Skip to main content

Shamu is a mysterious whale



Bóghvítuhvalurin Shamu í SeaWorld í San Diego. Fleiri halda U2 syngja um Shamu í sanginum "She moves in mysterious ways" og fáa tað til "Shamu is a mysterious whale". Kanska skuldu vit øll farið til oyrnalækna (Myndir: Birgir Kruse)

Einaferð kom Ívar til mín á Bryggjubakka og vildi hava meg at finna plátuna “Se mig ned i og dø”. Við hjálparleysum spjaldrabókstavum var ynskið skrivað á ein ljósabláan kvøðuljómaseðil. Eg spurdi Petur Kristian og vit gjørdust skjótt samdir um at lurtaraynskið var Lone Kellermann “Se Venedig og Dø”.

Saman við Ívari grundaðu vit yvir hugtakið korrelatión millum rættstaving, útbúgving og førleikan at lurta. Hetta við korrelatión var nakað sum Jeffrei Hendriksen seinni lærdi meg nógv um á Læraraskúlanum.

Hesa lítlu søgu kom eg í tankar um í morgun tá eg læs um eina italska fyritøku, Amplifon, ið ger hoyriapparat, helst heimsins keðiligasta útgerð at selja. Ella mest ósexuta vøra, fyri at brúka yndisorðafellið hjá dagsins seljarum.

Eftir at hava spurt 2000 fólk um sangir, er Amplifon komin eftir at vit hoyra so illa, at vit ofta syngja blóðskeivt. Genial marknaðarføring! Gamalt var at grína eftir teim, ið hoyrdu Jimi Hendrix spæla eina gittarsolu meðan hann segði “Excuse me while I kiss this guy”. So blóðskeivt.

Stuttligasta kanningarúrslitið hjá italsku hoyritólafyritøkuni er U2 sangurin “She moves in mysterious ways”. Heil- og hálvdeyv fólk knýta orðini at bóghvítuhvalinum Shamu í SeaWorld í San Diego og fata tey sum “Shamu, the mysterious whale”.

Nýliga havi eg verið hjá eygnalækna og fingið brillur. Kanska áttu vit øll at fari til oyrnalækna. Hvør veit, kanska fara vit tá at hoyra nýggjar tónar og orð, sum vit aldri hava varnast.