Oddagrein í Prix Føroyar blaðnum hjá Sosialinum 2003:
Fremstu frítíðarítriv hjá skúlaungdómi eru í dag tónleikur og filmur. Og millum fremstu ynski um útbúgving og lívsstarv standa tónleikur og mentan.
Tað staðfestir ein kanning millum túsund næmingar, sum í ár skulu gera seg lidnan við antin fólkaskúla ella miðnámsútbúgving. Økisgranskingardepilin hevur gjørt kanningina.
Tað merkir ikki, at vit hava slept fiskivinnuni og øðrum vinnugreinum, sum í øldir hava bygt hetta land. Men kanska merkir tað, at tær hevdvunnu vinnugreinarnar hava alt truplari at virka sannførandi, eggjandi og nýskapandi yvirfyri føroyskum ungdómi.
Á tónleikaøkinum er Musikkskúlaskipanin farin at virka kring landið og annað hvørt ár er Prix Føroyar tiltakið. Helst eru hetta tveir týðandi liðir í einum karmi, sum við professionalismu og nýhugsan hava skapt eitt nýtt føroyskt ungdómsrák, har snúningsásurin er tónleikur. Egin tónleikur.
Og tónleikur er ikki longur bara nakað vit passivt stinga í fløguspælaran. Nei, tónleik gera vit sjálvi. Ikki færri enn 120 løg eru gjørd til kappingina í ár. Umframt tekst og tónar merkir tað eisini, at bólkar finna saman í kjallaraum, bilhúsum, á loftum og kvistum og spæla. Spæla, sum galt tað lívið. Spæli- og skapanargleði kring alt landið.
Og hann fær alt størri týdning í okkara tilveru og sjálvsfatan, tónleikurin. Vit klæða okkum í tónleikin, svimja í honum, eta hann og lata hann føra okkum burt í annan heim, sum vit syngja afturvið Symfoniorkestrinum hvørt nýggjár.
Men tónleikurin er ikki bert til innvortis brúk. Frá at vera ein heimligur ósi, er hann nú ein geil til alheimin. Spyrji bara Guðruna Sólju Jacobsen, Teit Lassen, Eivør Pálsdóttir og Brand Enni. Og ikki at gloyma Sunleif Rasmussen, sum í ár fekk fremstu tónleikavirðisløn á okkara leiðum. Eisini hann byrjaði í egna, eksperimenterandi rokkinum.
Fleiri av teimum, sum hava valt sær tónleikin sum vinnuveg, hava við hepni roynt seg í Prix Føroyar kappingunum. Helst er henda kappingin stórsta beinleiðis orsøkin til at tónleikur millum ung kann fatast sum ein vinnuvegur. Tað skal verða okkara vón, at eisini kappingin í ár fer at klekja nýggj tónlistarlig nøvn, sum kunnu føra okkum burt í annan heim.
Norðulandahúsið í Føroyum
Birgir Kruse,
Marknaðarleiðari