Ovast: Leikstjórin Steve McQueen fær Gucci virðislønina frá Isabelle Huppert í Venezia í gjár. Niðast: Veggjamálningurin av írsku fólkahetjuni Bobby Sands er í Belfast. Um hornið er skrivstovan hjá Sinn Féin og Gerry Adams. Heimsins elsta filmsstevna er í Venezia, har 65. stevnan fór av bakkastokki 27. august. Umframt fremstu virðislønina, Gyltu Leyvuna , verða sjáldsamar virðislønir latnar. Teirra millum er Gucci virðislønin , ið fer til cross-over virksemi hjá leikstjórum, ið eisini virka á øðrum listarligum økjum. Í gjár varð henda virðisløn latin Steve McQueen, sum í filminum Hunger lýsir seinastu dagarnar hjá norðurírsku fólkahetjuni Bobby Sands í Maze fongslinum. Á filmstevnu í Cannes fyrr í ár fekk Steve McQueen virðislønina Camera d'Or fyri besta og fyrsta avrik hjá einum filmsleikstjóra. Ungi svarti londonbúgvin ber sama navn sum kendi amerikanski filmsleikarin, ið doyði í 1980 - Steve McQueen. Enn eitt filmssøguligt navn, Fassbinder, spøkir, tá vit hyggja eftir leiklut