljóðføri?

Eg haldi, eg má svara nei uppá handan spurningin. Trummur í Eiðis Ljómfelag vil eg ikki ordiliga telja við.

Syngur tú undir brúsuni?

Nei. Men skrúvi wc-útvarpið hart frá. Og leggi onkuntíð eina fløgu á.

Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari?

Man ikki tað? Sum tannáringur við bløðunum Go! og Vi Unge? Ájú.

Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg?

Rættuliga nógv. Vil siga, at eg lesi yrkingar gjøgnum tónleik. Tónleikur er mítt bókmentunarliga filtur. Rokklyrikkur. Inngongdirnar eru til dømis Hank Williams og David Bowie. Men eisini danskarar sum C.V. Jørgensen og Love Shop.

Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú?

Eini 3000 fløgur og kanska 1000 LP plátur. Og nakrar single plátur í nøkrum flower power mappum.

Hvat er tín yndisfløga?

Tað broytist alla tíðina. Ein fløga, sum eg ofta vendi aftur til eru sálmar við norska yrkjaranum Edvardi Hoem. Hildegunn Riise syngur saman við einum russiskum kóri úr Heilaga Andans Kirkju í Moskva. Upptøkan er gjørd við DAT bandupptakara eftir einari nátt - akkurát ta náttina í oktober 1993, tá undantaksstøða var og hernaðarvagnarnir rulla inn í Moskva. 14 dagar seinni varð fløgan á gøtuni undir heitinum »Den fattige Gud«. Skrúvar tú hart frá, kanst tú hoyra hernaðarvagnarnar í gøtunum. Eitt statement!

Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri?

»Kramgoda låtar« við Vikingarna.

Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður?

Brúdleypið í Kána, Veronica, Blue Hawaii, Jag trodde englarna fanns - teir eru fleiri. Og ikki minst danskir veitslusangir. Hvat hugsa tey fyri sær? Á bláman við øllum donskum veitslusangum!

Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur?

Hallmark, MCPS, K-Tel og líknandi útgávur, sum eru desiderað feilkeyp í altjóða lufthavnum, tí góðskan er aldri í lagi, og røttu nøvnini aldri luttaka. Pínligt at uppdaga, at við smáum stavum stendur okkurt sum »At least one of the original members is participating« ella okkurt sovorðið. Keypið aldri fløgur uppá tilboð í lufthavnum!

Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke?

He'll Have to Go.

Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld?

Tað veldst um fólkið. Southstate blues við Allman Brothers, Jeff Healey og Stevie Ray Vaughn í onkrum føri. Deep Purple in Rock og Aqualung um tað eru Jóan Petur og Kartni. David Olney og Lefty Frizzell, um tað er countryklubbin. Walkers og Middle of the Road er eisini stuttlig at draga fram av og á.

Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun?

Ongan.

Hvør tónleikur fær teg í ringt lag?

Einsíðugt motoriskur dansitónleikur í strekkmarsj við ferðandi bíligum skandinaviskum dansiorkestrum, sum brúka strings og stórar flippur. Legg merki til, at hetta er ikki galdandi fyri Sven Ingvars. Teir eru tann ektaða vøran. Alt hitt eru efturapingar. Dansistøð taka lívið av tónleikinum.

Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið?

Eingin. Mín tónleikur er til invortis brúk.

Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma?

Something's happening við Herman's Hermits.

Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn?

Tað kann bara verða í einum føri. Tað er at gera Hank Williams atkomiligan á enn einum máli - føroyskum.

Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð?

...qué? Long Black Veil, kanska?

Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til?

Paul McCartney í Parkini herfyri.

Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt?

Pete Townshend og havt samrøðu við hann. Fyrsti spurningur: Hvat meint tú við, tá tú skrivaði "I hope I die before I get too old"? Annar spurningur: How old are you now?

Sosialurin, 15. mei 2003