Skip to main content

Posts

Kjøtbein til málið

Keypti tvey kjøtbein um dagarnar. Ikki tí, eg havi ikki fingið mær hund. Nei, kjøtbeinið er til bilin. Soleiðis kalla tey eina stabiliserandi stong, sum í øllum lendi skal halda skil á stýrandi framhjólunum. Halda tey í water . Sigst, at tað eru lastbilamekanikarar, ið hava funnið uppá navnið kjøtbein . Men her stendur so svart uppá hvítt, at navnið eisini verður brúkt í bókhaldinum hjá Føroya stórsta handli við eykalutum til persónbilar. Stuttligt navn. Kanska er tað tí, at stabilisatorstongin í veruleikanum líkist einum kjøtbeini at kasta fyri hundin. Og serliga stuttligt at síggja at málið er ikki tað, tú helt tað vera. Málið er livandi og livir eisini á hondgrípiliga verkstaðnum street level. Í teldutøku orðabókini http://www.obg.fo/ stendur: kjøtbein [ʧœb-] h 3 bein av dripnum dýri við kjøt(slintrum) á (rátt el. kókað)

World of Warcraft - eftir midnátt

Tað er midnátt og nýggja World of Warcraft spælið er á marknaðinum. 16 ára gomlu Ari og Sjúrður við motocross og skutara frammanfyri SMS. Niðri undir, øll tey ungu, ið bíðaðu eftir at SMS lat upp eftir midnátt, vildu fegin posera. Niðast Hanus við nýggja World of Warcraft spælinum í Farodane City (Myndir: Birgir Kruse) Á midnátt kom nýtt spæl av slagnum World of Warcraft á marknaðin. Hetta vælumtókta telduspæl varð sett til sølu ein minutt eftir midnatt í kvøld. Fleiri ung høvdu funnið saman við SMS-dyrnar, har tey bíðaðu og hugnaðu sær. Umframt skutarar og cross knallertir, vóru eisini nakrir spælarar so til árs komnir at teir høvdu bil. Teir høvdu latið viðførisrúmið upp, so seigur og tungur hiphop tónleikur kundi fylla túnið í SMS. Eldru spælararnir møttu í Farodane City, har teir í frið og náðum kundu keypa nýggja spælið og fara ósæddir heim. Fleiri av teim yngru í SMS túninum høvdu bílagt spælið, ið hevur 12 ára aldursmark og frámerki um banniorð og harðskap. Í spælinum eru fleir

Inn ella út?

Nú er stóri spurningurin, um tú skalt inn ella út. Heilt nágreiniliga eru hetta vegleiðandi skelti til tey, ið skulu velja til kommunuvalið í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Annar dururin er fyri inngangandi og hin fyri útgangandi. Nú húsavørðar hjá kommununi gera klárt til stóra valdagin á Mortansmessu, liggja skeltini á grøna valborðinum, meðan valklivarnir síggjast aftanfyri. So kann hvør einstakur gita, hvønn skeltini fara at raka. Tey, sum vísa inn og tey, sum vísa út. Týskvøldið verður úrslitið greitt.

Verðinsmaður ella útiløgukattur?

Sá Quantum of Solace í Havnar Bio í gjár. Hetta er 22. James Bond filmurin og annar filmurin við Daniel Craig í høvuðsleiklutinum. Sigst at Craig sjálvur hevur valt heitið, sum hann hevur funnið í gomlum bókum hjá Ian Fleming. Og samstundis skal Craig hava gjørt greitt at hann vil ikki spæla í deyðsmerktum filmum, tað er filmum, ið hava orðið “Death” ella “Dead” í navninum. Kanska er beinleiðis orsøkin at sangurin í aktuella James Bond filminum eitir Another Way to Die . Sangurin ímyndar filmin. Larmar illa, er pátikið dramatiskur, men annars púra uttan hook lines. Her eru eingir tónar ella harmoniir, ið sita eftir. Eingin dýpd, bara sansaligur ágangur. “Ein tjubang filmur”, sum Pauli Olsen hevði sagt. Haldi tað vera spell, at ein av bjartastu filmisku ímyndum, James Bond, er farin í svart. Øll elegansa og sosialt vit eru farin av honum. Sean Connery livdi í einum og øllum upp til hesa hugmynd um elegansu og sosialt vit. Daniel Craig hoyrir til eina aðra tíð. Hann er tigandi og desper

House warming

Í dag var house warming á nýggju skrivstovuni hjá mær. Meðan vit hugnaðu okkum við kaffi, frukt og belgiskari sjokulátu, hildu menninir J-dag. Kanska møtast vit seinni. Frá vinstru síggjast Fía Thomassen, Hanna Simonsen, Katrin Ellingsgaard, Bjørg Mohr, Elin Wang, Katrin Sloan Nielsen, Gudni Olsen og Randi Jacobsen. Vit arbeiða øll á loftinum í Gróthúsinum , tey rópa. Tað er miðfyrisitingin hjá Tórshavnar kommunu á Vaglinum.

