Ein biltúrur í skýming á Oyggjarvegnum við The Reverends í fløguspælaranum verður hervið viðmæltur (Mynd: Birgir Kruse) Country er annað enn dansibandtónleikur, fiólir og barmfagrar blondinir. Tað siga The Reverends í tíðindaskrivi, nú teir geva fløguna ”When You’re Done” út á plátufelagnum Tutl. So satt, sum tað er sagt. Dansibandtónleikurin er um at taka lívið av countrytónleiki. Hóast hesa skørpu og ertandi eygleiðing, so velja The Reverends at byrja fløguna við einum floor filler av einum dansinummari, You Gotta Go , sum við gusto gongur beint inn í hvørja dansistovu í landinum. Serliga trummurnar eru fresandi stuttligar. Dansibandtónleikur, so tað syngur eftir í. Kanska er countryútisetabólkurin The Reverends ein anakronisma, sum dyrkar mótsetningar og letur teg fáa júst tað, tú ikki væntaði. Hetta er fyrsta fløga teirra, pakkað við 10 heimagjørdum sangum við ljóði og stíli, vit ikki hava hoyrt áður. Hetta er norðurlendskt Americana. Onnur skering Jim, Jack & Bud er hin b