Fáar ímyndir, symbol, eru so kend sum The Statue of Liberty, Frælsisgudinnan, ið stendur við innsiglingina til New York og heilsar øllum teim, sum komu tann vegin. Við skipi. Seinni er hon vorðin ímyndin av frælsi, nýbygging og endurreisn fyri øll - eisini tey, ið vóru niðast í lastini. Øll trygdin, tú skalt ígjøgnum, bara at sleppa út á oynna, har hon stendur, vitnar um at hetta er eitt greitt bumbumál. Vápnaði við einum Hot Dog sigldu vit út hagar, meðan vit løgdu Manhattan Skyline afturum. Eftir vitjanina, kundu vit keypa frælsisímyndina sum Barbie dukku.