Skip to main content

Føroyar sum brand



Merkið er nógv brúkt brand í íslendskum handilsgluggum í løtuni. Ovast gamli skreythandilin hjá Franch Michelsen, síðani Boys in a Band í geisladiskabúðini hjá Smekkleysa og niðast Icelandic Wonders við íslendskum ullavørum, sum allar eru føroyskar og frá Sirri (Myndir: Birgir Kruse)

Føroyingar, ið ferðast í Íslandi, verða bornir á lógvum. - Var tað ikki fyri tykkum, so fóru vit á húsagang, sigur ein handilskona, ið selur mótaklæði til múgvandi kvinnur á handilsgøtuni í Reykjavík. Eftir okkara pungi er prísurin í botni, hóast merkini eru tey dýrastu.

Á Laugavegnum er einki tekin um kreppu. Men tað kennist pínligt at vera føroyingur í Íslandi.

Í næstu búð eru fløgur til sølu. Skilji, at Smekkleysa eigur úrvalið, sum er í topp og tænastan hægri. Eftir ein fyrilestur um Pétur Poppara, Pétur W. Kristjánsson, varnist eg nakrar føroyskar fløgur. Harkaliðið og Boys in a Band. Henda seinna stendur fremst og best fyri í geisladiskabúðini.

Merkið, føroyska flaggið, er sett á dreingirnar úr Gøtu. Inn í flaggið er sett eitt búmerki við tveimum hondum, ið taka eitt samtykkjandi lógvatak vestur um hav. Ein fólkslig og vinnulig bróðurhond. Við spjaldrastavum stendur: TAKK!

Men áhugin er lítil. Fløgan er sett niður í prísi og merkt tilboð. Her ráða brand sum Jónsi úr Sigur Rós.

Longur niðri í gøtuni er skreythandilin hjá Franch Michelsen. Undir føroyska merkinum verður kunngjørt í sýnisglugganum, at allir føroyingar fáa 10% avslátt, umframt 15% skattaavslátt, tá keypt verður. Útboðið fevnir millum annað um Rolex ur.

Heilt niðri har handilsgøtan endar, á Ingólfstorgi, er innbjóðandi handilsbúð við íslendskum ullavørum. Icelandic Wonders og ektaðar ullavørur sigur skelti uttanfyri. Komin inn, síggi eg at undrunarsama úrvalið er føroyskt. Tað er frá Sirri.

Kom at hugsa um føroyska fiskin, sum í stórheitstíðini hjá Faroe Seafood varð marknaðarførdur sum Icelandic Seafood á amerikanska marknaðinum. Skulu vit øsa okkum, ella sláa kalt vatn í blóðið?

Í Amerika fingu vit ein góðan marknaðarpart og so leingi fiskurin var góður og hvítur, legði amerikumaðurin líka í, hvørt fiskurin var føroyskur ella íslendskur. Hann hevði ikki ánilsi av at nakar munur var á hesum báðum upprunalondum, tíansheldur flukterandi havstreymum.

Og samstundis mugu vit sanna at kanska er eitt lágmark, eitt minstamark, ið kann bera branding og sjónlig tjóðareyðkenni, tá umræður marknaðarføring av smáum londum sum okkara. Skulu vit ikki bara blaka pengar eftir lýsingastovum og berjast við vindmyllur, mugu praktiskar loysnir til.

- Vit hava altíð ynskt okkum nakrar suðurhavsoyggjar, segði uppstandskemtarin Hallgrímur Helgason, tá hann opnaði framsýning í Listaskálanum 2001. Undir heitinum Gullpensilinn sipaði hann ertandi til okkum føroyingar.

Kanska skuldu vit tikið av tilboðnum og gjørst íslendskar suðurhavsoyggjar.