Skip to main content

Hin góða søgan vinnur - sjálvt á føroyskum mentanarpolitikki

Jeff Bridges vann eina Oscar virðisløn fyri leiklutin í filminum Crazy Heart, sum er um ein falleraðan countrysangara. Men útlitini fyri at hann og nógvir aðrir góðir filmar verða vístir herheima eru smálig (Mynd úr filminum)

3D filmurin Avatar og leikstjórin James Cameron fingu ein ordiligan framaná, tá Oscarhandanin fór fram í Los Angeles í nátt. Hesin risastóri pengafilmur við teim syrgnu og misháttu andlitunum, fekk bara smærru virðislønirnar. Hinvegin fóru stóru virðislønirnar til smærru filmarnar. So tað er at fegnast um at dómsnevndin heldur fast í at tað altíð er hin góða søgan, ið er virðislønarverd.

Av tilnevndu filmunum er tað nærum bara Avatar, ið hevur verið sýndur herheima. Uttan um vegir havi eg fingið eitt eintak av Crazy Heart, sum eg nú fari at hyggja eftir. Jeff Bridges, sum seinastu árini er vorðin ein av mínum yndisleikarum, hevur høvuðsleiklutin. Og so tekur filmurin støðið í eini søgu hjá Thomas Cobb frá 1987 um ein falleraðan countrysangara, sum einaferð hitaði upp fyri eina kenda stjørnu, sum kanska var Hank Williams. Mín yndisummælari Leonard Maltin hevur lýst filmun sum ein hálvan Big Lebowski, sum krossar Urban Cowboy og síðani møtir The Wrestler.

Heimildarfilmurin The Cove kann fáa stóra ávirkan á Føroyar og søluarbeiði okkara uttanlands. Filmurin er um sonevndu árligu hvalakappingina í einari vík, cove, í Japan. Har verður dripið frá hond. Sjónarmiðið er tað vanliga umhvørvisliga, vit kenna frá stórbýarfólki, ið liva so langt frá deyðanum at tey øtast, tá havið gerst reytt. Halda vit fram at drepa grindahval og havið enn fargast reytt, so hava vit ein tiltakandi image-, branding- og miðlatrupulleika. Meiningsdannandi kosmopolitturin býr ikki í útjaðaranum og fer ikki at tola at síggja blóð, bara fyri at fáa mat á borðið. Guð viti, hvussu vit fara at takla henda spurning. Kanska skal liturin reytt forbjóðast í filmi.

Tjóðskaparligt virði býr í Oscartilnevningini. Bæði norðmenn og danir kanna sær filmin Burma VJ, sum tó mátti lúta í kappingini. Danir vunnu tó eina virðsløn fyri stuttfilmin The New Tenants.

Eingin av bestu útlendsku filmunum hevur verið sýndur herheima. Heldur ikki Antichrist, sum í fjør varð kosin besti norðurlendski filmur, hevur verið sýndur herheima. Men vón er fyri framman. Fyrsta dagin verður Antichrist tøkur á dvd á Býarbókasavninum í Havn. Hóast mentanarligar treytir fylgja við einum biografloyvi, so vísa gomlu heiðurskrýndu biografarnir mest sum aldri kvalitetsfilm. Her má álitið setast hinum einstaka - ja, og so Býarbókasavninum í Havn. Føroyskur mentanarpolitikkur er sjáldsamur.

