Skip to main content

Posts

Hús, bátar, fólk - og ein bilur

Myndir av ovastevnu í Nólsoy 2010 (Myndir: Birgir Kruse) Ovastevnan varð hildin í fagrasta veðri um vikuskiftið. Eftir setanina, har Havnar Hornorkestur spældi og Marin Katrina Frýdal helt røðu, komu allir bátarnir, sum høvdu verið í Regattasiglingini norðan av Eiði, til Hósvíkar og nú til Nólsoyar. Summir stórir, summir smáir bátar. Um hálvthundrað høvdu bílagt pláss við bryggjuna og flotbrúnna, men nógv fleiri komu, so trongligt og strævið var at fáa pláss til allar. Børn fiskaðu og fangaðu krabbar, fyrrverandi landstýrismenn slerdu bøin, og sum nakað nýtt, struku bilar fram við hornum, so ein skuldi ansa sær at ganga millum húsanna, tí alla staðni var opið og gestablídni skortaði ikki. Har var bæði matur og drekka til stór og smá.

Um fjørðin í annan heim

Myndir av ovastevnu 2010 (Myndir: Birgir Kruse) Fáir høvuðsstaðir hava somu forrættindi, sum vit í Havn. Eftir fáum minuttum kunnu vit flyta okkum um fjørðin og verða í einum heilt øðrum umhvørvi - í Nólsoy. Umborð á Ternuni seldi Petur á Brekkuni ferðaseðlar til 5700 fólk, aftur og fram. Og so varð borðreitt til seytjandu ovastevnuna í Nólsoy. Fastur táttur er svimjing um fjørðin. Vinnari varð Erling Ejdesgaard. Guðrun Sundar Hansen bjóðaði honum og svimjarunum, teirra millum Jákupi Enni, til døgurða - og upp í hornið av Lívsins Vatni. Eftir setanina, undir Mikkjalsveggi, handaði Marin Katrina Frýdal steypini.

Reyði tráðurin

Tað fløðir millum háhús... Hvør er reyði tráðurin í eini søgu? Er hann altíð greiður og sjónligur, ella mugu vit lesa hundrað síður at finna hann? Og um so er, hvør orkar tað? Og er hin besti lesarin, hin mest áhaldni masokisturin? Nýggjasta Skúlablaðið talar sína greiðu søk. Tað er einki samband millum høvundar og lesarar. Bara dovnir lærarar, skilst. Sæð í mun til, at fleirtalið av Føroya fólki aldri lesur annað enn tað, teimum varð borðið upp í hendurnar í skúlanum, er hetta forferdiligt . Fyri almúguni er reyði tráðurin fjaldur. Sum í miðaldar reyðu rósu Umberto Ecos. Listin er læst á fjallinum. Kanska vil yvirstættin tað so. Fjøldin er, og skal verða, bæði býtt og blind. Men fólksins agnhald er biografurin. Fór tí hagar at hyggja eftir Inception í Havnar Bio. Fyrsti filmur, eg veit um, sum Internet Movie Data Base gevur nærum fult stigatal, longu við frumsýning. Var ov seinur at síggja hann í stóra salinum. Filmurin var longu fluttur á løriftið í minna og klaustrofobiska

Prát og forvitni

Prát og forvitni eyðkennir eina ferð í USA. Men send filminum Super Size Me ein vinaligan tanka, tá sølufólk lumpa teg (Mynd frá filminum) Tá summarfrítíðin nærkast, og tú skalt taka støðu til, hvagar leiðin skal ganga, vigar USA tyngri enn Evropa. Orsøkin er at í Evropa eru fólk afturlatin og tosa ikki við fremmand, meðan fólk í USA práta og eru forvitin. Helst stavar hetta frá einum gomlum evropeiskum arvi, ið elvur til stirnaðan maktstruktur, eitt nú Jantelógina, og ræðslu fyri øllum fremmandum, meðan Amerika er so ungt, forvitið og opið. Her eru øll byrjað á sama nýggja støði, øll eru tilflytarar og nýbyggjarar. Summi, móti teirra vilja, og upprunafólkinum kostaði hvíta innrásin øll tilverurættindi. Men eisini hetta vilja amerikanar skifta orð um. Ja, tey ganga við ranguni úti. Bara tú steðgar eina løtu og hyggur í kortið, so er ein lokalur, sum spyr og vil hjálpa. Men mest er tað fyri forvitnið. At vita, hvaðan úr gamla heiminum tú ert. Hetta ger tað stuttligt og perspektivríkt

- Tí velji eg at gerast borgari í Amerika!

Tá vit sigldu við Torben Hammer á Michiganvatninum til Chicago, gav hann mær hesa grein, sum hann hevði klipt úr dagsins útgávu av Chicago Tribune. Greinina hevur ein dani, Henrik F. Rasmussen, skrivað í sambandi við at hann bleiv amerikanskur ríkisborgari í summar. Í donskum miðlum fekk hendingin umrøðu, tí Henrik er sonur Anders Fogh Rasmussen. – Síggja vit burtur frá tí nalvapilkandi, sum miðlarnir ofta gera seg sekan í, so fevnir greinin um júst teir tankar, tú, dani ella ikki, gert tær, tá tú skalt velja rísborgararætt her í landinum, sigur Torben, sum er ættaður av Bornholm, men býr í Chicagoforstaðnum Fox Grove. Konuni, sum er hiðani, møtti hann á International People's College í Helsingør fyrst í sjeytiárunum. Í 1983 var eg í starvsvenjing júst á tí skúlanum. Torben, sum er sterkstreymsverkfrøðingur, hevur ikki altíð búð í so borgarligum og konservativum umhvørvi, sum her. Á siglitúrinum avdúkar hann, at hann var ein teirra sum búði í Thy leguni, tá henda tók seg upp í

