Ovast sæst filmsplakatin og niðri undir eru tey bæði, leikstjórin Katrin Ottarsdóttir og høvundurin og filmsevnið Jóanis Nielsen, avmyndaði í Klingruni í Norðurlandahúsinum, tá fyrireikingarnar til filmin byrjaðu (Myndir: Pressumynd og Birgir Kruse) Hóskvøldið 3. desember 2009 kl 20:00 frumsýnir Katrin Ottarsdóttir filmin Sporini vaksa úr orðum á Meiarínum, Tjóðpalli Føroya. Filmurin, sum lýsir Jóanes Nielsen, varir 75 min. Frumsýningin er partur av 100 ára haldinum hjá Tórshavnar kommunu. Katrin Ottarsdóttir hevur áður gjørt filmar um listamenninar Hans Paula Olsen og Tórodd Poulsen, sum eins og Jóanes eru úr Havn. Eins og í hesum báðum førum verður nýggi filmurin Sporini vaksa úr orðum at fáa á DVD við eyka tilfari. Katrin Ottarsdóttir um filmin: Sporini vaksa úr orðum man vera íbirtur av mínum egnu fordómum um Jóanes. Hesin álvarsami maður, sum altíð hevur verið ein partur av býarmyndini í Havn - antin á prutli ella í djúpum tonkum við hondunum handan bak gjøgnum havnargøtur. Ival