Skip to main content

Posts

Hin góða søgan vinnur - sjálvt á føroyskum mentanarpolitikki

Jeff Bridges vann eina Oscar virðisløn fyri leiklutin í filminum Crazy Heart, sum er um ein falleraðan countrysangara. Men útlitini fyri at hann og nógvir aðrir góðir filmar verða vístir herheima eru smálig (Mynd úr filminum) 3D filmurin Avatar og leikstjórin James Cameron fingu ein ordiligan framaná, tá Oscarhandanin fór fram í Los Angeles í nátt. Hesin risastóri pengafilmur við teim syrgnu og misháttu andlitunum, fekk bara smærru virðislønirnar. Hinvegin fóru stóru virðislønirnar til smærru filmarnar. So tað er at fegnast um at dómsnevndin heldur fast í at tað altíð er hin góða søgan, ið er virðislønarverd. Av tilnevndu filmunum er tað nærum bara Avatar , ið hevur verið sýndur herheima. Uttan um vegir havi eg fingið eitt eintak av Crazy Heart , sum eg nú fari at hyggja eftir. Jeff Bridges, sum seinastu árini er vorðin ein av mínum yndisleikarum, hevur høvuðsleiklutin. Og so tekur filmurin støðið í eini søgu hjá Thomas Cobb frá 1987 um ein falleraðan countrysangara, sum einaferð

SVART OG REYTT

- Við tveimum teimum grafiskt sterkastu litunum er henda framsýningin av steinprentum og koparprentum sjónligt dømi um ta heilt serligu megina í grafisku tøknini, sigur Kinna Poulsen (Myndir: Jan Andersson) Á Grækarismessu letur svart-reyð grafikkframsýning við 11 listafólkum upp í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Kinna Poulsen hevur valt verkini og Carl Jóhan Jensen setir framsýningina Kinna Poulsen skrivar soleiðis um framsýningina: Á Grækarismessu í ár verða framsýningarhølini hjá Steinprenti á Skálatrøð skrýdd í júst somu litum sum fuglurin, ið fær serligan ans henda dag. Men tjaldurslitirnir við reyðari og svartari tekning á hvítari grund tóktust eisini sum upplagt litaval, nú Grafiski Verkstaður Føroya fór í gongd við at skipa fyri eini lit-tematiskari framsýning. Orsøkin til hetta er meira listarlig og grafiskt grundað, enn hon er tjaldurslig. Fyri kortum varð áhugafelagið Steinbrá stovnað og eru tað tey mongu fólkini, ið longu hava teknað seg sum lim og sum á annan hátt hava sý

Lisa í Leikalandi

Alice in Wonderland er evni í handilsglugga í London, har tey selja sertifiseraðan heilsukost, krydd og súltutoy. Kanska eitt uppskot fyri marknaðarføring av føroyskum fiski, so hann verður MSC góðkendur og reiðiliga tað (Myndir: Birgir Kruse) Lisa í Leikalandi , soleiðis kallaði Axel Tórgarð týðingina av Alice in Wonderland , sum Lewis Caroll skrivaði í 1865. Týðingin kom út á forlagnum Aldan í 1988. Nú verður søgan sýnd í Havnar Bio, har Tim Burton við nýggjastu tøkni blendar upp fyri hesum gamla klassikara. Johnny Depp er óði hattamakarin, Mia Wasikowska er Lisa og Helena Bonham Carter er Reyða drotningin. Filmurin byggir ikki bara á hina einu søguna frá 1865. Nei, hann blaðar eisini í søguni Through the Glass , sum Lewis Carroll skrivaði í 1871. Internet Movie Data Base telur 23 spælifilmar, sum hava heitið Alice in Wonderland . Hin elsti er frá 1903. Hann varir 8 minuttir og er rímiligvís svartur og hvítur. Í 1951 opnaði Disney øll málingablikk og stoytti alt í ein teknifilm við s

Sleeping Picasso

Savnsvaktin er fallin í svøvn undir Picasso málninginum á Ermitasjuni í Sankta Pætursborg. Niðri undir ein Da Vinci originalur, beint fyri blitsinum. Niðast marsjera kadettar inn í Ermitasjugarðin (Myndir: Birgir Kruse) Á heimsins listasøvnum er mangt og hvat at síggja. Ikki minst á Vetrarpalassinum og allari Ermitasjuni í Sankta Pætursborg, ella Государственный Эрмитаж sum russsiska navnið á stóra savninum er. Við dyrnar kanst tú leggja eitt oyra við lúkuna og sleppa at avmyndað allar originalar málningar, við blitsi. Alt fyri pengar. Leonordo da Vinci, El Greco and the lot. Men avmarkað er, hvussu spennandi tað er at ganga og avmynda allareiða málaðar málningar. Høvdu listafólkini verið fangað in the act, caught painting, hevði tað verið nakað annað. Men tú kanst renna teg í stuttligar støður og hendingar millum hesar túsundtals málningar. Sum til dømis tá ein útlúgva babushka leggur seg framyvir og svevur søtan blund - undir einum Picasso málningi. Tað skal vera henni væl unt. T

