Skip to main content

Millum trúboðarar og vampýrar


»Djevulskapurin hevur tvinnanda uppruna: Øðrumegin er tann fyrilagaði djevulskapurin, sum eingin mannavilji fær rátt og hinumegin tann djevulsskapurin, ið menniskjað við vilja og vali er atvoldin til.« Umstrýddi rithøvundurin og ummælarin Carl Jóhan Jensen letur úr hondum nýggja skaldsøgu, »Ó - Søgur um djevulskap«. Birgir Kruse hevur hitt Carl Jóhan Jensen til eitt prát um vekingarrørsluna, skaldskap, og ljóðið frá øksum, ið verða brýndar.


Viðtal, Dimmalætting 11. november 2005:


– Ja, tað sær ikki mætari út, sigur ein lítillátin Carl Jóhan Jensen, tá eg spyrji, um hann hevur sett føroyskt skaldskaparmet. Framman fyri honum liggja 800 síður í blóðdálkaðum skinni, bókin »Ó – Søgur um djevulskap«. Hin drúgvasta skaldsøgan á føroyskum.Rithøvundurin, sum er nærlagdur ummælari, pussar brillurnar og hyggur metandi at mær, tá eg sigi skaldsøga. Tekur tjúkku bókina upp í hondina, vigar henni eina løtu og ger so í nýtum orðum vart við, at bókin er ikki ein søga og als ikki ein skaldsøga, men bara søgur, eins og undirtittulin bendir á.


Í kjallaranum hjá mammu


Carl Jóhan Jensen arbeiðir burturav sum rithøvundur. Høvuðsarbeiðið seinastu árini hevur verið at skrivað Ó – Søgur um djevulskap. Umframt hevur hann týtt fyri almennar stovnar og fyritøkur og skrivað fyri Fregnir, tey árini, blaðið kom út.– Eg havi roynt at arbeiða við hús, men tað er ringt at fáa arbeiðsnáðir, har tannáringar eru um vegir, sigur Carl Jóhan, sum býr í Eysturbýnum í Havn. At fáa arbeiðsnáðir hevur hann gjørt sær eina skrivstovu í kjallaranum hjá mammuni, við Svaldbardsvegin úti í Grønlandi.– Í miðal hugsi eg, at eg siti við skriviborðið einar hálvtrýss tímar um vikuna og arbeiði hvønn dag, uttan leygardag og viðhvørt dettur onkur sunnudagur burturímillum eisini, sigur Carl Jóhan og leggur afturat, at tað at skriva er eitt møðsamt arbeiði, ið bæði krevur sjálvsaga og tol. – Og tað haldi eg mong hava eitt sindur ilt við at skilja, suffar rithøvundin og yppir øksl.


Vekingarrørslan


Spurdur um uppruna til hesa sjáldsamu bók, sigur Carl Jóhan, at tað var í fleiri umførum, at bókin fekk sítt skap. – Eitt skifti hugsaði eg um at lýsa søguna hjá vekingarrørsluni í Føroyum í klassiskum vampýrsøgustíli, sigur Carl Jóhan, sum tó skjótt slepti hesi ætlan. – Tí tá ið eg av álvara fór at kunna meg um vekingarrørsluna, kom eg skjótt eftir, at samfelagsliga og mentanarliga er vekingarrørslan nógv samansettari enn so, at ein sovorðin einfalding av hennara leikluti kundi borið eina bók, ið hugsandi fólk tímdu at lesa.


Gásadalsmaðurin


– Ein onnur byrjan var hetta við Gásadali, sigur Carl Jóhan, sum saman við konuni Kate eigur synirnar Eirik og Jóhan Fríðrik.– Einaferðina vóru teir so smáir, at teir enn lurtaðu eftir tí, sum pápi teirra segði, sigur 47 ára gamli rithøvundurin og hyggur upp í loft.– Tá plagdi eg viðhvørt á veg í ella úr barnagarði at penta teimum ymsar søgur saman um ein Gásadalsmann, sigur Carl Jóhan, kláar sær í nakkanum og fer at grunda yvir hvaðani hann kom, Gásadalsmaðurin. Leitar í bókarúgvuni og steðgar við Sagnir og ævintýr. Har var tað. Og fær samstundis fatur á bókunum hjá C.S. Lewis.


