Skip to main content

Sakaris Stórá, filmslistamaður úr Skopun

Sakaris Stórá er 23 ára gamal og uppvaksin í Skopun. Tá hann hevði arbeitt trý ár á flakavirkinum í bygdini fór hann til Noregs á filmsskúla. Nú er hann heima aftur.

Fyrst gekk hann eitt ár á film- og videolinjuni á Agder Folkehøgskole uttanfyri Kristiansand og helt so fram í tvey ár á Nordland Kunst- og Filmfagskole í Lofoten. Passasjeren var endaligi fráfaringarfilmurin á seinna skúlanum. Á sama skúla hevur Sakaris fyrr gjørt stuttfilmin Ikaros.

- Tað er nokkso ringt at seta orð á, hvussu man fær eitt hugskot til ein film, tað kemur oftast í smáum, sigur Sakaris.

- Tá eg gjørdi mín fyrsta film Ikaros, setti eg mær tað mál, at tora at fortelja eina søgu sum var nokkso persónlig. Tað vil siga at eg kendi væl til kenslunar, the setting og umhvørvið í filminum, sjálvt um problematikkurin og sjálv konfliktin ikki var persónlig. Hugskotið til Ikaros kom frá einum lítlum essay, sum eg skrivaði um ta kensluna, ið er knýtt at útlongsli. Ein kensla, sum tey flestu, ið vaksa upp á bygd kenna. Síðan setti eg ein afturhaldssinnaðan pápa sum antagonist inn í søguna og valdi at gera hana til eina konflikt millum faðir og son. Eg hevði ongantíð leikstjórnað, so tað yvirskipaða málið við filminum var bara at gera mítt besta og fáa ein film burturúr, sum eg kundi vísa til jólaroyndina. Og tað kláraði eg. Ikaros bleiv fyri tað mesta væl móttikin, sjálvt um summi slettis ikki dámdu hann, men soleiðis er tað við øllum filmum. Sjálvt um filmurin er vístur á onkrum filmfestivalum, so var hann ongantíð meintur sum annað enn ein skúlauppgáva á norska filmskúlanum. Men Ikaros er ein filmur, sum lættliga kundi veri gjørdur í Føroyum, enntá í Skopun, sigur Sakaris Stórá.

Við stuttfilminum Passasjeren hevur Sakaris Stórá setti sær onnur mál, enn við fyrra filminum Ikaros.

- Tað er allatíðina neyðugt at seta sær persónlig mál og nýggjar avbjóðingar við tí man ger, annars mennist man ikki, sigur Sakaris.

- Eg vildi fortelja eina søgu, sum eg ikki hevði nakrar relasjónir til. Eina søgu, har alt var fremmant fyri mær. So uppá ein máta er Passasjeren totalt ópersónligur. Tað var eitt sindur av tilvild, at filmurin kom at snúgva seg um ein taxasjáfør. Taxasjáførar eru nokkso stuttligir. Man kann sita og práta við teir um alt, ella sita innistongdur í einum bili saman við teimum í fleiri tímar, uttan at siga nakað. Men onkusvegna eru teir bara ein til-arbeiðis-fasada. Tá arbeiðsdagurin er liðugur, fara teir heim til eitt privatlív og har hava teir, sum øll onnur, gleðir og trupulleikar at fáast við, sigur Sakaris.

- Í Passasjeren valdi eg aftur at byggja filmin á eina konflikt millum faðir og son. Eg var nokkso ósikkur í hesum, tí eg var bangin fyri at tað skuldi minna ov nógv um Ikaros. Men eg gjørdi tað alíkavæl, tí eg var so nøgdur við søguna. Man skal ikki vera bangin fyri at endurnýta hugskot og detaljur. Fyristilla tær at Sámal Mikines ikki hevði vilja málað Saknur, tí hann longu hevði teknað eina kvinnu í onkrum øðrum málningi, sigur filmslistamaðurin úr Skopun.

- Eg hevði fingið tveir útlærdar leikarar til høvuðsleiklutirnar. Men tríggjar dagar undan upptøkunum góvu teir avboð. So eg varð noyddur at finna nýggjar leikarar og seta teir inn í søguna. Tað var tann stórsta avbjóðingin við Passasjeren, men hinvegin so er avrikið hjá leikarunum júst tað, ið eg eri best nøgdur við. Burtursæð frá onkrum leikluti í onkrum filmi á skúlanum, so høvdu tey als ongar royndir.

- Eg síggi tað at gera film líkasum at gera døgurða. Um tú brúkar nógva tíð og orku at gera ein stóran rætt, sum ongin etur, so er tað bara tíðarspilla. Um fólk eta og dáma rættin, so er tað gott. Responsurin, sum eg havi fingið uppá Passasjeren hevur veri góður. Fólk siga at tey eru blivin rørd av filminum. Og tað er gott at hoyra. Annars hevði tað verið, sum at gjørt ein stuttligan film, sum eingin flenti eftir.

Báðir filmarnir Ikaros og Passasjeren eru tiknir eftir trimum døgum við einum RedOne kamera, sigur Sakaris Stóra, ið hevur sent filmin til onkran festival, og ætlar at senda hann til enn fleiri.

- Vónandi verður filmurin vístur á onkrum festivali. Teir eru jú so ymiskir, og hvørjir filmar vera vístir har, kemur alt ann uppá hvør situr í dómsnevndini, festivaljuryini, og hvussu tey persónligani dáma filmin. Filmur er ikki sum fótbóltur, har mann hevur stigatalvur, ið staðfesta vinnarar og taparar.