Skip to main content

Morgunbitar á vári


Viðtal, Dimmalætting apríl 2006:

Meðan Kári Svensson arbeiðir við framsýning til Den Frie í Keypmannahavn 27. mai, hevur hann fingið tillutað hvíta veggin í Klingruni, tá Summarframsýningin letur upp í Norðurlandahúsinum 7. juli. »Eg var í gongd við ein stóran málning, sum eg tí valdi at gera enn størri, so hann nú er 7 metrar langur. Inspiratiónin er upplivingar á Norðhavinum, tá morgunsólin brýtur fram úr skýnum og kvikar ternur og dølskar likkur skjóta seg eftir einum morgunbita, meðan vit kryvja,« sigur Kári Svensson, sum hevur ateliér á Velbastað

Samrøða
Birgir Kruse

Við Hestfirði í brøttum bakborði, snúgvi eg inn undir Borgarháls á Velbastað. Í skýmingini, eitt kvink til vinstru, hómast Koltur, balstýrna oyggin, ið Ingálvur tamdi og setti á løriftið.

Koyri fram við nýbygdu húsunum, har dreingirnir spæla bólt í innigyrdum túni, so hann ikki endar á streymasjógvi og hvørvir eins og Magnus á sinni. Miðskeiðs í røðini finni eg tey. Húsini hjá Kára Svensson, har hann í ovara enda hevur ateliér.


Dyrnar eru opnar og bleytur jazzur hoyrist út í kvøldarkuldan. Longu áðrenn Kári tekur ímóti, hevur Billie Holiday sveipa tún og høli í søkjandi, men tó stevfastan og miðvíst fokuseraðan jazz.


– Ja, hesa plagi eg at leggja á, tá eg eri í gongd, sigur Kári og skrúvar eitt sindur niður fyri tónleikinum. Men hann er ikki at steðga, jazzurin hjá Billie. Í løgum hevur Kári longu flutt hann upp á veggin, jazzin. Lag oman á lag síggja vit hann í stórum strokum, smáum ljóssterkum glottum og óvæntaðum improvisatiónum, prent við dobbaplasti og slett, sum í slakti.

Fuglar


Í tvey ár hava fuglar verið myndevnið hjá Kára. Várarnar er hann útrógvin á Norðhavinum og letur seg kveikja av bjørgunum.

– Inni undir berginum er myrkt og har finni eg ein seregnan stíl, sum eg arbeiði við til donsku framsýningina á Den Frie. Men longri úti er bláa ljósið, sum kemur við degnum og fuglarnir, sum flúgva í sólopningarnar og skjóta seg eftir einum morgunbita, meðan tú stendur og blakar út. Fyrst tær kviku ternurnar og so tær dølsku likkurnar.

Fuglarnir eru prentmálaðir við dobbaplasti, dyppað í kobolt, summir lættir og opnir, aðrir tyngri og afturlatnir. Ljósi og klári dagsblái liturin ger ein lættan, gjøgnumskygdan opinleika og bindur glottarnar, sum eru umgyrdir av reyðum, appilsingulum, gráum og bláum liti.

Málningurin er í 8 brotpørtum, sum tilsamans máta 7×3,3 metrar í einum samansettum, mynstrutum flata. Fyri at fáa fjarstøðu, nýtir Kári eina longda málirullu og so ein trappustiga. Sum ein jazztónleikari á konsert fer hann eftir málninginum, peikar og mátar, meddar og metir, og finnur nýggjar gongdir, glottar og hugløg í málninginum, sum var tað eitt tónalag, skipað, men við rúmi fyri improvisatión og stórum orkestri.

– Nú seti eg hann til viks og hyggi so at honum aftur um tvær vikur.


Ongar gluggar


– Mær dámar best at gera alt frá grundini. Skitsur á staðnum, tað veri seg á Norðhavinum, ella í Mykinesi, meðan vit fletta, taka fugl, ella bara liggja undir bjørgunum og síggja speglingar. Eg eri eitt náttúrumenniskja og geri alla tíðina skitsur, sum eg arbeiði við. Stórar við stórum strokum og so smáar við sama evni, men við avmarkaðum rørslum. Men her inni er tað bara hjartað, sigur Kári, hyggur at mær og peikar runt í rúmliga ateliérinum.

– Tí havi eg ongar gluggar. Eg livi meg inn í myndaevnið. Nú er tað mítt hjarta, mín sál og eg sum ráði. Hugbirtingar kalli eg tí ofta mínar myndir.


At verða sín egin


– Tað er alt ov nógv myndlistarlig eftirgerð, alt ov nógv kopi, sigur Kári. Tað hevur týdning at blíva sín egin. Tað kenni eg meiri og meiri fyri. Tað skal vera mítt, út frá mær, uttan at verða eftirlíkning, sigur Kári avgjørdur, dyppar pensilin í eitt bland av lakki, linolju, terpentini og sikkativ og ger eitt slett av koboltbláum á málningin, sum helst er Føroya størsti.

Hvíti veggurin


Eins og blanka arkið er avbjóðingin hjá rithøvundanum, er hvíti veggurin avbjóðingin hjá myndlistafólkinum. Og størstur og skarastur man hann vera í Klingruni í Norðurlandahúsinum.

– Hann skuldi aldri staðið tómur, veggurin. Og tá einki varð sýnt fram á honum, skuldi verið eitt forhang, alt eftir árstíðini, sigur Kári og leggur afturat, at hetta var tó ein serliga góð avbjóðing at fáa.

