Bókasíðan, Sosialurin 15. desember 2005:
Hvørja bók lesur tú í løtuni?
- Saga Eysturoyar hjá Kristian Osvald Viderø. Lukkutíð hava fólk á Eiði ikki gingið so nógv við slatri, sum aðrastaðni, so har er avmarkað, hvat Viderø hevur fingið burturúr. Keypti bøkurnar hjá Viderø á útsølu herfyri. Hugtakandi univers, tað hjá Viderø. Glansbílætasamlarnar hjá Jóanesi Nielsen lesi eg eisini og so allar fakbøkurnar, sum Skúlabókagrunnurin arbeiðir við. Yrkingasøvn lesi eg javnan, og tað er neyvan dagur, eg ikki lesi eina yrking. Nýggja savnið hjá Heðini M. Klein lesi eg beint nú, og so vendi eg altíð aftur til Henrik Nordbrandt og Sálmabókina, har eg haldi Sámal A. Weihe vera serliga spennandi. Mær dámar væl sálmaskaldskap, og í so máta er norski Edvard Hoem eisini eitt gott boð. Hann eigur tekstin til ta fløguna, sum eg oftast man spæla, Den fattige Gud. Yvirhøvur brúki eg meiri tíð at spæla plátur og fløgur, heldur enn at lesa, tí rokk-lyrikkur liggur fremst fyri.
Er tað onkur bók, tú minnist serliga væl?
- Outsideren, sum eg 14 ára gamal las saman við ein floksfelaga, Løgneren hjá Martin A. Hansen, sum vit lósu í realskúlanum á Oyrarbakka, One flew over the cookoos nest hjá Ken Kesey og Down and out in London and Paris hjá George Orwell, sum vit lósu í Studentaskúlnum, hava allar ligið leingi á og gera tað enn. Når snerlen blomstrer hjá Bjarne B. Reuter hevur eisini eitt serligt pláss í einum lærarahjarta og man vera bókin, eg oftast havi lisið. Góðar bøkur, sum eg vendi aftur til og nýti sum fakligar uppslagsbøkur, eru Ögonvittnet hjá Anders Ehmark um ein krígsreportara í Afrika, sum aldri sær kríggið, men tó skrivar av fullum huga um tað, og landsmaður hansara Göran Rosenberg, sum í Tanker om journalistikk viðger eina røð av evnum m.a. public service. Av fagurbókmentum er Kaninbjerget hjá Richard Adams einasta bók, eg havi lisið út í eitt og Undtagelsen hjá Christian Jungersen, sum er um happing á arbeiðsplássum, fekk eg nógv burturúr at lesa í fjør.
Hvør var tín fyrsta lesiuppliving?
- Tá Antines fangaði seyðatjóvarnar, sum pápi mín las. Tað gjørdi hann ikki ofta, men hesa minnist eg og eisini hoyggjhúsið á Barnalofti, har eg ikki ivaðist í, at søgan hjá Martin Joensen fór fram. Fyrsta sjálvstøðuga lesiuppliving man vera Ein Ribbaldur hjá Eilif Mortansson og Vicke Viking. Gluggan las eg eisini á tamb, og eitt íslendsk barnablað, Æskan, sum mostir ein floksfelaga plagdi at fáa.
Hvørja bók vildi tú ynskt, tú hevði lisið?
- Fúrstan hjá Machiavelli og manualin til Adobe Acrobat. Havi ongan áhuga í útinnandi makt og lesi aldri manualar og angri tað altíð. Men ikki gerst við.
Hvat fær teg at velja tær bøkur, tú lesur?
- Uppslagsbøkur og álmanakkar við ávísum avmarkaðum evnum, um rokk, film, ella skaldskap, sum eg kann brúka í mínum dagliga arbeiði. Er talan um fagurfrøðiligar bøkur, so velji eg bøkur, sum onkursvegna geva eitt afturljóð, sum klingar av mínum barnaárum, bíbilskt og gamaltestamentligt. Her koma bæði Viderø og Johnny Cash klárt inn. - Fyri ikki um at tala Carl Jóhan. Hann eigi eg á. Heilt til páskar. Vóni, at rithøvundurin fer at geva Ó út sum ljóðbók. Tað hevði givið bókini ta eyka dimensión, sum hon hevur uppiborið, tí rithøvundurin er millum bestu upplesarar. Carl Jóhan sum ljóðbók, tað hevði verið ein góð jólagáva.
Sosialurin, Bókasíðan 15. desember 2005