Kantrí: Leygardagin andaðist kantrísangarin Buck Owens, 76 ára gamal. Kantrístjørnan, ið eisini rak útvarps- og sjónvarpsstøðir, hevði 16 milliónir plátur í umfari og grundaði kantrí sum sjónvarpsevni. Fleiri enn tjúgu sangir gjørdust nummar eitt og í 1996 varð hann innlimaður í the Country Music Hall of Fame. Minnisgrein, Dimmalætting 27. mars 2006 Mynd: Buck Owens á palli í Crystal Palace í Bakersfield í juli 2003. "Such dark and lonely people" segði hann um føroyingar, sum við hetta høvi ynsktu ein sang. Buck hevði millumlent í Íslandi einaferðina. Hann helt, at veðrið og fjarstøðan til grannan ávirkaði sinnalagið hjá norðbúgvum. Umframt at syngja, spældi Buck Owens á ein elektriskan Fender Telecaster gittara, sum gjørdist ímyndin av the Bakersfield Sound, ið er eitt hvast aftursvar til sukursøta kantrítónleikin úr Nashville og í dag telur Dwight Yoakam sum fremsta forsprákara. »Samlibandstónleik, sum robottar gera, dámar mær ikki«, segði Owens og gjørdist ein hetja hjá fø