Skip to main content

Time of Your Life

Eitt bros frá Glen Campbell fangað á palli í Hammersmith Odeon, London (Mynd: Birgir Kruse)

- Sum alt lítilsvert er vælsignað, soleiðis ljóðar ein regla úr yrking hjá Williami Heinesen í føroyskari týðing. Tað kom mær til hugs, nú Glen Campbell nonsjalant er farin at syngja Green Day. Tað er sum um aldrandi kontrysangarin syngur og tulkar revolterandi punk við júst hesi yrking hjá William Heinesen í huga. Úrslitið er framúr. Og so er tað sami sangur, sum ungi føroyski punkarin Ragnar Finnson sang í donsku sjónvarpssendingini Talent - Good Riddance (Time of Your Life).

Í London fangaði eg Glen Campbell á pallinum í Hammersmith Oden. Myndin av honum omanfyri er tikin av pallkantinum við vanda fyri at verða blakaður út.

Um aðrar vandamyndir av tílíkum slagi kann lesast 27. mars 2008 á hesum bloggi.