Niðanfyri eru Oscarúrslitini í ár:

BESTI FILMUR
VINNARI: The Hurt Locker
Avatar
The Blind Side
District 9
Up in the Air

BESTI LEIKSTJÓRI
VINNARI: Kathryn Bigelow, The Hurt Locker
James Cameron, Avatar
Lee Daniels, Precious
Jason Reitman, Up in the Air
Quentin Tarantino, Inglourious Basterds

BESTI KVINNULIGI LEIKAR
VINNARI: Sandra Bullock, The Blind Side
Helen Mirren, The Last Station
Carey Mulligan, An Education
Gabourey Sidibe, Precious
Meryl Streep, Julie & Julia

BESTI MANNLIGI LEIKARI
VINNARI: Jeff Bridges, Crazy Heart
George Clooney, Up in the Air
Colin Firth, A Single Man
Morgan Freeman, Invictus
Jeremy Renner, The Hurt Locker

BESTI STUÐULSLEIKARI, KVINNA
VINNARI: Mo’Nique, Precious
Vera Farmiga, Up in the Air
Maggie Gyllenhaal, Crazy Heart
Anna Kendrick, Up in the Air

BESTI STUÐULSLEIKARI, MAÐUR
VINNARI: Christoph Waltz, Inglourious Basterds
Matt Damon, Invictus
Woody Harrelson, The Messenger
Christopher Plummer, The Last Station
Stanley Tucci, The Lovely Bones

BESTA UPPRUNALIGA HANDRIT

BESTA TILLAGAÐA HANDRIT

BESTI ÚTLENDSKI FILMUR
VINNARI: El Secreto do Sus Ojos (Argentina)
Un Prophete (Frakland)
The White Ribbon (Týskland)
Ajami (Ísrael)
The Milk of Sorrow (Perú)

BESTI ANIMASJÓNSFILMUR
VINNARI: Up
Coraline
Fantastic Mr. Fox
The Princess and the Frog
The Secret of Kells

BESTI DOKUMENTARFILMUR
VINNARI: The Cove
Burma VJFood, Inc.
The Most Dangerous Man in America: Daniel Ellsberg and the Pentagon Papers
Which Way Home

BESTA KLIPPING
VINNARI: The Hurt Locker
Avatar
District 9
Inglourious Basterds
Precious

BESTU VISUELLU EFFEKTIR
VINNARI: Avatar
District 9
Star Trek

BESTI SANGUR
VINNARI: “The Weary Kind,” Crazy Heart, T-Bone Burnett & Ryan Bingham
“Almost There,” The Princess and the Frog, Randy Newman
“Down in New Orleans,” The Princess and the Frog, Randy Newman
“Loin de Paname,” Paris 36, Reinhardt Wagner & Frank Thomas
“Take It All,” Nine, Maury Yeston

BESTI TÓNLEIKUR
VINNARI: Up
Avatar
Fantastic Mr. Fox
The Hurt Locker
Sherlock Holmes

BESTA FILMING
VINNARI: Avatar
Harry Potter and the Half-Blood Prince
The Hurt Locker
Inglourious Basterds
The White Ribbon

BESTA LJÓÐBLAND
VINNARI: The Hurt Locker
Avatar
Inglourious Basterds
Star Trek
Transformers: Revenge of the Fallen

BESTA LJÓÐ-EDITING
VINNARI: The Hurt Locker
Avatar
Inglourious Basterds
Star Trek
Up

BESTU BÚNAR
VINNARI: The Young Victoria
Bright Star
Coco Before Chanel
The Imaginarium of Doctor Parnassus
Nine

BESTA ART DIRECTION
VINNARI: Avatar
The Imaginarium of Doctor Parnassus
Nine
Sherlock Holmes
The Young Victoria

BESTA MAKEUP
VINNARI: Star Trek
Il Divo
The Young Victoria

BESTI LIVE-ACTION STUTTFILMUR
VINNARI: The New Tenants
The Door
Instead of Abracadabra
Kavi
Miracle Fish

BESTI DOKUMENTAR STUTTFILMUR
VINNARI: Music by Prudence
China’s Unnatural Disaster: The Tears of Sichuan Province
The Last Campaign of Governor Booth Gardner
The Last Truck: Closing of a GM Plant
Rabbit à la Berlin

BESTI ANIMASJÓNSSTUTTFILMUR
VINNARI: Logorama
French Roast
Granny O’Grimm’s Sleeping Beauty
The Lady and the Reaper (La Dama y la Muerte)
A Matter of Loaf and Death