Skip to main content

Sensur á netið?



Ovast er meginnervalagið í føroyska kunningarsamfelagnum, FarIce, Cantat og Shefa sambandið, kortlagt. Jákup Nielsen, FT Net, vísir okkum teir nýggju tunnu og teir tjúkku gomlu kaðalarnar, sum FT Net umsitur inn og út úr Føroyum. Vilja politikarar sensur, so er lætt at kvetta. Niðast síggjast gamlar telefonir. Mittasta er elsta telefonin í Føroyum (Mynd: Birgir Kruse)

Okkara land er undarligt. Í sjeynda flokki undirvísti eg onkuntíð í landalæru. Har eru menningar- og ídnaðarlond kravd evni at undirvísa í. Tá plagar eitt ljóst høvd í flokkinum at spyrja: ”Jamen, um eitt land, sum bara livir av einari vøru – kopar, kakao ella bananum – er eitt menningarland, so eru Føroyar eitt soviritt. Tí vit liva bara av fiski!”. So sigur eitt annað ljóst høvd í sjeynda: ”Jamen, vit hava eina rúgvu at telefonum, bilum og læknum fyri hvørji túsund fólk, so vit eru avgjørt eitt ídnaðarland!”

Tað er landalæra, vit ganga í sjeynda og vit lesa í bókini ”Heimurin er av lagi”.

Jú, so er. Í teldutættasta landi í Verðini útflyta vit bara fisk. Vit liva í einum heimi, sum er av lagi. Vit eru bæði og. Umframt at hava dupultan passmøguleika, eru vit menningarland, men eisini ídnaðarland.

Høgni, hin yngri, í Útvarpinum, fekk um dagarnar afturhaldsspolitikarar at svørja til sensur á netinum. Har er so nógv óhumska, sum vit mugu verja okkum fyri. Eri spentur uppá, hvussu ein internetsensurbox sær út, hvussu hon kann seljast og síðani brúkast. Kina hevur góðar royndir, segði annar politikarin.

Báðir politikararnir hava tað til felags, at teir eru av vinnuplássum, uppfostraðir í brøðraumhvørvi og hava valt makt sum framíhjávinnugrein. Eitt umhvørvi, sum mær dámar so ómetaliga væl.

Men alt hevur sín prís. Eisini sensurur og tað øvuta. At lata øll mørk verða opin og stóla uppá tað góða í menniskjum. Ella at gera sum í The Wall hjá Pink Floyd. Laga múrar og byrgja seg av fyri veruleikanum. Tí eyðsæð er at summi hava fingið sær til livibreyð, hvønn Guðsskapta dag, at siga okkum frá um ein veruleika, ið er fullur av porno, abort og rúsevnum. Hetta er teirra krossferð. Higani og til Jerúsalems.

Nei, lat okkum heldur verja og byggja út teir breiðu og skjótu samskiftiskaðalar, sum liggja í allar ættir, til og úr Føroyum. Einum ævintýralandi í cyberspace.

Á Facebook verður sagt ”Nei til sensur á netinum”.

Skrivað verður soleiðis:

Samskifti og tankar eru privat og ómissandi rættur hjá hvörjum einstökum. Sensurur er tískil brot á, og vanvirðing fyri grundleggjandi mannarættindum. At lata landsins myndugleikar byrja at sensurera internetið, er at fara inn á eina vandamikla glíðibreyt. Eins væl, og tað er tyrraniskt, at landið sensurerar telefonsamröður, brævasamskifti og annað samskifti, so er tað eisini greitt brot á okkara rættindi, at myndugleikarnar at blanda seg í ella sensurera internetnýtsluna hjá fólki. Sensurur er eitt gamalt tyranniskt amboð og hoyrir ikki heima í frælsum samfelögum við frælsum einstaklingum. Fræls fólk taka sjálv ábyrgd av sínum samskifti og ábyrgdarfull fólk hava ikki fyri neyðini at hava landið til barnaansara. Kina er ikki ein fyrimynd, men ein ræðumynd á hesum ökinum! Tí siga vit NEI TIL SENSUR og ja takk til frælst internet.
Stigtakari: jontyril@kallnet.fo