Myndir av ovastevnu í Nólsoy 2010 (Myndir: Birgir Kruse)
Ovastevnan varð hildin í fagrasta veðri um vikuskiftið. Eftir setanina, har Havnar Hornorkestur spældi og Marin Katrina Frýdal helt røðu, komu allir bátarnir, sum høvdu verið í Regattasiglingini norðan av Eiði, til Hósvíkar og nú til Nólsoyar. Summir stórir, summir smáir bátar. Um hálvthundrað høvdu bílagt pláss við bryggjuna og flotbrúnna, men nógv fleiri komu, so trongligt og strævið var at fáa pláss til allar. Børn fiskaðu og fangaðu krabbar, fyrrverandi landstýrismenn slerdu bøin, og sum nakað nýtt, struku bilar fram við hornum, so ein skuldi ansa sær at ganga millum húsanna, tí alla staðni var opið og gestablídni skortaði ikki. Har var bæði matur og drekka til stór og smá.