Heimferð

So er heimferðin byrjað. Icelandair er seinkað tveir tímar, so stundir eru til eina sigarett á JFK flogvøllinum. Vit kjekka inn heilt til Føroya við Atlanstflogi dagin eftir. Á JFK flogvøllinum kenna tey alt til Føroyar og Atlantsflog og Reykjavík. Men tað gera tey ikki í Keflavík. Øll okkara kuffert misfarast í nakrar tímar, men so finna vit tey. Mest sum sjálvi. Sama er galdandi fyri onnur ferðafólk, sum ferðast úr New York til Føroya í dag.Tænastan á Keflavíkar flogvølli er ikki góð. Hinvegin er tænastan á Sjómannaheiminum Ørkini altíð góð. Her skriva vit okkum inn at skifta, busta tenn og fáa ein blund. Jóhan Karl Høgnesen bjóðar kaffi og vit skifta orð um mangt og hvat. Fyrsta dagin kemur ein ungur klaksvíkingur, H.M. í Mittúni, at loysa hann av sum leiðari á Ørkini.

Tað stóra í tí lítla

Í øllum New York meldrinum er einki sum ein fríløta frammafyri einum av málningunum hjá Jackson Pollock á Museum of Modern Art, MoMa. Sveimandi jazz prikkar, sum standa eftir, tá tú blundar. Hetta er New York. Og so Hallstein framman fyri litríka málninginum hjá Jasper Johns av øllum USA, sum vit júst hava koyrt ígjøgnum. Men allar bestur er málningurin, sum vísir superrealistiska amerikanska mátan at fortelja eina short story um tað stóra í tí lítla. Poetiska, magiska realisman hjá Andrew Wyeth frá 1948 Christina's World. Ætlaði at síggja onkran av málningunum hjá Philip Guston, mest fyri hansara knøppu og fyndugu sitat um egna myndlist og hvat myndlist yvirhøvur er fyri nakað. Havi sæð hann fyrr her, men ikki nú. Spurdi meg fyri hjá trimum vaktum, sum ikki kendu Guston og tí vístu til listfrøðiliga kunningarleiðaran. Hon, ein tilkomin og væl lisin kvinna, visti ikki at svara. Blaðaði upp í innventarlistanum og fann onga mynd av Guston. - Kanska er hann á lagri, hesin Guston, tú n

Til Rockefeller

The Subway, undirgrundartokið, er skjótt og lætt at brúka í New York. Yvirlitið við øllum støðum, er greiðari enn eg havi sæð aðrastaðni. Eisini til The Rockefeller Center. John D. Rockefeller er stóri lærumeistarin hjá Hallsteini. Hann byrjaði sum blaðberari, Rockefeller, og hevur kveikt Hallstein í øllum hansara arbeiði á hesum sama øki. "Man verður ikki millióningar av at bera út bløð, men tað kann verða byrjanini og ein lærpeningur, seinni í lívinum", sigur Hallstein. Við speglingum av háhúsunum uttanum, standa hesi orð Rockefellers hinumegin á steininum: "I believe in the supreme worth of the individual and in his right to life, liberty, and the pursuit of happiness. I believe that every right implies a responsibility; every opportunity, an obligation; every possession, a duty. I believe that the law was made for man and not man for the law; that government is the servant of the people and not their master. I believe in the dignity of labor, whether with head

Knish til døgurða

Besta aktiv hjá hotellinum GEM SoHo er grannahúsið, Yonah Shimmel, sum ger jødiskan fast food úr gomlum døgum. Tilfarið er epli og grønmeti. Knish, kallast rundi bollin, ella knettið, sum er sett við spinati ella øðrum grønmeti. Undan okkum hava kendir jødar vitjað her á fátæksliga lítla staðnum, Woody Allen og Barbara Streisand, og so ein røð av sjónleikarum, sum til dømis Chaplin, Marx Brothers og Harvey Keitel, sum var her í fjør. Kanska er hann eisini jødi, hvør veit.

The Statue of Liberty

Fáar ímyndir, symbol, eru so kend sum The Statue of Liberty, Frælsisgudinnan, ið stendur við innsiglingina til New York og heilsar øllum teim, sum komu tann vegin. Við skipi. Seinni er hon vorðin ímyndin av frælsi, nýbygging og endurreisn fyri øll - eisini tey, ið vóru niðast í lastini. Øll trygdin, tú skalt ígjøgnum, bara at sleppa út á oynna, har hon stendur, vitnar um at hetta er eitt greitt bumbumál. Vápnaði við einum Hot Dog sigldu vit út hagar, meðan vit løgdu Manhattan Skyline afturum. Eftir vitjanina, kundu vit keypa frælsisímyndina sum Barbie dukku.

I Pity the Poor Immigrant

Nýggja Amerika byggir á immigrantar, tilflytarar, úr gamla Heiminum, Evropa, Norðanlondum, Kina og alla aðra staðni kring knøttin. Henda standmynd, The Immigrants, sum Luis Sanguino gjørdi í 1973, varð reist í Battery Park í 1981. Sanguino er føddur í Barcelona í 1934 og er enn virkin.

Wall Street

Niðast á Manhattan er fíggjarligi miðdepilin, handilsskálin í New York og allir bankarnir. Samstundis er hetta elsti býarpartur í New York, so gøturnar eru trongar og einsrættaðar. Ikki besta stað at finna ein taxabil, máttu vit sanna.