Viðtal, Skúlablaðið apríl 2006:
Tosað verður um tekst, mál og máliskur í móðurmálinum. Men rúmast myndir í móðurmálsundirvísingini? Við støði í nýggju bókini Les 1 hjá Føroya Skúlabókagrunni tosa vit við Kinnu Poulsen um móðurmyndir
Myndlistin er ung
Tekstasavnið Les 1 gongur nýggjar leiðir og nýtir myndir í móðurmálsundirvísingini. - Hugtakið móðurmynd er áhugavert at halda upp móti móðurmáli, sigur Kinna Poulsen, men ger vart við, at føroyska myndlistin er ung og røkkur ikki eins og kvæðini aftur í miðøld. - Myndlistin hevur heldur ikki fevnt allar føroyingar eins og tjóðskaparyrkingarnar, fá hava dyrkað hana, og hon hevur ikki á sama hátt sum kvæði, yrkingar og Kingo verið avgerandi fyri at mynda okkara samleika, sigur Kinna, ið fegnast um tann stóra áhugan sum í løtuni er fyri myndlistini. - Men hesin áhugin kemur eftir at okkara mentan er ávirkað av altjóðagerð, interneti, nógvum sjónvarpsrásum og er í einum syndrandi ráki, sum lagar seg eftir einstaklinginum, heldur enn almennari tjóðarbygging. So um vit í dag hava eina felags móðurmynd, so er ivasamt, hvørt ein slík er úr føroysku listini, sigur Kinna, sum sjálv gevur eitt boð: – Mín móðurmynd er tann av Nólsoynni, úr sjónarhorninum, sum er úr tí vindeyganum, eg hugdi út ígjøgnum í eysturbýnum í Havn tey fyrstu 20 árini av mínum lívi.
Myndir í málsligum kanontíðum
Í ein mansaldur hevur Føroya Skúlabókagrunnur lívgað skúlaverkið við bókum á móðurmálinum. Ikki slepst undan, at tey tekstasøvn, sum Skúlabókagrunnurin hevur givið út, øll nema við hugtakið kanon. Men kunnu vit í hesum høpi tosa um móðurmyndir, ið brenna seg á nethinnuna, bara vit nevna tær? Kinna grundar djúpan, letur eyguni aftur og sær fyri sær myndir úr barndómsdøgum: Prins Valiant og Aletu, Anders And og dramatisku svarthvítu myndirnar hjá Gustav Doré úr bíbliuni hjá ommu. – Neyvan eru hesar myndir serføroyskar, og tað fær meg at hugsa um, at Mentamálaráðið niðri hevur ikki álit á, at næmingar lesa ”tað rætta” í skúlanum. Tað merkiliga er, at hatta tykist vera ein seinkað reaktión upp á tann bleyta 70´ara pedagogikkin, tá danskir næmingar søgdust at sita í ring, meðan tey tulkaðu ”Kvinde min”. Faktist ørminnist eg okkurt um ein slíkan lærara í tí annars nokkso svarta skúlanum á Frúutrøð, og tað var sum at koma í Himmiríki, at tínar meiningar knappliga tóktust relevantar, og evnið hinvegin tóktist tær tíðarhóskandi, minnist Kinna og vendir aftur til dagsins evnið, kanon. - Tað er ikki lætt at nevna ein slíkan ”kanonlista”. Gamaní kann hann skapa áhugavert kjak og bøta um tilvitanina um tað, vit lesa í skúlanum, sigur Kinna og gerst kritisk. – Men grundleggjandi snýr ein slík kanon seg um at taka ræðið av einstaklinginum, læraranum ikki minst. Men eina semju um ávísar tekstir og virði mugu vit hava í skúlanum og útgávupolitikkinum.
