Skip to main content

Asta og kioskin


Eitt av afturvendandi myndaevnunum í Havn er kioskin hjá Astu, í Tinghúsgarðinum undir Telefonstøðini, har løgtingið nú heldur til. Fyrr var kioskin innast í gamla kommunskúlagarði, við Posthúsið, har tey seinni fóru at selja pylsur og parkera bilar. Og tá fólk góvust at senda brøv við frímerki, bleiv Posthúsið til Snarskivu hjá Kommununi. Soleiðis broytist so mangt. Men ikki kioskin hjá Astu. Hóast flutt nakrar metrar, yvir um parkeringsplássið, so er kioskin hin sama. Og um kvøldarnar kanst tú uppliva at Asta biðjur um hjálp at seta tungu brettini upp fyri kioskvindeyguni. Sigst, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur útint hesa sjáldsamu tænastu, sum er avmyndað omanfyri. Av sonnum ein býarmynd, Asta og kioskin altso. Dimmalætting upplýsir at nú fyllir Asta í Reyðu Kiosk 80 ár. Asta var bert 18 ár, tá hon fór at arbeiða í kioskini, sum pápi hennara bygdi inni á stovugólvinum hjá Jens Næs við Hoydalsvegin í 1935. Til lukku!