Søgurnar vella úr føroyskum filmstólum

Filmurin "Aldur" eftir Heiðriki av Heygum varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum týskvøldið Fyri nærum fullsettari høll sýndi Norðurlandahúsið týskvøldið 23. februar 2010 tríggjar nýggjar føroyskar filmar. Í førinum hjá Heiðriki av Heygum var talan um frumsýning, tá hann vísti filmin um Aldur , ið er ein persónligur filmur um ommuna, sum svimur á vánni í Vestmanna. Um Aldur Frá fyrstu løtu skapa poetiski tónleikurin og svørthvítu myndirnar ein heilt serligan dám. Men skjóta skiftið til litir órógvar meg eitt sindur. Eg hevði væntað eina meiri stiliseraða framseting, sum nettupp bygdi á hitt kornuta og svarthvíta, ið aftur bendir á minnismyndir, sum við sjóvarmálan seta hin einstaka móti tí almáttuga. Her er tað havið og aldurnar, um aldur og ævir. Filmsheitið gevur góða meining og spælir við í allari søguni. Søgan er so sjáldsom og einastandandi at hon ber øllum, hóast frásagnarpersónurin er orðaríkari enn eg brýggi meg um. Íð hvussu er á stuttfilmi. Søgan flytur meg inn í ein

Ein diva við x-faktor í Tórsgøtu

Anna Nygaard syngur Havnarløg saman við Tórshavnar Stórbandi í Tórsgøtu fyri ólavsøku 2009 (Myndir: Birgir Kruse) Sunnudagin fyri ólavsøku í fjør sang X-Faktor aktuella Anna Nygaard úr Runavík við Tórshavnar Stórbandi í Tórsgøtu. Á skránni vóru Havnarløg í útsetingum hjá Magnusi Johannessen. Tað var 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu sum hevði bílagt konsertina, sum var almenn og ókeypis undir opnum himni. Anna skaraði framúr við eini livandi swing framførslu av Havnarløgum . Umframt Onnu, sungu Sólvá Ford, Finnur Jensen og James Olsen. Orkesturleiðari var Eirikur Skála, sum saman við Ólavi Olsen hevði fyriskipað tiltakið.

The Reverends inn um skúlagátt

Fløgan When You're Done hjá The Reverends kom í fjør heyst. Nú er ein sangur teirra sloppin inn um skúlagátt (Myndir: Birgir Kruse og Tutl) Síðani fyrstu ferð eg hoyrdi Niclas Thorsteinsson syngja rokk við einum dismi av Americana, hevur mær dámt hann. Fyrstu ferð mundi verða, tá Náttarravnssendingin fór í luftina ein vetur fyri tjúgu árum síðani. Tað var ein egin kúrekasangur, helst kveiktur av Kansasheiðin, har Niclas hevði verið skiftisstudentur árið fyri. Eftir lærarabókini fekk hann 13 fyri avrikið. Síðani komu Mold og nú eru tað so Reverends. Nýggju fløgu teirra When You’re Done ummældi eg her á blogginum 24. August 2009 undir heitinum My Heart is the Open Sky , sum er ein regla úr einum av sangunum. Í ummælinum peiki eg á sangin Jim, Jack and Bud sum hin besta. Nú er hesin sangur sloppin inn um skúlagátt. Á almenna og opna undirvísingarpotalinum SNAR eru uppgávur lagdar út um júst henda sang. Sagt verður soleiðis: 10 uppgávur í enskum á miðnámi Uppgávurnar kunnu brúkast á

Jákup, Birgir og Jógvan

Jógvan á Dul tók myndina av Jákupi og mær uttanfyri Akkuleya. Jákup er vertur í sendingini In Mente (Mynd: Jógvan á Dul) Omanfyri sæst Jákup Magnussen við útvarpsmikrofon í Niels Finsensgøtu, uttanfyri blómubúðina Akkuleya. Jákup er vertur í útvarpssendingini In Mente , sum verður send mikudagar. Jógvan á Dul tók myndina og legði hana straks á Facebook. Myndatólið hevur Jógvan altíð við sær. Er onkur úti í heimi, sum vil hava at vita, hvussu eini gomul hús í Havn síggja út í dag, so er Jógvan skjótur at avmynda og leggja út á Facebook, sum er vorðin ein uppslagsbók og talva, ið er púra markleys. Og nú vit tosa um Jógvan og Facebook, so varð um dagarnar stovnaður ein bólkur fyri allar Jógvanar í Verðini. Stovnarin sigur: ‘Í hesum bólkinum er ætlanin at finnað útav hvussu nógvir Jógvanar eru í heila tikið...eitur tú Jógvan, so er tú vælkomin í hendan bólk’ sigur stovnarin, sum ikki eitir Jógvan, men Eyðbjørn.