Ovast skeltið og sjálvt fjallið Salvation Mountain í Slab City við bygdina Nieland við Salton vatnið í Kalifornia. Alla staðni síggjast skriftstøð úr Bíbliuni. Síðani Leonard Knight, 76, ið vísir hvussu hann hevur bygt fjallið við natúrligum, ókeypis tilfari. Leonard og Birgir sita inni í hellinum, vit síggja eina gamla bilhurð og reyðu blómurnar, skaptar eftir nevanum. Síðani ganga Hanus, Unn og Jógvan niðan á fjallið eftir The Yellow Brick Road til krossin og oman aftur. Leonard heilsar við báðum tumlum upp í loft og vísir okkum lastbilin, sum hann býr í. Bilurin var við í filminum Into The Wild hjá Sean Penn í fjør (Myndir: Jógvan og Birgir Kruse) Ein hin mest hugtakandi løtan á USA ferðini hjá okkum í summar var tá 76 ára gamli einabúgvin Leonard Knight tók ímóti okkum í hellinum Salvation Mountain . Fjallið hevur hann sjálvur bygt úr mold, vatni, máling og burturkasti, so sum bil- og traktordekkum, gomlum bilhurðum og falnum viðarbulum, sum fólk hava borið honum. Leonard hevur hv