Tíðindagrein, Dimmalætting 29. august 2002:
Norðurlendskt samstarv: Tað fólksliga er um at hvørva í norðurlendskum samstarvi, og útjaðarin verður marginaliseraður, segði Birgir Kruse við Dimmalætting í gjár. Mikkjal Helmsdal er samdur, men hann heldur kortini, at politiskt hava tey smærru londini fingið okkurt burturúr.
Í samrøðu við Dimmalætting í gjár segði formaðurin í Norrøna Felagnum Í Føroyum, Birgir Kruse, at tað sokallaða fólksliga í norðurlondum ikki verður raðfest líka høgt í dag, sum tað varð gjørt í eitt nú seksti- og sjeytiárunum. Hann helt, at tað norðurlendska samstarvið er sentraliserað og bureaukratiserað, við tað at næstan bert politikarar og embætismenn viðgera norðurlandamál, og tí er reellur vandi fyri, at fólkið missir áhugan fyri tí norðurlendska samstarvinum. Eisini segði Birgir Kruse, at áhugin fyri teimum smærru økjunum, sum eitt nú Føroyum, er minkaður, og tí verður útjaðarin í norðurlondum marginaliseraður.
Mikkjal Helmsdal var stjóri á »Nordens Institut på Åland«, áðrenn hann flutti heim aftur til Føroya. Hann gevur Birgiri Kruse rætt í, at tað norðurlendska samstarvið er vorðið politiserað og professionaliserað, sum hann málber seg, tí tann parturin sum feløgini fyrr hava tikið sær av, er minkaður, og tað gongur ímóti størri og størri eindum í norðurlendskum samstarvi.
Á tí politiska økinum heldur Mikkjal Helmsdal kortini, at tey smærru økini hava fingið fitt burtur úr tí norðurlendska samstarvinum og nevnir millum annað norðurlandahúsini. Tað er altso bæði rætt og skeivt, sum Birgir Kruse førir fram, men sum heild er Mikkjal Helmsdal samdur við kritikkinum hjá formanninum í Norrøna felagnumí Føroyum, hóast viðurskiftini viðvíkjandi norðurlendskum samstarvi í Føroyum og á Álandi sambært Mikkjali Helmsdal ikki rættiliga kunnu samanberast.
Hann heldur eisini at Útnorður ikki hevur fingið eins stóran part av køkuni einastu tíðina og tekur til, at tá tú vendir andlitinum eytureftir, so vendir tú samstundis rygginum vestureftir. Við hesum sipar hann til áhugan og peningastreymarnar til tey baltisku londini.
Markera seg ov lítið
Tey, sum eru limir í teimum norrønu feløgunum, eldast, samtíðis sum tað gongst illa at fáa nýggjar limir, og er hetta kanska eitt tekin um tann fólksliga áhugan.
Mikkjal Helmsdal heldur somuleiðis, at burtursæð frá einstøkum førum, so hava politikararnir í Útnorði markerað seg alt ov lítið, og hann heldur, at vit við góðum rætti kunnu siga, at alt ov fáar visiónir eru komnar haðani. Eitt sindur av framfýsni var kortini, tá Ísland hevði formanssessin í Norðurlandaráðnum fyri nøkrum fáum árum síðani, men norðurlendska samstarvið er ikki tað, tað var fyrr, sigur Mikkjal Helmsdal.
Birgir Kruse nevndi eitt nú filmir sum ein miðil, ið er við til at vekja tann fólksliga áhugan fyri norðurlendskum viðurskiftum. Spurdur, um Mikkjal Helmsdaal sum sjónvarpsstjóri ætlar sær at gera nakað við hetta, sigur hann, at samanborið við eitt nú Havnar Bio vísir SvF nógv norðurlendskt tilfar, og sum dømi nevnir hann bæði fiktión og dokumentarsendingar, ið verður sendar. Mikkjal Helmsdal heldur eisini, at tær norðurlendsku public service- støðirnar, sum munnu vera teir stovnarnir, ið fáast eina mest við útbreiðslu av norðurlendskum tilfari.
Theodor E. D. Olsen, Tíðindagrein, Dimmalætting 29. august 2002