Lívið er eitt val

Húsavørðarnir Hans og Oskar gera svørtu kassarnar klárar til kommunuvalið í Havn týsdagin 11. november. Aftanfyri sæst grindadrápsmálningurin hjá Tommy Arge. Vónandi verður tað ikki so blóðugt týsdagin. Myndina tók eg í gongini í fyrisitingarbygninginum hjá Tórshavnar kommunu í gjár. Lás, sigli og pappír er alt klárt. Nú er bara at vóna at alt endar í røttum kassa. Tað hugsar kommunali húsavørðurin Oskar helst eisini, nú hann kannar svarta kassan. Oskar er sjálvur uppstillaður fyri lista A. So kaskettarnir hjá valevnum og húsavørðum eru mangir. Men soleiðis er lívið. Tað er eitt val.

Retorikkur í hægsta potensi

Amerikanska flaggið, sambært Hugh MacLeod í Gaping Void, til høgru á hesari síðu Forsetavalið er av og heimurin hevur fingið fyrsta litta amerikanska leiðaran, Barack Obama. Ungur og eitt retoriskt begávilsi. Fyrstu ferð eg hoyrdi hann, var tað sum eitt ekkó av fremsta talara í okkara tíð, Martini Luther King. Hesin varhugi styrktist og varð púra greiður upp undir valið. Framburður, orðaval og orðalag, var sum at hoyra ”I have a Dream”, taluna sum Martin Luther King helt í 1963. Ein toppari í retoriskum kjaki, m.a. á heimasíðuni American Rhetoric. Gamaní, eru talurnar hjá Obama bornar fram útvið hálva øld seinni og tí vinklaðar og klæddar av nýggjum. Men alla tíðina snara tær um retoriska snúningsásin ”Let freedom ring, let freedom ring”. Grundtónin í talu Kings. Jú, her var retorikkur í hægsta potensi. Ikki bara hjá Obama. Tá John McCain í endaligu taluni legði kongin, vendi hann eini upplagdari taparatalu til eina vinnandi og samtykkjandi virðistalu. Serliga í seinastu setningunum. I

Flúgvandi bilur

Ein flúgvandi bilur uttan hjól, tað mann vera ultimativa upplivingin á einum bilverkstaði. Myndina tók eg úti í Smiðjugerði á Tekniska skúla í Havn í morgun. Næmingarnir skuldu kanna bremsur og høvdu tørv á einum bili. Lukkutíð fyri meg, kann sigast. So fekk eg staðfest at mín góði gamli Volvo bremsar so snórabeint. Gott at hava góðar bremsur. Og góðar vinir, forrestin eisini!

Cyberhapping

Herfyri hevði blaðið Vinnuvitan grein um tekstin, tú nú situr og lesur – bloggin hjá mær. Eftir drúgt prát um mangt og hvat í kunningar- og vitanarsamfelagnum, komu vit inn á rótfesta føroyska lyndið at happa. Frá slupptíðini, rukkan umborð, til cyberspace, har fólk verða hongd út fyri mangt og hvat. Varpaði út á geilar sum át fyri hundi og heyki. Púra sakleys. Vanliga halda vit at markleysa cyberspace er ruddað fyri slíkari bygdasligheit og øðrum staðbundnum ónodlum, tí her hava vit alheimin fyri okkum. Men føroyska happingarlyndið hevur eydnast at fáa innivist í cyberspace. Ein fastan føroyskan happingarkrók á fyrstu parkett. Happingarkrókurin í cyberspace eitir Nymfo . Leita vit í keldulistanum á happingarnetstaðnum Nymfo finna vit hesi leitorðini: skemt, myndir, skeg, kul, spøl, tónleikur, nym, nymfo, sex, feitt, gott, link, links, leinkjur, slóðir. Hann, ið skipar fyri, sigur at Nymfo er ”Síðan sum fær øll at flenna”. Fyrrverandi landsliðsvenjarin hevur verið eitt seiglívað happi