– Hann er ein fínur veggur til eina góða mynd. Vænti, at hendan verður løtt á vegginum og giti, at ljósið í Norðurlandahúsinum fer at spæla sær væl í honum og at blái liturin verður enn meiri livandi.


Den Frie


Við ársbyrjan sýndi Kári fram í Hafnarborg í Íslandi og fekk góð ummæli við litmynd í Morgunblaðnum undir yvirskriftini »Efni sem talar«. Tað er Galleri NB í Viborg, sum umboðar Kári í útlandinum.

– Tað er ein lætti, tí nú skal eg bara mála og einki annað. Men 27. mai so eri eg ein av tólv føroyingum, sum sýna fram á Den Frie í Keypmannahavn.

Rógvi Andreas Fossádal skipar fyri føroysku listaframsýningini á hesum søguliga staði, sum hóast tað er flutt, bleiv til í 1891 og í dag telur 38 limir, teirra millum Tal R og Bjørn Nørgaard. Fyri trimum árum síðani sýndu fleiri enn tjúgu føroysk listafólk fram á hesum staði.
Donsk listafólk stýra Den Frie, meðan 31 ára gamla Karin Hindsbo, ið hevur lisið listasøgu og er eksternur lektari í listasøgu á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, júst er sett í starv sum dagligur leiðari.

Stórur áhugi er fyri føroyskari list í Danmark sigur Kári og slær upp í Kunstavisen, sum hvønn mánað nevnir føroysk listafólk og tríggjar ferðir um árið skipar fyri fultteknaðum listaferðum higar. Nýggjastu greinar eru um Trónd Patursson og Bárð Jákupsson.


Listfrøðingurin


Tey, sum hava áhuga fyri føroyskari list, hava vissuliga lært seg eitt nýtt orð. Tað er orðið »listfrøðingur«. Myndahøggarin Andrias Andreassen fór ítøkiliga til verka og meitlaði kjakevnið í vitskuna hjá Føroya fólki, so sjálvt tey dulastu kundu hoyra. Tað var, tá hann til Heystframsýningina á Skipasmiðjuni gjørdi andlitsmynd av Inger Smærup Sørensen og kallaði verkið Listfrøðingurin. Í bundnum formi.

Hóast henda ítøkiliga happening, hevur kjakið ikki flutt seg. Í lesarabrævi týsdagin ger ein semingsvandur mediator støðuna upp: »Annar bólkurin hevur nú skansað seg í Listaskálanum og hin á Vestarubryggju. Partarnir eru ovast á konflikstiganum, og bert dialogur fær teir niður aftur í heilum líki,« sigur Turid Debes Hentze og nevnir møguleikan fyri einum uttanveltaðum semingsfólki.Kári Svensson, ið er formaður í Felagnum Føroysk Myndlistafólk, sigur at vit skulu hava ein listfrøðing. Hann vísir á, at hann sjálvur er ein av sekstan, sum burturav arbeiða við listini og liva av henni. So føroyska listin er ikki í kreppu, sigur Kári av niðasta trapputrini, meðan hann á Velbastað arbeiðir við Føroya størsta málningi.


Tveir bólkar


– Vit hava øll árini havt umboð í nevndini fyri Listasavn Føroya. Men aðalfundurin valdi hvørki Bárð ella Trónd, men Sigrun G. Niclasen at umboða okkum listafólk. Soleiðis er tað, sigur Kári og vil ikki kasta nøkrum nakað fyri.

– Helgi Fossádal hevur nú sitið í eitt ár og eins og undanfarni stjóri púra einsamallur fingið eina rúgvu á skaftið, millum annað at fáa fremsta norðurlendska listamannin Odd Nerdrum higar í august.

– Eg haldi, at tað skjótt fer at verða øllum greitt, at Listasavnið virkar, eins og tað altíð hevur gjørt. Men kanska fer tað frameftir at krevja ein annan hugsunarhátt hjá nógvum og seta krøv um opinleika eisini.

– Hinvegin ger tað einki at vit hava tveir bólkar, tí vit eru so nógv myndlistafólk. Men eg vildi ynskt, at vit, hóast ymisk á máli, arbeiddu út frá einum felag. So kundu vit havt so nógvar bólkar, vit vildu, men altíð út fra hesum eina felag, sigur Kári Svensson formaður í felagnum Føroysk Myndlistafólk, ið varðar av árligu Várframsýningini, sum læt upp í dag.


Várframsýningin


– Tey ungu og tann nýggja listin eru veruliga nýskapandi. Á


Várframsýningini eru ókend nøvn við higartil ókendum gávum. Samanbera vit við hin listarliga bólkin, so eru tey meiri upptikin av at siga her eru vit og hetta eru vit, uttan at vísa tær stóru broytingarnar, men heldur vera staðfestandi. Hinvegin eru trý heilt nýskapandi listafólk, sum ikki hava verið nógv frammi fyrr, nú við á Várframsýningini og fáa í dag ein møguleika, tí tey eins og øll onnur eru boðin at verða við, hóast framsýningini er sensurerað.

Fyri úrvalinum á Várframsýningini standa listafólkini Ingi Joensen, Rannvá Mortensen og Edward Fuglø.


Kári endar samrøðuna við at hugleiða um hvussu ung føroyska listin í roynd og veru er. Hundrað ár, tað er alt. Og at sekstan fólk í dag kunnu liva av myndlistin, tað er fantastiskt.

Birgir Kruse Dimmalætting apríl 2006