Skip to main content

Eri eg komin á skeiva klótu?

Við hesari mynd verður Dollars lýstur sum føroysk soap, webcastaður á netstaðnum www.dollars.fo. Fyrsti partur og ein samrøða í Degi & Viku boða frá so lítið góðum, at ummælarin má leita til yrkingar frá 1893 og 1899...

Um dagarnar frættist at nú sleppa vit at síggja amerikansku sjónvarpsrøðina Dollars sum føroyska soap. Við heimligum, óroyndum leikarum, webcastaða á netinum. Eitt hitt besta hugskotið eg havi vitað um í longri tíð. Lat tað vera púra greitt.

Men nú eg havi sæð fyrsta partin havi eg fingið ein ringan smakk í munnin. Serliga eftir at Dagur & Vika vísti eitt brot, har vit fingu innlit í tankarnar hjá teimum, ið framleiða.

Serliga endasetningurin hjá eina listafólkinum handan upptøkutólini, um at ’tað hevði verið áhugavert at kanna, hví føroyingar halda, sum teir gera mótvegis danskarum’. Nakað soleiðis fullu útgangsorðini. Fekk meg at hugsa um Kipling og byrði hvíta mansins frá 1899. Kanska er byrði hvíta mansins enn ok dana. Kanska hugsa teir so, danir. Heilt frá Slavernes kyst, umvegis Rungsteds lyksaligheder til Fattigmandsære i fætter- og kusinesamfundet i nord.

Í Føroyum tosa vit føroyskt, eisini um Dollars. Og um Humørkort-stativ-sælgerens søn eisini.

Ringi smakkurin kemur fram, tí eg kenni meg drignan eftir hárinum, nú eitt norðurlendskt stuðlað listaverk kemur higar, og er ikki annað enn eitt danskt handrit, ætlað føroyingum at lesa upp úr á heimrustini, og sum í grundsubstansi letst byggja á arketypur úr amerikanskum sjónvarpi, í hesum føri Dollars.

At síggja føroyska úrslitið webcastað á netinum ørkymlar meg so mikið, at eg haldi meg hava sett á skeiva kanal. Ja, kanska verða komnan á heilt skeiva klótu. Langt og leiðiligt. Her bøtist einki.

Í staðin fyri fráboðaða føroyska úrslitið, sum danska pressan hevur fyrigyklað almenninginum, innan farið verður til Ghana í somu ørindum, fái eg í besta føri eina ófrívilluga danska hoyggjhúskomediu við góðvarnum føroyskum leikarum, sum við páklistraðum yvirskeggi hava fingið til uppgávus at finna sín innara Dollarsfigur.

Og eg sum ætlaði at spæla Jeff. Eg eri veruliga komin á skeiva klótu. – Ella munnu tað vera upphavsfólkini, ið hava valt skeiva kanal og hava fingið hol ígjøgnum til ein heilt annan heim, eina aðra klótu í tykisheimi?

Kanska er tað listaverkið. Spyrst, so livst.

Útgangsbønina skal norski Sigbjørn Obstfelder (1866-1900) eiga, tað er so púra vist og satt.

24 ára gamal var hann í Milwaukee í Wisconsin í 1890. Her yrkti ungi oldingin um Julaften, ið kundi verið ein modernaður countrysangur við George Jones. Trý ár seinni skrivaði hann meistarligu yrkingina niðanfyri. Nógv ár fekk hann ikki á fremmandu klótuni, depressivi, men sansaligi vallarin Sigbjørn Obstfelder.

JEG SER

Jeg ser på den hvide himmel,
jeg ser på de gråblå skyer,
jeg ser på den blodige sol.

Dette er altså verden.
Dette er altså klodernes hjem.

En regndråbe!

Jeg ser på de høie huse,
jeg ser på de tusende vinduer,
jeg ser på det fjerne kirketårn.

Dette er altså jorden.
Dette er altså menneskenes hjem.

De gråblå skyer samler sig. Solen blev borte.

Jeg ser på de velklædte herrer,
jeg ser på de smilende damer,
jeg ser på de ludende heste.

Hvor de gråblå skyer blir tunge.

Jeg ser, jeg ser...
Jeg er vist kommet på en feil klode!
Her er så underligt...

(Sigbjørn Obstfelder 1893)

Yvir og farin!

Comments

nitram1999 said…
so púra samdir! Havi sjálvur verið í periferiini av projektinum síðani í januar. Fekk ongantíð ordliga skil á hvat tað fór at vera. Møtti so dønunum, og teir eru absolutt fittir fýrar. Onki galið við teimum og teirra yvirbevísingi... Ikki ein ringan tanka um teir... Men hugskotið allíkavæl... Øll eru vit nokk onkuntíð marionett figurar uppá ein ella annan máta. Verður tað so kunstur ella niðurgerðing? Tað fáa vit at síggja. Vóni sjálvandi tað fyrra... Og hevði gjarna vilja sæð teir gjørt akkurát tað sama "eksperimenti" við politikarunum á Christiansborg :)
Birgir Kruse said…
Hugskotið er frálíkt. Og púra greitt er hetta satira. Men hvønn vegin vendir satiran? Eg má hava kumpas og stuðulspedagog fyri at skilja...snávingarsteinurin er málið. So leingi tað ikki er við støði í lokala málinum, so ber ikki til at gera satiru. Úr tí lokala málinum kunnu vit fara allar staðir, sum t.d. Pipar & Salt í 'Danmark er et dejligt land'...
Dorit said…
Komi at hugsa um Kristian von Hornsleth og hansara geitaprojekt í Afrika.
http://www.information.dk/146781

Í Politiken sigur ein av Dollars-bakmonnunum, at
"Færøerne er det tætteste, man kommer på et soap-samfund"

Hava danir loyv at gera grin við føroyingum? ella afrikanarum? ella muslimum?

Og tað stuttliga/tragiska er at hvør einasa reaktión er ein fjøður í hattin hjá "listafólkunum". Listin liggur í provokatiónini, og um eingin reagerar, er eingin list.

Tí fer hesin bloggposturin heilt sikkurt at sleppa á fína Link-listan inni á dollars.fo . Sum prógv um at hetta veruliga er list.
Birgir Kruse said…
So er, Dorit. Men samstundis er tað eitt sunt tekin um eitt gott kjak-klima :-)