Hamari Tórs til gávus

Í dag fekk Anna Malena Niclasen, skrivstovufólk á Býarbókasavninum í 25 ár, eina sjáldsama vakra brosju frá Tórshavnar kommunu. Brosjan ímyndar hamara Tórs, Tórshamar, sum er býarmerkið hjá Havnini. Tað er listamaðurin og floksfelagin í Hoydølum, Anker Eli Petersen, ið hevur gjørt elegantu brosjuna. Meðan eg gekk í studentaskúla í Hoydølum og á læraraskúla á Frælsinum, setti eg bøkur á pláss í Býarbókasavninum. Tað var mangan stuttligt. Ikki minst at skifta orð um mest læntu bøkurnar tá og nú. Tá vóru nøvn sum hin rættuliga gamaldags J. Bech Nygaard, ið er fulkomuliga horvin í dag, eins og spenningssøgurnar hjá Alistair McClean. Men Ken Follet, sum var nógv læntur tá, er enn millum mest læntu bøkur í Havn, vildu bókavørðir og skrivstovufólk vera við henda hugnaliga morgun á ovastu hædd í Býarbókasavninum, har sum Barnabókasavnið heldur til. Kartni Ravnsfjall, mín vinmaður heilt frá tíðini í Hoydølum, er einasti hani í bókareiðrinum. (Myndir: Birgir Kruse)

Komin á pláss

So eri eg komin á pláss og kann bretta mær á í egnari skrivstovu við býarinnar besta útsýni. Í øðrum grannakontórinum sita Hanna Simonsen og Katrin Ellingsgaard og í hinum grannakontórinum situr Elin Wang, HR mennari. Katrin Ellingsgaard, sum eg gekk í flokki saman við á Føroya læraraskúla, tók myndina. Málningarnar báðar eigur Kári Svensson. Jákup Simonsen, leiðari á mentamáladeildini, og sum hevur skrivstovu á somu hædd, hevur valt teir kveikjandi málningarnar.

Útsýnið á Vaglinum

Útsýnið og umhvørvið hevur nógv at siga. Bæði heima og til arbeiðis. Her er útsýnið á mínum arbeiðsplássið. Mitt í býnum. Ja, á Vaglinum. Eg flyti beint nú úr kontórinum, ið hevur útsýnið mót kioskini hjá Astu, hon sæst í túninum á ovastu myndini, og inn í kontórið á hinari síðuna á loftinum í Stjórnarbygninginum hjá Tórshavnar kommunu, har útsýnið er móti Boysensgarði, Gamla Bókahandli og oman í Vágsbotn og smábátahavnina við Skálatrøð. Tað eru tær báðar niðru myndirnar. Deildin er mentamáladeildin. Tí er frámerkið, the Tag, "mentan"(Myndir: Birgir Kruse)

Í øvutari raðfylgju

Ovast síggjast Kristina Bærentsen og Hallur Joensen, síðani síggjast Ólavur Øster, Daniel Nielsen og Petur Hermansen (Myndir: Álvur Haraldsen) Kontrikonsert var í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Konsertin var í trimum, fyrst Hallur Joensen, síðani Rannvá Vesturklett og at enda Ragnar í Vík. Øll trý høvdu nógv og gott fylgispæl, kórsangarar eisini. Mest sjáldsama var ungi Daniel Nielsen, sum undir hatti streyk eini hillbillyfiól alla konsertina á tamp. Ein frálík pallseting. Hinumegin í ljóðmyndini var Jóhan Petur Hansen á mandolin og aftastur í ljóðmyndini Pauli Magnussen á kontrabass. Fremst fyri í fyrsta parti, saman við Halli, var hin undurbara kórrøddin hjá Kristinu Bærentsen. Hetta var byrjunaruppstillingin. Framhaldandi kundi hetta verið karmurin um eina perfekta kontrikonsert, eitt hoedown við nýslignum grasi, sum í Grand Ole Opry í Nashville. Men eftir nakrar heilt fáar sangir smildraðu trummurnar ljóðmyndina. Kontrabassurin hjá Paula hevði kunna borið allan ljóðbotnin í hes

