Skip to main content

SVART OG REYTT



- Við tveimum teimum grafiskt sterkastu litunum er henda framsýningin av steinprentum og koparprentum sjónligt dømi um ta heilt serligu megina í grafisku tøknini, sigur Kinna Poulsen (Myndir: Jan Andersson)

Á Grækarismessu letur svart-reyð grafikkframsýning við 11 listafólkum upp í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Kinna Poulsen hevur valt verkini og Carl Jóhan Jensen setir framsýningina

Kinna Poulsen skrivar soleiðis um framsýningina: Á Grækarismessu í ár verða framsýningarhølini hjá Steinprenti á Skálatrøð skrýdd í júst somu litum sum fuglurin, ið fær serligan ans henda dag. Men tjaldurslitirnir við reyðari og svartari tekning á hvítari grund tóktust eisini sum upplagt litaval, nú Grafiski Verkstaður Føroya fór í gongd við at skipa fyri eini lit-tematiskari framsýning. Orsøkin til hetta er meira listarlig og grafiskt grundað, enn hon er tjaldurslig.

Fyri kortum varð áhugafelagið Steinbrá stovnað og eru tað tey mongu fólkini, ið longu hava teknað seg sum lim og sum á annan hátt hava sýnt Steinprenti og Grafikkfelagnum áhuga, ið hava givið Steinprenti íblásturin til hesa framsýning. Við tveimum teimum grafiskt sterkastu litunum er henda framsýningin av steinprentum og koparprentum sjónligt dømi um ta heilt serligu megina í grafisku tøknini.

Tó at litirnir eru avmarkaðir, er fjølbroytni serstakliga stórt á framsýningini, ið inniheldur verk hjá ellivu sera ymiskum listafólkum, sum øll vísa okkum teirra boð uppá grafiska sannleikan; svart og reytt uppá hvítt, ella øvugt eins og í spildurnýggja kolasvarta prentinum hjá Tóroddi Poulsen (1957) við áhugaverdu yvirlýsingini "VEGNA PLÁSSTROT Í HELVITI ER NÚ LOYVT AT ROYKJA DREKKA BANNA HORAST Á/Í HIMNI".

Frá somu óskikkiligu (h)ond kenna vit eisini aftur riðilin av ídnum, svørtum og reyðum súkklum, sum við flúgvandi ferð hava drigið føroyska myndlist fram í samtíðina, eins og eitt nýtt avbrigdi av tí kenda tostatrænum verður framsýnt, ið á sama hátt sum ta eldra tostatræið, ber surrealistiskan ávøkstur av fyltum víngløsum. Ein mynd, sum um nakað demonstrerar veruligu megina í avmarkaða, grafiskt greiða, svarta og reyða litavalinum.

Umframt steinprent sýnir Tóroddur Poulsen eisini fram nøkur fínlig koparprent, har hann m.a. lýsir tagnarmaskinuna, sum er afturvendandi myndevni hjá honum av eini installatiónskendari samanseting av kassum o.ø. Myndirnar eru figurativar samstundis sum tær á teirra heilt egna, serstaka hátt eru dømi um totala abstraktión.

Yngsta luttakandi listakvinnan er Halldis Olsen (1983), sum herfyri arbeiddi í Steinprenti við nøkrum áhugaverdum, smáum koparprentum, ið spæla sær á markinum millum naturalistiska veruleikalýsing og deformering. Huglagið er myrkt og dapurt sum í ræðuligu lýsingunum hjá Goya av krígshelvitinum, sum hann upplivdi í Spania fyrst í nítjandu øld.

Nú er nakað síðani, vit á grafiska økinum sóu nakað til Torbjørn Olsen (1956), sum í løtuni er upptikin av eini nýggjari altartalvubílegging, men Steinprent hevur í ríku goymslu sínari funnið fram eitt sera áhugavert svart og reytt altartalvuavbrigdi, sum ikki er framsýnt áður, av Tummasi, sum ivast so nógv í, at Jesus er staðin upp frá teimum deyðu, at hann kennir tørv á at stinga ein fingur í sár hansara í síðuni, fyri at fáa ítøkiligt identifikatiónsprógv, at tað veruliga er Jesus, sum stendur framman fyri honum.

Sostatt eru bæði himmal og helviti umboðað á hesi fjølbroyttu framsýningini. Lívfrøðin fær eisini sítt bæði í vøkru fuglamyndini hjá elsta listamanninum á framsýningini, Poul Janus Ipsen (1936), men eisini í áhugaverdu myndini hjá Brandi Patursson (1977), sum er grundleggjandi abstrakt við organiskum formatiónum, ið hómast sum spor av eini náttúruprosess av lívfrøðiligari skapan ella upploysn.

Umframt verkini hjá omanfyrinevndum listafólkum verða eisini áhugaverd, svørt og reyð verk at síggja hjá: Tróndi Patursson (1944), Peter Carlsen (1955), Claus Carstensen (1957), Hansinu Iversen (1966), Hanna Bjartalíð (1968) og Rannvu Kunoy (1975).

Framsýningin SVART OG REYTT er opin dagliga í Steinprenti á Skálatrøð 16 í Havn frá 12. marts 2010 kl 16:00 og ein mánaða fram. Skaldið Carl Jóhan Jensen setir framsýningina.

(Kinna Poulsen)