Fimm aktuellar norðurlendskar filmsplakatir, sæddar úti í heimi. Koma tær ikki higar, mann tað vera tí at Føroyar ikki eru eitt Norðurland longur. Fyrr bar til at síggja listarliga áhugaverdan film úr Norðurlondum, men ikki nú Sjeynda árið á rað, eru fimm filmar skotnir upp at vinna norðurlendsku filmsvirðislønina og 350.000 danskar krónur. Filmarnir, sum allir eru nýggir, hava verið sýndir á heimsins stóru filmsstevnum, so sum í Berlin, Venezia og Toronto. Eins og undanfarin ár, hevur eingin føroyingur sæð nakran av teim tilnevndu filmunum. Tó kenni eg tvey nøvn aftur. Tey eru danski Thomas Vinterberg, sum gjørdi FESTEN og íslendski Dagur Kári, sum gjørdi NÓI ALBINÓI. Hanne Palmquist, sum er stjóri í norðurlendska filmsgrunninum, sigur á heimasíðu teirra: "This is the seventh time we are awarding the NORDIC COUNCIL FILM PRIZE and it is very gratifying to see that once again we are able to gather a field of five very different films of high artistic and international qual