C.S. Lewis


– Tí á sumri 1998 hevði eg týtt Leyvan, gívurin og klædnaskápið eftir C.S. Lewis og fekk hug til at taka sumt av hesum, ið hekk eftir í høvdinum um Gásadalsmannin, saman til eina barnabók, ella eitt ævintýr. Ætlaða barnabókin skuldi vera einar hálvtrýss síður, í mesta lagi trýss, og verða liðug til jólasøluna sama árið, minnist Carl Jóhan.


Eingin barnabók


– Eg legði til brots at skriva, men hvussu var og ikki, henda góða barnabók, ið verða skuldi, fekk skjótt eina heldur óbarnaliga vend, sigur Carl Jóhan, smýrist speiskliga og tekur aftur upp í hondina søgurnar, ið hava vaksið seg til rúmliga átthundrað síður, sum Sprotin nú gevur út bók.


Meira prosa


– Men frumbyrjanin, móðir at øllum byrjanum, er sjálvandi tann, at eg av øllum hjarta unni fólki at fáa prosatekst at lesa, sum bæði er føroyskum máli og føroyskari bókmentahevd verdugur og ikki kemur til teirra úr einum flóri av innbilskari toluligheit, sigur nærlagdi rithøvundurin, sum eisini er hvassur ummælari.


Djevulskapur


Kjarnin og megintyngdin í bókini, sum er vorðin til í kjallaranum hjá mammu, er tó einki annað enn djevulskapur. Hin beri og blektaði djevulskapur. – Men hann hevur tvinnanda uppruna, djevulskapurin, sigur rithøvundin álvarsligur og leggur seg inn yvir borðið, tekur brillurnar av og leggur eina skrá undir vørrina.– Øðrumegin er tann fyrilagaði djevulskapurin, sum eingin mannavilji fær rátt og hinumegin tann djevulsskapurin, ið menniskjað sum einstaklingur við vilja og vali er atvoldin til, sigur Carl Jóhan Jensen.


Vampýrur í Gásadali


Tann fyrilagaða djevulsskapin umboðar vampýrurin, sum í bókini eitur Bænadikt Chonradsen. Í sínum borgaraliga lívi er hann keypmaður í Gásadali, har hann rekur eina kjøtbúð. – Í djevulsskapi sínum er hann sum pestin, ið lúrir seg inn á høgan og lágan. Og pest er í sjálvum sær eitt hvørki. Óheft av góðum og illum útinnir hon sín fyrilagaða leiklut og leggur eina slóð av deyða og undirgangi eftir seg.


Trúboðin Danielsen


Hin djevulsskapin í bókini, djevulsskapin av mannaávum, umboðar ein trúboði. Hann kallast Matthias J. Danielsen. Hesin Danielsen ger sítt ítasta til at venda hvørja sál á klettunum til trúgv, men hevur kortini ikki fingið ta náði sjálvur at kunna trúgva. – Hansara alsamt ráðviltari royndir at noyða seg sjálvan til trúgv, elva fram í honum ein hugburð, ið óumberliga endar við óbótaverkum, sigur rithøvundurin, sum miðvíst hevur arbeitt við at skapa persónarnar, lyndi og eginleikar.


Staðseting


Tíðandi tættir í søgum Carl Jóhans eru staðsetingarnar.– Tað kann ljóða eitt sindur tvørvent anska, men eg havi yvirhøvur valt at lata hendingar fara fram á støðum, har eg ongantíð havi verið sjálvur, sigur rithøvundurin, sum tó samstundis hevur tryggjað sær holla vitan um støð sum Gásadalur og Vestmannaoyggjar í Íslandi.– Upp á tann mátan fær hugurin tað flog, sum annars alt ov lætt kann enda í berum flagsi, sigur Carl Jóhan.


