Atongumerkini eru tryggjaði til konsertina við Charley Pride í Ítróttarhøllini á Hálsi sunnukvøldið 22. november 2009 klokkan 19:00 (Myndir: Birgir Kruse) Hvat er at vera bygdasligur? Er tað neiligt ella jaligt? Í dag kom eg nærri einum svari. Tí eg kendi meg bygdasligan í nýggjum ljósi á einum óvæntaðum staði. Tað var, tá eg í slavnari toku fór niðan í Gundadal at keypa mær atgongumerki til Charley Pride konsertina í Ítróttarhøllini á Hálsi. Í sjálvum sær eitt afturhvarv til dansistovuna á Eiði og vónleysa lívið millum túrarnar hjá langfaramonnum á bygd. Statoilstøðin selir dagsins atgongumerki. Fyrr æt fyritøkan Esso og á Eiði var hon umboðað av Óla í Pálstovu, sum niðri á Hamri seldi bensin fyri 2,05 kr liturin. Articon, ið er ein av fáu fyritøkunum, sum bjóðar arbeiði til føroyskar hendur í dag, umvælir støðina í Gundadali. Hon er flutt í eina grillbarr, har angin av stoktum pylsum stendur ramur í nasarnar, tá eg tríni inn um. Úr útvarpslurtinum hoyri eg Øssur Winthereig siga nøkur