Jarðarferðin er ein móðurmynd
Kinna er tó fús at spæla sær við tankanum um ein føroyskan myndlistarligan kanonlista og leggur fyri við ”Maanens Duer” hjá Díðriki á Skarvanesi, heldur fram við ”Aftur av jarðarferð”, sum Mikines málaði í 1935. Vit reika víða, og tá vit eru komin til okkara dagar og nøvn sum Hansinu Iversen og Marius Olsen, er kanonlistin so langur, at hetta verður ov mikið, heldur Kinna. - Lat meg bara venda aftur til Jarðarferðina hjá Mikines, sigur hon avgjørd og tekur samanum. - Hon er ein ”móðurmynd”, sum nemur næmingarnar hjá okkum líka nógv, sum áskoðararnar, ið sóu hana á fyrsta sinni í 1935. Hon er monumental upp á allar mátar, í stødd, bygnaði, men kanska eisini í tí hátíðarliga boðskapinum, sum sigur eina rúgvu um sorg, sakn, men eisini um aksept, tol, virðing og evnini at leggja lívið í Harrans hendur.
Myndir í undirvísingini
Í nýggju bókini Les 1 eru fleiri myndir tiknar við. - Tað er eitt framstig; myndirnar kunnu brúkast bæði tematiskt, har tú til dømis biður næmingarnar samanbera mynd og tekst í sama evni, ella í sjálvstøðugari myndagreining. Leisturin er í lagi, men næstu ferð man ger eina bók við myndum, eiga útgevararnir at umhugsa eitt úrval, ið er bæði eldri, nýggjari og frekari, eins og høvuðsverk úr altjóða listasøguni eru vælkomin, heldur Kinna, sum umframt at undirvísa í Hoydølum eisini er listaummælari í miðlunum. Egnu undirvísingina lagar Kinna eftir flokkinum, hvat støðið er, og um næmingarnir sjálvir hava valt lærugreinina. - Grundstøðið er altíð sjálv lýsingin av myndini, ið ofta verður undirmett. Næmingar hava lyndi til at tulka myndina beinanvegin, innan teir hava hugt rættiliga at henni, og tað er ein trupulleiki, tí slíkar tulkingar eru ov grunnar, sigur Kinna, sum byrjar við at velja myndir við nógvum staklutum. Næmingarnir skulu so lýsa myndina gjølla. Síðani fáa tey ein frymil og sleppa sjálv framat við einari tulking, sum eftir skipaðu greiningina er djúptøkin og rótfest í myndini. Men allar myndir eru ikki líka lættar. - Abstraktar myndir eru snýt, halda næmingarnir, og teir ætla sær absolutt ikki at verða snýttir. Tí er tað stuttligt at kjakast við tey um hugtakið abstrakt og at hyggja at myndum hjá Ingálvi av Reyni, ikki minst filminum ”Svartur sannleiki”, har næmingarnir síggja, at Ingálvur dugdi at ”tekna ordiligt”, sigur Kinna, ið saman við næmingunum eisini hevur vitjað framsýning hjá Hansinu Iversen. - Næmingarnir hildu hana í fyrstani vera ein listasnýtara, sigur Kinna, sum eftir vitjanina gav teimum uppgávuna at mála eina ”Hansinu Iversen-mynd”. - Og tá haldi eg, at tey skiltu, hvussu nógvar royndir og tilvit eru støðið undir myndunum, sigur Kinna, sum heldur tað vera stuttligt at arbeiða saman við næmingunum. - Tey eru so herliga ósnobbut og púra erlig, tá tey siga, hvat tey halda um eina mynd, sigur Kinna, sum eisini hevur nýtt videoløg í undirvísingini. Hóast nýggja bókin Les 1 leggur upp til at brúka myndir í móðurmálsundirvísingini er langt eftir á mál. - Eg haldi, at nógvir føroysklærarar hava tað strevið, tí at tað onkursvegna verður kravt av teimum, at teir skulu undirvísa í myndagreining, sum teir ongan førleika hava at undirvísa í, sigur Kinna og endar samrøðuna við at siga, at allir føroysklærarar skuldu kravt at fingið minst eitt skeið í myndagreining!
Birgir Kruse Skúlablaðið apríl 2006