Skip to main content

Hey Jude er best







Ovast sæst plátan Hey Jude, sum fekk flest atkvøður í Bitlavinafelagnum. Síðani eru vit á Heystframsýningini í Listahøllini á Skipasmiðjuni, at fáa rætta klangbotnin. Birgir hyggur inn í standmynd, sum er partur av innstallasjón hjá Brandi Patursson, meðan Hans tekur undir armin á hinum partinum av somu innstallasjón. Við Hansinu Iversen í baksýni er Andrias Andreassen heilt intressantur. Hann tók myndina av okkum fýra í tí klivanum, vit hildu vera mest spennandi við Mariusi Olsen til vinstru, Anker Mortensen mitt fyri og Tórbjørn Olsen til høgru. Mest áhugaverda einstaka verkið mundi vera Tóroddur Poulsen við skipsskrúvu og kongabommum. Praktfult á Skipasmiðjuni. Síðani fóru vit undir meira verðslig fyribrigdi sum spik og epli á baksetrinum í einum gomlum Volvo. Leggið til merkis at Hans hevur skrivað The Beatles á døgguta bilrútin handan Veðrin. Og so ganga vit úti í veðrinum yviri við Strond. Suni Mittún tók felagsmyndina við brimi.

Leygardagin 3. oktober 2009 var lýst til tingsetu í nýstovnaða Bitlavinafelagnum, har drigið varð úr talgildu tónakistuni hjá The Beatles. Umframt tónleik og felags minni, knýtt at ymsu plátunum, valdu vit bestu Beatlessangirnar.

Flestu atkvøðurnar fekk Hey Jude. Mín favorittur var Eleanor Rigby, ið fekk næst flest atkvøður. Hóast eg havi upplivað ta ómetaligu gleði at syngja kór á Hey Jude nakrar metrar frá Paul McCatney í Parkini, so atkvøddi eg slettis ikki fyri hesum sanginum. Haldi hann er líka vánaligur, sum hann er langur. Mínir Beatlesfavorittar vóru umframt Eleanor Rigby: Yesterday, Something, She is leaving home, A Day in the Life, Nowhere man, Ticket to Ride, All my loving, I’ll follow the sun og And your bird can sing.

Nýggja fløgusavnið byggir á upprunaupptøkurnar, sum eru ljóðblandaðar av nýggjum.

Ilt er at samanbera, tí fyrr høvdu vit ikki stereoanlegg sum í dag. Tá brúktu vit antin spolabandupptakara, ella plátuspælara við hátalara í lokinum. Tí ber illani til at staðfesta, at eitt ljóð er nýtt. Men eg havi heft meg við bassin hjá Paul McCartney. Serliga í Something. Eg minnist meg ikki hava hoyrt tær kláru basslinjurnar í hansara spæli á hesi plátu. Tað er heilt poetiskt. Kanska hevur tað altíð verið har, men tøknin hevur helst ikki megnað at lyft ljóðið upp úr plátufoyruni og kasta tað út í rúmið.

Í sambandi við Something, mintist Jóhan Petur, at einaferðina vit tóku epli upp í veltuni - ella havanum, sum tey siga í Havn - hjá okkum, tá fingu vit 11 krónur í part afturfyri. So gekk leiðin beint oman í Radiohandilin, har eg keypti Something, ið var nýggjast Beatlesplátan tá. Jóhan Petur keypti eina aðra. So kanska hevur pápi mín havt eina væl umhugsaða orsøk at geva okkum 11 krónur í part fyri at taka upp epli á Hvarvinum. Í 1969 var hetta kostnaðurin fyri eina single plátu. Natives úr Vestmanna spældu Something og eisini Reflections of my Life hjá skotska bólkinum Marmelade. Hóast stórur lyriskur munur er á sangunum, er basslinjan rættuliga lík.

Nýggja talgilda tónakistan hjá The Beatles er tí sum ein opinbering, ið ger tað áður ósædda klárt og nærverandi. Instrumentala lagið Flying av Magical Mystery Tour er enn eitt dømi um hetta sama. Feitt og groovy. Og so er ein áhugaverdur dokumentarfilmur, mest úr Anthology røðini, um allar LP pláturnar hjá The Beatles.

Skemt skal takast í ramasta álvara. At leggja rætta klangbotnin fyri dagin hjá Bitlavinafelagnum, møttust vit á Skipasmiðjuni at síggja Heystframsýningina. Drúgva skemtiskráin var henda:

15:00 Come Together: møtast á Skipasmiðjuni til fimtu Heystframsýningina 2009

15:30 A Taste of Honey: turrur fiskur, grind, spik og epli serverað afturvið Abbey Road í Volvo 343 hjá Jóhan Peturi á Ískajuni

15:50 Here Comes the Sun/Rain: ganga fram við Skálatrøð, Vágsbotni, Tinganesi, Kongabrúnni og Skansanum, yvir við Strond, finna seinasta fiskaplássið í Havn og so niðan á Tórsbyrgi

16:30 The Long And Winding Road: síggja dokumentarfilmin The Mini Documentary 50 min (Bob Smeaton 2009) um allar LP pláturnar hjá The Beatles

17:45 Across The Universe: ganga til Bowlinghøllina á Hálsi

18:00 Roll Over Beethoven: Bowla á einum bana, afturvið eini Bitlabjór

19:15 Drive My Car: bitlabilur við tónleiki frá Bowlinghøllini til Jóhan Petur

19:25 You Like Me Too Much: 10 teir bestu Beatlessangirnir verða funnir. Hvør einstakur gevur 1 til 10 stig til 10 úrvaldar sangir. Vinnandi sangur spældur.

20:15 Penny Lane: Ganga oman til Martin

20:20 Picture yourself..: egnar myndir non stop á skermi, við Bitlatónum afturvið

20:30 Come Together#2: Fyrireika Bitlahársdøgurða hjá Martini

21:30 Bitladøgurði, uttan hár í suppuni, verður borðreiddur:
forrætur:
Hummarsúpan úr Octopus Garden við hvíttleyksfloytu úr Norwegian Wood
høvuðsrættur:
Svínalundir Little Piggies í rómafati við Bungalow Bill fyllu
omaná:
Obladi-Oblada ísur við Penny Lane sjokulátu og Strawberry Fields pinnum

23:00 Look Up The Number: Beatles Quiz four by four 15 minuttir í part

24:00 Baby You’re a Rich Man: Ársins BitlaBesserWisser kosin

00:15 I’m Looking Through You: Bitlavinafelagsumboð sýna eitt dvd-klipp í part

01:00 Twist and Shout: Bitlatónleikur ad lib