Skip to main content

Rínur tað við?

Mynd: Martin Sirkovsky
Dimmalætting februar 2006:

FILMUR OG ÁVIRKAN Almenna meiningin er, at filmur ávirkar okkum, so vit mugu hava vernd og verju, dag og dagliga. Eins og í ferðsluni eru fleiri, ið vilja fremja eina filmiska null-hugsjón, so einki blóðdryppandi, harðrent, siðspillandi, ella bara annarleiðis, kann vísast á okkara leið. - Men rakar filmur okkum so meint og djúpt, sum almenna meiningin vil vera við? Vit lata stórbrúkarar siga teirra meining um ein bannaðan film, eins og vit taka pulsin á teim filmum, sum standa í fremstu røð at fáa gull á Oscarveitsluni sunnudagin

Oscar Night
Birgir Kruse

Sunnudagin verða árligu Oscarvirðislønirnar handaðar. Fremstur við átta tilnevningum er filmurin ”Brokeback Mountain”, um samkyndar kúrekar og honum á baki er ”Capote”, um samkynda rithøvundan við sama navnið og ”Transamerica” er um ein transvestitt á ferð tvørtur um America. Festa filmarnir ikki í moralsku krúttunnuna, so fer ”Paradise Now” at gera tað. Hann krevur frígering av Palestina og kappast um at verða best útlendski filmur. Hóast fleiri Oscartilnevndir filmar hava verið sýndir her heima, eru eingi útlit eru fyri at júst hesir filmar, ið allir hvessa á tonn, verða sýndir almenninginum, sum skapar almennu meiningina.

Brokeback Mountain

Ang Lee, ið er ættaður av Taiwan, leikstjórnar filminum ”Brokeback Mountain”, sum byggir á stuttsøgu hjá E. Annie Proulx (f.1935), prentað í The New Yorker 1997. Fyrstu skaldsøguna ”Postcards” gav hon út 56 ára gomul og í 1994 fekk hon Pulitzer virðislønina fyri ”The Shipping News”, sum sviin Lasse Hellström gjørdi til film í 2001.

”Brokeback Mountain” er um tveir menn, ið møtast á einum garði í Texas á sumri 1963. Kúrekin og húskallurin gerast væl og við Texas og Wyoming í baksýni verður ein innilig, men krógva kærleikssøga, brett út á løriftið.

Capote

Hin ungi Bennet Miller hevur gjørt film um rithøvundan Truman Capote (1924-1984), sum í 1959 fór undir at skriva ”In cold blood” í eini roynd at skilja tveir ungar drápsmenn. Lidna bókin, ið bert bíðaði eftir einum deyðadómi, kom út í 1966.

Longu í 1948 hevði Capote gjørt vart við sín kynsliga observans í bókini ”Other voices, other rooms”. Her viðger hann samkynd evni og letur seg sjálvan avmynda naknan á permuni. Capote er ein sjáldsama følin og inniligur rithøvundi, sum tó samstundis finnur fragd í at geva hugtakinum homofobia fullan íblástur.

Í 1958 skrivaði hann ”Breakfast at Tiffany’s”, sum bleiv til film við Audrey Hepbrun og yngra ættarlið helst kennir frá einum poppsangi.

Skaldsøgan ”In cold blod”, sum aktuelli filmurin byggir á, legði lunnar undir nýtt skrivingarlag heimildarskaldsøguna. Í april 1965 fekk Perry Smith (f.1928), ið var annar av ungu drápsmonnunum og fremsti heimildarmaður Capotes, deyðadómin fyri at hava dripið tey fýra í húsinum hjá Clutter í Halcomb í Kansas. So kundi punktum setast í bókina, sum gjørdist eitt av stórstu amerikansku bókmentunarligu avrikum í nýggjari tíð.

Beinanvegin gjørdi Richard Brooks (1912-1992) ein djúpt skakandi svart-hvítan film, sum bygdi á bókina ”In cold blood” (1967). Tretivu ár seinni var søgan gjørd til sjónvarpsrøð og nú fjøruti eru liðin síðani útgávuna, er stóri biogarffilmurin um larger than life mannin handan søguna klárur – ”Capote” við Philip Seymour Hoffmann í høvuðsleiklutinum.

Truman Capote, sum er kanoniseraður á heimasíðuni American Masters, verður her endurgiving fyri at hava sagt soleiðis um skaldsøguna ”In cold blood”: ”While writing it, I realized I just might have found a solution to what had always been my greatest creative quandary. I wanted to produce a journalistic novel, something on a large scale that would have the credibility of fact, the immediacy of film, the depth and freedom of prose, and the precision of poetry.”

Transamerica

Felicity Hoffmann, ið vit kenna sum Lynette í ”Desperate Housewives”, hevur høvuðsleiklutin í filminum ”Transamerica”. Hon hevur eina fortíð sum maður, men hevur skift kyn og er nú kvinna, sum bara tørvar eitt síðsta læknaligt inntriv. Tá eru telefonboð frá einum drongi í einum kliva í New York, ið heilt vist er sonur hennara, men frá teirri tíðini, tá hon var maður. Sonurin mistekur pápa-móðirna fyri ein kristniboðara og tey fylgjast í teirri trúgv tvørtur um Amerika og tískil tvítýðuga heitið ”Transamerica”, sum er í uppskoti at vinna tvær Oscarvirðislønir.

Paradise Now!

Hany Abu-Assad, sum er føddur í Nazaret í 1961, hevur leikstjórnað filmin ”Paradise Now”, ið kappast um at gerast besti útlendski filmur, vístur í amerikanskum biohallum. Palestinski leikstjórin, sum longu er heiðraður í Berlin og Los Angeles sigur, at filmurin er íkast til kjakið um, hvussu Palestina skal samstarva við Ísrael. Onkur gevir seg undir friðin, meðan onnur í filminum svørja til harðskap sum einastu loysnina. Filmurin endar við at høvuðspersónurin, ein jihadsmaður, gyrðir seg við bumbum og fer í ein ísraelskan buss. Og nú vit tosa um Endlösung er áhugavert at síggja, at filmurin úr Palestina kappast við týska filmin ”Sophie Scholl. Die letzten Tage”. So ikki kann sigast annað enn at altjóða filmsumhvørvið er livandi og nýskapandi. Spurningurin er tó, um hetta rák rýnir við hjá okkum?

- Kanska í Stórutjørn?

Millum teir, sum eru við í Oscarkappingini sunnudagin, hava fleiri mainstream filmar longu verið sýndir føroyskum áskoðarum, so sum ”King Kong”, ”Pride and Prejudice” og ein Narnia-filmur. Havnar Bio, ið hevur tvey sýningarhøli, fer um tvær vikur at sýna ”Memoirs of a Geisha”, sum í seks førum er skotin upp at vinna ein Oscar.

Tey, ið hava áhuga í filmi, sum í størri mun er listarliga nýskapandi, mugu standa tolin við síðulinjuna. Men vón er fyri framman. Graml hevur hoyrst um, at í Stórutjørn verður ein multibiografur við fleiri sýningarmøguleikum.

Tað skal so hiðani ljóða sum fremsta mentanarliga visjónsynski hjá filmshugaðum føroyingum at fáa ein multibiograf í Stórutjørn. Meðan vit bíða, kunnu vit skapa okkara egna heimabiograf, loystan frá almennum forðingum, so sum frágreiðingin við síðuna av leggur upp til (sí grein: Summardagur í Havn 1999).