Hoedown í Norðurlandahúsinum

Ovast signerar Ragnar í Vík fløgu til Hera Dam. Enn fegnari var Hallur Joensen, sum seldi og signeraði hópin av fløgum. Aftanfyri er dótturin (Myndir: Birgir Kruse) Leygarkvøldið fegnaðust mong um at kontritónleikur varð sloppin inn í Norðurlandahúsið. Eitt statement , tey settu ájavnt við almennan mentanarpolitikk. At kontritónleikur endaliga varð góðtikin av teim ráðandi í Havn. - Ja, nú eru vit sloppin til háborðs, segði Oddbjørn úr Klaksvík so hjartansfegin og javnmetti pallseting og tónleikarar við Grand Ole Opry. Okay, um tað gekst so væl, kunnu tit lesa um í Sosialinum, har eitt ummæli verður undir yvirksriftini "Í øvutari raðfylgju". Men eitt er vist. Bluegrass tónleikur hevur fingið fastatøkur á mongum føroyingum. Og samstundis eiga tey evnini at spæla bluegrass, ein praktfull tónleikagrein, ið onkur kallar hvítan hesta jazz . Enjoy, og lurtið eftir bluegrass. Ikki bara The Isaacs, men eisini Alison Krauss og The Cox Family. Og so ein lítil perla: farið á YouTube og

Havnarkvinnur um Havnarmenn

Katrin Ottarsdóttir og Jóannis Nielsen kjakast í Klingruni í Norðurlandahúsinum eftir frumsýningina av “Ein regla um dagin má vera nokk”, ið er um Tórodd Poulsen. Næsti filmur hennara verður um Jóannis Nielsen (Myndin: Birgir Kruse) Fríggjakvøldið varð filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir “Ein regla um dagin má vera nokk” frumsýndur á stevnu í Norðurlandahúsinum. Filmurin lýsir Tórodd Poulsen og hansara skaldskap á Vesturbrúgv í Keypmannahavn. Eins og klassikarin “Regin útiseti” frá 1986, lýsir filmurin ein føroying í útlegd. Málið hevur hann við sær, hin útilagni. Ímeðan er ymist hent. Regin stetlar illgondur í túninum og Tórddur kenst á ein líknandi hátt skerdur í útlegdini. Hetta gevur eina spennandi inngongd til tað, ið er millum reglurnar hjá Tóroddi. Eins og tær fáu reglurnar, eru útsagnirnar hjá Tóroddi one liners . Sniðfundiga avbjóðandi, men eisini ertandi. Og so brýtur Tóroddur seg sjálvan av. Nú er ikki meir at siga. Tað er bara so. Hetta gjørdi filmin behagiliga hugvekjandi.

Rætt mær gittarin, pápi!

Gott at hava ein hjálpandi pápa. Ragnar, stjørnan í Talent 2008, biður pápan Finn Hansen, rætta sær gittaran eftir at strongurin er slitnaður í Margarinfabrikkin í dag. Niðri undir er Ragnar saman við gittarleikaranum og trummusláaranum, ein power trio, og niðast saman við øllum vinmonnunum kring lokala punkbólkin í Havn (Myndir: Birgir Kruse) Sjálvdan havi eg møtt einum sovorðnum ljóðtrysti og eini sovorðnari tryggari spæligleði sum á Marganfabrikkini í dag. Ragnar Finnson og tveir vinmenn spældu punk, sum var tað ikki bara Green Day, men beinleiðis The Who í 60'unum. Live at Leeds, til dømis. A Timewarp. Allir tríggir framúr beinraknir og málrættaðir á palli. Kanska serliga gittarleikarin, sum spældi og førdi seg fram, sum var tað sjálvur Pete Townshend og ikki bara hansara straight gittarspæl, men eisini hansara rørslur við stórsvingandi gittararmi og sjáldsama dynamiskum pallspæli. Eisini á knøunum, akandi fram til kantin. Eg sigi sum Landauer, tá hann fyrstu ferð sá Springste

Megin í listini

Inger Smærup Sørensen signerar bókina "Livandi list" í bókasøluni Rit og Rák í SMS í dag. Niðast sæst málningurin á bls. 175 (Myndir: Birgir Kruse) Myndlist er ein blómandi listagrein. Soleiðis hevur leingi verið. Í hvussu er síðani Niels Kruse og teir fóru at mála fyri hundrað árum síðani. Men virðingin fyri listini, samstarvið millum útinnandi listafólk, stuðlar og fyriskiparar hevur ikki altíð verið gott. Brøðurnir Torbjørn og Hans Pauli Olsen tykjast órørdir av hesum rákum, íðum og rembingum. Í nýkomnu bókini Livandi list nemur høvundurin, ið er listfrøðingur, við henda veruleika á blaðsíðu 174. Hetta er júst í sambandi við Torbjørn Olsen og list hansara. Og guðsdoy sum eg eri samdur við henni. Serliga tá hon, við støði í málningin Torbjørns, peikar á megina í einum málningi. Styrkin í litunum, tað viðkvæma í litunum og í teimum pinkalítlu skiftunum millum litir, sum málningurin betur enn nøkur onnur listagrein megnar at vísa. Megin er eisini í tí tóma rúminum, sum er

