Skip to main content

At siga søgur í myndum

Andres Jacobsen við tveimum linsum, ið geva góða dýpd í filminum The Enigma (Mynd: Birgir Kruse)

Millum ung er hugurin at gera film og siga søgur í myndum størri enn nakrantíð. Greitt er, at vit liva í einari mentan, ið myndaliga er meiri ágangandi enn nakrantíð áður. Einari mentan, har førleikin at siga søgur í myndum fær størri týdning, enn vit fyrr hava hildið.

Tí plagi eg at korrigera bíbilsku orðini um, at í fyrstuni var orðið, til at í fyrstuni var myndin. Tí vit kunni ikki tosa um orð, uttan fyrst at hava eina greiða mynd av týdninginum í orðinum.

Polar Films vil siga nýggjar føroyskar søgur í stórum myndum. Polar Films eru Brian Samson og Andres Jacobsen, sum báðir eru ungir menn úr eysturbýnum í Havn.

- Vit simpulten elska at gera film, og hetta er naka vit ætla at forseta við, sigur Andres.

Nú teir eru farnir undir nýggja stuttfilmsrøð, The Enigma, hevur Andres boðið mær at síggja fyrsta partin á loftskamarinum í Vallaratúni 1. Hetta er sama rúm, vit síggja í stuttfilminum Kvirt Summar, ið sýndur varð á filmsstevnuni Vársól í Havnar Bio í apríl 2009, sum forfilmur til Milk. Ein Páll-Púra-einsamallur-filmur úr Havn. Ikki so galið.

Á ruddiliga kamarinum hevur hann borðreitt við kaffi og wienarabreyði framm fyri blu-ray anlegginum.

- Ætlanin við stuttfilmsrøðini er at seta ein hægri standard innan teknisk forhold í føroyskum filmi. Til dømis at fáa filmin at síggja cinematic út, tað er nakað vit halda manglar í føroyskum filmi, sum vit higartil hava sæð, sigur Andres.

- Tey flestu eru kanska áhugaði í, hvønn veg søgan fer. Uttan at gera ov nógv burturúr, so kann eg siga at vit ætla at fáa høvðuspersónin Rógva at útvikla seg til ein sinnisforstýraðan listarmann, sum spakuliga missir førleikan at skilja millum veruleika og fantasi.

Andres, ið sjálvur spælir Rógva, ætlar at tað skal eisini vera ein góður twistur í endanum, sum gevur hyggjaranum møguleikan at spekulera yvir tað, hann ella hon hevur sæð. - Kanska er tað ein innari demonur hann stríðist við, ella kanska er onkur, ella okkurt veruligt úti eftir Rógva. Hendingar, sum fáa hyggjaran at teinkja, ístaðin fýri at fáa alt inn við skeið. Og á tøkniligu síðuni er ætlanin at seta tað tekniska støðið, og innihaldið eisini, hægri fyri hvønn partin, ið verður gjørdur.

Fyrsti parturin av The Enigma er, eins og aðrir filmar frá teimum, at síggja á YouTube. - Hetta gera vit fyrst og fremst tí vit vilja vita, hvat respons vit fáa. Avgjørt er ikki enn um allir 3-4 partanir fara at koma á YouTube, men tað er sannlíkt. Næsti parturin verður allarhelst klárur beint eftir nýttár.

Verkætlanin hjá Brian og Andres vardi 14 dagar. - Hetta hevur veri eitt tveymans projekt, men eitt sindur av hjálp hava vit fingið frá kenningum.

Sjálvur gongur Andres á handilsskúla og Brian er í læru í sjónvarpinum. - Kanska tá ið Brian hevur fingið læruna uppá pláss og eg havi fingið handilsskúlaútbúgvingina lidna, tá eru vit klárir at taka Polar Films á næsta støðið. Vit vóna at góð kreativ evni og ein góð marknaðarføring kann hjálpa okkum at røkka longri enn tey flestu innan film í Føroyum higartil.

- Sjálvt um filmur hevur verið frammi her í nøkur ár, so haldi eg at hann enn er í nýføðingarfasuni og tí eru framtíðarvónirnar hjá okkum góðar og høgar. Vit hava møguleikan at vera við til at stoypa grundarlagið í tí, sum kanska einaferð fer at vera nakað heilt stórt í Føroyum og hetta er avgjørt ein av drívkraftunum hjá okkum, sigur Andres á Vallaratúnsloftinum í eysturbýnum.

Onkur sigur at filmur skal síggjast í biografinum. Eg vil leggja afturat, at søgur skulu sigast í myndum. Eg ynski teimum í Polar Films alt tað besta í teirra royndum at siga søgur í myndum.

Her er leinki til filmin:

http://www.youtube.com/watch?v=hKDDfhEklN4&fmt=22