Viðtal, Dimmalætting apríl 2006: Meðan Kári Svensson arbeiðir við framsýning til Den Frie í Keypmannahavn 27. mai, hevur hann fingið tillutað hvíta veggin í Klingruni, tá Summarframsýningin letur upp í Norðurlandahúsinum 7. juli. »Eg var í gongd við ein stóran málning, sum eg tí valdi at gera enn størri, so hann nú er 7 metrar langur. Inspiratiónin er upplivingar á Norðhavinum, tá morgunsólin brýtur fram úr skýnum og kvikar ternur og dølskar likkur skjóta seg eftir einum morgunbita, meðan vit kryvja,« sigur Kári Svensson, sum hevur ateliér á Velbastað Samrøða Birgir Kruse Við Hestfirði í brøttum bakborði, snúgvi eg inn undir Borgarháls á Velbastað. Í skýmingini, eitt kvink til vinstru, hómast Koltur, balstýrna oyggin, ið Ingálvur tamdi og setti á løriftið. Koyri fram við nýbygdu húsunum, har dreingirnir spæla bólt í innigyrdum túni, so hann ikki endar á streymasjógvi og hvørvir eins og Magnus á sinni. Miðskeiðs í røðini finni eg tey. Húsini hjá Kára Svensson, har hann í ovara enda hevu