Fría orðið sett til sølu

Fert tú á kjakstaðin www.kjak.fo kanst tú lesa hesi boðini: "Tíðverri er forumið niðri í løtuni. Vinarliga royn aftur seinni." Kjakstaðurin er settur til sølu. Við eddum og øllum (Búmerki) ”Tá Dimmalætting fyrr í ár keypti Vinnuvitan og Vikublaðið, fylgdi ein heimasíða við í keypinum, sum ikki passaði inn í virksemi okkara…” Dimma 10. oktober 2008 So er tað sagt. Tí soleiðis byrjar oddagreinin í nýggjastu Dimmu. Og so kann lesast ein drúgv og samansett frágreiðing um, hví Dimma ikki hevur megnað at hildið hús á http://www.kjak.fo/ . Samstundis verður lesarin vissaður um at øll redaksjonell sjónarmið, líka síðani fronsku kollveltingina, hava og støðug verða hildin á Dimmu. Okay, hevur tú áhuga í rigor mortis, so er hetta spennandi lesnaður. Men mest áhugavert haldi eg tað vera, at Dimma í ónevndu oddagreinini sær fyri sær førleikan sjálv at stýra tí, ið hendir á netinum. At seta dagsordanin í cyberspace. Ein sjáldsama avbjóðandi anakronisma. Greitt er, at gamla Dimma er farin

Sensur á netið?

Ovast er meginnervalagið í føroyska kunningarsamfelagnum, FarIce, Cantat og Shefa sambandið, kortlagt. Jákup Nielsen, FT Net, vísir okkum teir nýggju tunnu og teir tjúkku gomlu kaðalarnar, sum FT Net umsitur inn og út úr Føroyum. Vilja politikarar sensur, so er lætt at kvetta. Niðast síggjast gamlar telefonir. Mittasta er elsta telefonin í Føroyum (Mynd: Birgir Kruse) Okkara land er undarligt. Í sjeynda flokki undirvísti eg onkuntíð í landalæru. Har eru menningar- og ídnaðarlond kravd evni at undirvísa í. Tá plagar eitt ljóst høvd í flokkinum at spyrja: ”Jamen, um eitt land, sum bara livir av einari vøru – kopar, kakao ella bananum – er eitt menningarland, so eru Føroyar eitt soviritt. Tí vit liva bara av fiski!”. So sigur eitt annað ljóst høvd í sjeynda: ”Jamen, vit hava eina rúgvu at telefonum, bilum og læknum fyri hvørji túsund fólk, so vit eru avgjørt eitt ídnaðarland!” Tað er landalæra, vit ganga í sjeynda og vit lesa í bókini ”Heimurin er av lagi”. Jú, so er. Í teldutættasta la

Síðstu offrini hjá Anwar Sadat

Ovast eru kappingarneytarnir og verturin avmyndaðir við Kringvarpstrappuna í Sorturdíki. Niðast er Meinhard í holt við at svara fyrsta skipaspurninginum (Myndir: Ove Olsen og Birgir Kruse) Í spennandi spurnarkappingini hjá Gunnari Nolsøe taptu vit báðir, Meinhard Jensen og eg. Sjiit. Men vit vunnu so annað plássið í áttindapartsfinaluni. Tað høvdu vit sett okkum fyri. Men at vit skuldu falla sum offur fyri Anwari Sadat, tað var heldur óvæntað. Sorry, Meinhard. Minnið kann spæla okkum øllum eitt puss. Men hvat, tá vit lesa Sálmistin sigur hann at “túsund ár í eygum Tínum eru sum dagurin í gjár, hann, sum svann, ja, tey eru sum náttarvøka.” Tá alt kemur til alt, er bara poesiurin eftir.

