Jógvan á Dul tók myndina av Jákupi og mær uttanfyri Akkuleya. Jákup er vertur í sendingini In Mente (Mynd: Jógvan á Dul)
Omanfyri sæst Jákup Magnussen við útvarpsmikrofon í Niels Finsensgøtu, uttanfyri blómubúðina Akkuleya. Jákup er vertur í útvarpssendingini In Mente, sum verður send mikudagar. Jógvan á Dul tók myndina og legði hana straks á Facebook. Myndatólið hevur Jógvan altíð við sær. Er onkur úti í heimi, sum vil hava at vita, hvussu eini gomul hús í Havn síggja út í dag, so er Jógvan skjótur at avmynda og leggja út á Facebook, sum er vorðin ein uppslagsbók og talva, ið er púra markleys. Og nú vit tosa um Jógvan og Facebook, so varð um dagarnar stovnaður ein bólkur fyri allar Jógvanar í Verðini. Stovnarin sigur: ‘Í hesum bólkinum er ætlanin at finnað útav hvussu nógvir Jógvanar eru í heila tikið...eitur tú Jógvan, so er tú vælkomin í hendan bólk’ sigur stovnarin, sum ikki eitir Jógvan, men Eyðbjørn.