Hvassi ummælarin


Í einum bókmentanarligum viðtali fyri jól í fjør, varð komandi skaldsøga Carl Jóhans umrødd aftur við ljóðinum av øksum, sum verða brýndar. Og her raka vit við ein heldur óføroyskan eginleika hjá dagsins rithøvunda, ið sum ummælari ikki smæðist fyri at taka støðu til tað, hann lesur, sær ella hoyrir. – Eg havi hvørki hug ella áneyðir at lifra fyri nøkrum, sigur Carl Jóhan. – Og alraminst teimum longu rollum av tvætli, ið summi púra ósmæðið lata prenta eftir seg í bøkur og bløð. – Tað nógva, sum rópar seg upp á skaldskap, er sjáldan nærri í ætt við bókmentir enn jarm er við operu, sigur bersøgni rithøvundurin, sum nú er ummælari og leggur eftir greinarskriving í bløðunum. – Annarhvør setningur er stungin við nøvnum úr evropeiskum og amerikanskum mentaskapi, hvør regla sigur globalisering upptrungin av lemjandi skotsmálum um alt í Føroyum, ið er eldri enn tann nýggja øldin. Hetta átti alt at verið á góðari leið. Og kortini. Undir øllum lánsfjaðrunum er sama gamla bygdarskrukkan, heldur málhølt, sigur orðasnillingurin Carl Jóhan. – Um eg eri bangin fyri ummælum? Nei, eg kenni meg á toluliga tryggari grund og tori uttan at blunka at siga, at Ó – er týdningarmesta prosaverk í føroyskum bókmentum tey seinastu tretivu, fjøruti árini, sigur upphavsmaðurin og rithøvundurin Carl Jóhan Jensen. Eitt er at vera rithøvundur, annað at vera ummælari. Spurdur um tað er heppið, at blanda hesar leiklutir, sigur Carl Jóhan, at tað neyvan er nakar skaði, koma teir í bland. – Skalt tú ummæla, krevur tú eisini at hava eina holla vitan um tað, tú ummælir. So ein líkindahøvundur átti eisini at gjørt ein líkindaummælara. Hann hevur ið hvussu er tann yrkisliga førleikan til at meta um eitt, heldur Carl Jóhan.


Lítla landið og listin


Ofta verður sagt, at landið er so lítið og at alt, ið kemur út á føroyskum skal hjúklast um. Kanska er ikki rúm fyri hvøssum og beinraknum ummælarum. Ella kann hugsast, at ummælarar í smásamfeløgum hava eina heilt serliga ábyrgd?– Eg veit ikki, eg haldi, at hetta tosið altíð um smædd fyrst og fremst er ein máti hjá okkum at umbera støðuloysi, heldur Carl Jóhan og leggur afturat, at hetta er ikki øðrvísi, enn tá ið onkur sigur seg velja ein flokk, av tí at ein trímenningur stillar upp. – Spurningurin er í roynd og veru einfaldur: vilja vit hava eina yrkislist í Føroyum, spyr rithøvundurin og ummælarin, sum eisini er virkin í mentnarligum kjaki. – Er svarið ja, sigur hann retoriskur og undirstrikar, at tað má tað vera, um føroysk mentan skal standa seg í kappingini við alt innsigið uttaneftir, so krevst eisini ein hugburðsbroyting á øllum stigum, eisini tá ið um ummælið ræður.


Mentan í kreppu


– Føroyskt mentanarlív er í síni álvarsligastu kreppu nakrantíð í hesum árum, sigur Carl Jóhan, sum vil vera við, at kreppan í føroyskari samtíðarmentan fyrst og fremst stendst av tí støðuloysi sum valdar. – Alt skal vera so ómakaleyst sum gjørligt og semja er tað ómakaleysasta av øllum, bara vit eru samd um ikki at vera ósamd, sigur hann.– Innan listina merkir hetta, at alt verður lagt javnt, eingin vil taka ábyrgd av at gera mun millum korn og dumbu, heldur Carl Jóhan og vísir á fíggjarligu avleiðingarnar, tí hugburðurin er yvirhøvur, at tann almenni peningur, sum er tøkur til listarlig endamál, skal býtast so langt sum gjørligt, til so nógv sum gjørligt. – Tí fáa vit ár um ár bøkur á marknaðin, ið ongantíð áttu at verið útgivnar, summar so illa skrivaðar, at tær beinanvegin eru ólesiligar, sigur bersøgni Carl Jóhan Jensen.


Dimmalætting 11. november 2005