Mosavaksin minni

Rustaður konteynari við Áir (Mynd: Birgir Kruse) Hyggið væl at hesi myndini. Hetta er ein partur av Føroya søgu, sum nýliga er gloppin okkum av hondum. Norðuri við Áir er niðurlagda hvalastøðin. Niðri við støðna er dráttur, har stórhvalir vórðu drignir í land og skornir upp. Dygst við dráttin stendur ein rustaður konteynari. Og hyggið nú væl. Á mosavaksna botninum í buglaðu rustbingjuni liggur ein akvavittkassi frá Kattrup. Yes, ein kassi frá Veru. Á botninum í einum rustaðum konteynara á eini afturlatnari hvalastøð. Kunnu viðurskfitini blíva fornari? Við alfaraveg liggur hetta stilltalandi vitni um nýlidna føroyska tíð og tilveru. Ja, Veru, sum var eitt úrslit av forboðum og almennum tvørleikum. Eins og føroyska ullin hjá Guðrun & Guðrun. Eins og Rapport hjá Statoil á Argjum. Eins og...ja, tú hevur fangað poengið.

Sólsetur í Syðradali

Gæs í sólsetri við Syðradalsvegin í dag (Myndir: Unn og Birgir Kruse) Havnin er so vælsignað plaserað, at eftir lítlari løtu kanst tú verða burturi í óbygdum. Tú kanst ganga um Kirkjubøreyn, ella koyra eftir vakra vegnum til Syðradals. Alla ársins tíð er tað ein fragd fyri eygað at síggja sólina seta av Syðradalsvegnum. Ikki minst í dag. Meðan Jens Eli Ellefsen syngur í kvøðuljómunum um sól, ið søkir sær hav. Gamaní er tað bygdasligt. Men tá nakrar prúðar gæs kom spankulerandi, tá kennir tú teg í pakt við føroysku náttúruna. Kanska er tað bara bygdasligt at vera føroyingur. Í hvussu er ein sunnudag á heysti.

Heystframsýning úr øðrum vinkli

Hundur í bandi á listaframsýning (Mynd: Birgir Kruse) Ofta verður kjakast um list og hvat, ið er sonn list og um hon sampakkar við hendan ella handan tankagangin. Tað velst ofta um, úr hvørjum horni vit síggja listina og hvat vit vilja brúka hana til. Á Heystframsýningin var ein nýggj, stuttlig uppliving. Ein hundur í bandi. Í sjálvum sær eitt listaverk. Guð vit, hvat hann helt om okkum - og tað sum hongur á vegginum!

Heystið er komið

Ovast síggjast Birgir, Martin, Hans Pauli, Hans og Jóhan Petur á Heystframsýningini 2008. Allir høvdu vit evning hjá Hans David Jacobsen á Venjingarskúlanum. Niðri undir eru vit fýra í bygninginum hjá Føroya Tele í Hoyvík, ið stuðlar sangleikinum Hair, sum sæst á teltinum við áskrfitini Love og No more War og Peace. (Myndir: Øssur Winthereig og Jákup Nielsen) Vit gomlu floksfelagar hava sett okkum fyri at møtast um heysti. Seinastu fýra árini hevur tað verið tá Heystframsýningin letur upp á Skipasmiðjuni, ið nú eitir MEST. Og hetta er mest sum ein spennandi framsýning. Í ár eru tað 16 listafólk, ið sýna fram. Tey fyrireika alt sjálvi og Inger Smærup Sørensen er sambindingarliður . Hesa ferð vísa tey á, at framsýningin sum uppliving er bæði einstaklingaframsýning og kollektiv. Tey siga soleiðis: Ein bólkaframsýning vísir verk hjá einarum, hjá listafólkum, sum ikki hava somu listaáskoðan, sum yvirhøvur ikki brúka sama úttrykk og sum vilja nakað heilt ymiskt við síni list. Soleiðis verðu

Time of Your Life

Eitt bros frá Glen Campbell fangað á palli í Hammersmith Odeon, London (Mynd: Birgir Kruse) - Sum alt lítilsvert er vælsignað , soleiðis ljóðar ein regla úr yrking hjá Williami Heinesen í føroyskari týðing. Tað kom mær til hugs, nú Glen Campbell nonsjalant er farin at syngja Green Day. Tað er sum um aldrandi kontrysangarin syngur og tulkar revolterandi punk við júst hesi yrking hjá William Heinesen í huga. Úrslitið er framúr. Og so er tað sami sangur, sum ungi føroyski punkarin Ragnar Finnson sang í donsku sjónvarpssendingini Talent - Good Riddance (Time of Your Life) . Í London fangaði eg Glen Campbell á pallinum í Hammersmith Oden. Myndin av honum omanfyri er tikin av pallkantinum við vanda fyri at verða blakaður út. Um aðrar vandamyndir av tílíkum slagi kann lesast 27. mars 2008 á hesum bloggi.