Skip to main content

Í øvutari raðfylgju


Ovast síggjast Kristina Bærentsen og Hallur Joensen, síðani síggjast Ólavur Øster, Daniel Nielsen og Petur Hermansen (Myndir: Álvur Haraldsen)

Kontrikonsert var í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Konsertin var í trimum, fyrst Hallur Joensen, síðani Rannvá Vesturklett og at enda Ragnar í Vík.

Øll trý høvdu nógv og gott fylgispæl, kórsangarar eisini. Mest sjáldsama var ungi Daniel Nielsen, sum undir hatti streyk eini hillbillyfiól alla konsertina á tamp. Ein frálík pallseting. Hinumegin í ljóðmyndini var Jóhan Petur Hansen á mandolin og aftastur í ljóðmyndini Pauli Magnussen á kontrabass. Fremst fyri í fyrsta parti, saman við Halli, var hin undurbara kórrøddin hjá Kristinu Bærentsen.

Hetta var byrjunaruppstillingin. Framhaldandi kundi hetta verið karmurin um eina perfekta kontrikonsert, eitt hoedown við nýslignum grasi, sum í Grand Ole Opry í Nashville. Men eftir nakrar heilt fáar sangir smildraðu trummurnar ljóðmyndina.

Kontrabassurin hjá Paula hevði kunna borið allan ljóðbotnin í hesum setti. Fyrstu sangirnir, uttan trummu, vóru bluegrass av evstu skuffu. Hallur sang fyri, í góðari kontakt við fyrst og fremst tónleikararnar á pallinum og síðani fólkið í høllini.

Hann hvíldi so sjáldsama væl í sær sjálvum, at tá nakrir ungir fýrar, ið komu alt ov seint til konsertina, válaðu framvið mikrofonini og heilsaðu uppá hann, fingu teir eina vinaliga heilsan aftur, uttan at Hallur misti stev ella tóna. Tað havi eg ikki sæð áður. Og so slettis ikki í Norðurlandahúsinum. Sovorið ger man bara ikki. At møta ov seint og vera so næsadjarvt líkasælur at heilsa uppá sangaran.

Hetta sama myndaði huglagið í Høllini í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Eingin fínarumpa, bara vanlig fólk, sum hugnaðu sær. Tilkomnir menn við hesthala og spískum svartaskóm, vælsmurdar konur í barmfagurt glitrandi blusum og uppsettum hári. Sjómenn og verkafólk. Og so feinsmekkararnir. Ein heil røð av feinsmekkarum, ið høvdu funnið saman at skifta orð um Hank Williams, kontritónleik og fólksligu sálina á bygd.

Í øðrum parti sang Rannvá Vesturklett. Tónleikararnir vóru skiftir út og vóru nú mest sum Twilight, eitt av kendu danisorkestrunum í landinum. Og her byrjaði dysturin millum djúpa kontriskaldskapin og heiladeyða dansitónleikin. Tað var sum hin djevulski banjodysturin í Deliverance, við ánna burturi í óbygdum.

Sitandi í stólunum í stásiligu Høllini í Norðurlandahúsinum sluppu vit, tannleysu hillbillies, at lúra inn í eitt avdankað dansihøli, har eitt ferðandi dansiorkestur av handahógvi blaðar í lívsins stóru sangbók og ikki hevur ánilsi av, hvør eigur sang, tekst, ella lag.

Kontriskaldskapur er eyðkendur av eini markleysari virðing fyri tí ektaða og upprunaliga, beint úr heimliga túninum. Hetta sást ikki aftur hjá Rannvá og hennara stíli at framføra. Gamaní, røddini bilti einki og nú var trummuljóðið munin betur. Um tað var nýggi trummusláarin, ella ljóðmaðurin, ið gjørdi tað, veit eg ikki.

Triðja og seinasta partin átti Ragnar í Vík. Twilight fóru av pallinum og inn komu teir somu, ið byrjaðu konsertina saman við Halli. Alis, kona Ragnar, var fyriskipari og frásøgufólk. Óneyðuga fjálturstungin gekk hon til og frá. Við sanginum “Mansion on the Hill” kom Ragnar – einastu ferð – gjøgnum ljóðmúrin og fekk alt at svinga. Millum Hank Williams fjepparar var hetta avgjørt besti partur í triðja setti.

Undan Ragnari høvdu bæði Hallur og Rannvá hvør sín føroyska sang við í skránni. Tað var gott og bar við sær neyðuga frámerkið um, at vit vóru í Føroyum og ikki vilst á fremmandum heiðum. Sum føroyskur lurtari krevji eg eitt føroyskt frámerki.

Viðurkennandi tað góða í føroyskum, eigur tað at vera soleiðis. Eisini í einum kontrisangi. Hesa skrá valdi Ragnar ikki. Hann sang ongan heimligan sang. Tað høvdu mong væntað. Tí varð tað so snópisligt.

Ein konsert, ið var skipað øvut - tað besta beinanvegin - var komin at enda.

Besta borgarliga dygdin á heiðini er at drýggja tað besta til síðst. Ja, sjálvur bygnaðurin í einum ektaðum kontrisangi er at dyrka hitt allar síðsta við einaru krúllu á halanum. Tað hava vit til góðar, tá næsta kontrikonsert verður. Og kanska skuldu fyrireikararnir gjørt meiri burtur úr bluegrass.

Í summar hava The Isaacs latið oyruni upp hjá mongum fyri hesi frálíku hevd, sum føroyskar fríkirkjuligar sangbøkur altíð hava átt stóran lut í. Betesda kvartettin kundi verið ultimativa føroyska boðið uppá eina bluegrasskvartett til næstu ferð. Spyrst, so livst.

Birgir Kruse ummæli Sosialurin 20. oktober 2008