Skip to main content

Reyði tráðurin

Tað fløðir millum háhús...

Hvør er reyði tráðurin í eini søgu? Er hann altíð greiður og sjónligur, ella mugu vit lesa hundrað síður at finna hann? Og um so er, hvør orkar tað? Og er hin besti lesarin, hin mest áhaldni masokisturin?

Nýggjasta Skúlablaðið talar sína greiðu søk. Tað er einki samband millum høvundar og lesarar. Bara dovnir lærarar, skilst. Sæð í mun til, at fleirtalið av Føroya fólki aldri lesur annað enn tað, teimum varð borðið upp í hendurnar í skúlanum, er hetta forferdiligt.

Fyri almúguni er reyði tráðurin fjaldur. Sum í miðaldar reyðu rósu Umberto Ecos. Listin er læst á fjallinum. Kanska vil yvirstættin tað so. Fjøldin er, og skal verða, bæði býtt og blind.

Men fólksins agnhald er biografurin. Fór tí hagar at hyggja eftir Inception í Havnar Bio. Fyrsti filmur, eg veit um, sum Internet Movie Data Base gevur nærum fult stigatal, longu við frumsýning.

Var ov seinur at síggja hann í stóra salinum. Filmurin var longu fluttur á løriftið í minna og klaustrofobiska betong salinum, nummar tvey.

Fyrsta partin, sjálva ráðagerðina, vísti operatørurin í slimscreen í staðin fyri widescreen, so undirteksturin datt á gólvið. Ein ungur maður reisti seg av fremsta bonki og segði honum hvussu filmur skuldi vísast. Fólk hildu ondini og livdu við. Helst hevur tað kravt meir av inniluftini, enn ventilarnir kundu bera.

Visuelt var søgan spennandi, hóast lærarar, sum hava prógv í story line, saktans kundu greitt fløkjuna, so hon varð lættari at sodna. Men hvat, tað er jú kognitiva avbjóðingin við at fara í biograf og fanga filmin millum loft og lørift.

Ímeðan hjálpir Ariadne okkum gjøgnum hesu villiniborg – við einum reyðum tráði. Kanska finnir tú hann í tínum lagi í tínari verð.