Skip to main content

Posts

Frá Steinprenti til Listasavnið

Mortan, Jan og Ólavur gera klárt at pakka, Jan við reyðum steinprenti, Zakaris Heinesen og Tórbjørn Olsen við Beatu í baksýni, Gyðja, Fríða og Kinna við prent hjá Tóroddi Poulsen, Mortan og Ólavur hava merkt eskjuna, sum teir at enda bera út í bilin (Myndir: Birgir Kruse) Í dag vóru 500 grafisk prent pakkaði í hølunum hjá Steinprenti á Skáltrøð og latin Listasavni Føroya í Gundadali. Mortan Ólasón Vang og Ólavur Guttesen frá Listasavninum og Jan Anderson frá Steinprenti skoðaðu og pakkaðu verkini, og bóru tey út í bilin í túninum. Miðlar, listafólk og grafiskt áhugað fólk møttu. Umframt peningaliga virðið, sum liggur væl omanfyri milliónina, verður Listasavnið nú ánari av stóra savninum, ið umframt steinprent fevnir um træskurð, linoleums- og koparprent. Nøkur av listafólkunum eru Ingálvur av Reyni, Torbjørn Olsen, Per Kirkeby, Bjørn Nørgaard, Tóroddur Poulsen, Bárður Jákupsson, Tróndur Patursson, Claus Carstensen, Rannvá Kunoy, Bragi Ásgeirsson, Katrine Ærtebjerg, Franz Wieder

Ein perla mitt í býnum

Handilshúsini hjá L ützen á Skáltrøð eru ein sonn perla, mitt í Havn. Heilt frá bollafabrikkini hjá Östr öm, har Steinprent heldur til og Jónas Bloch Danielsen inrættar ljóðstudio, fram við Timburhandlinum og teim nógvu, høgu skrivstovubygningunum, sum verða klæddir av nýggjum, yvir um vegin til Skeivapakkhús , sum er enn ein perla í hesum hugnaliga umhvørvi hjá L ützen og teimum  í Havn í dag. Kim og Ása vístu okkum runt og vit sóu søgulig navnabretti, diplom fyri bestu fiskabollar í 1909, dósir við haruragout og litfagrar fiskabollaetikettir. Tá Jónas Bloch Danielsen letur upp ljóðstudio í gamla íshúsinum aftanfyri Steinprent, verður ikki minni spennandi at ganga inn higar og síggja, hvar bátar og fólk í Havn fingu ís fyri bara hálvari øld síðani.

Hvør kannar filmsúrvalið í Føroyum?

Jens Kristian Vang amyndaði tygara bloggara í Havnar Bio, tá Filmseftirlitið varð lagt niður og Kill Bill gekk í biografunum, fyrr í hesi øldini Danski mentamálaráðharrin Per Stig Møller ætlar nú at rætta eina hjálpandi hond til biografar í Danmark, serliga teir á bygd. - Smáu biografarnir hava stóran mentanarligan týdning, sigur mentamálaráðharrin við danska kringvarpið DR í dag. Umframt stuðul til dagførda biografútgerð, snýr uppskotið seg eisini um at gera film.- Danskur filmur stendur seg væl úti í heimi, og soleiðis skal tað framhaldandi vera, sigur konservativi, men ikki sørt kulturradikali mentamálaráðharrin. Smáu donsku biografarnir fáa sambært uppskotinum høvið at velja millum tveir stuðulsmøguleikar, so filmsmentanarliga virksemið kann halda fram, hóast krøv um dýra talgilda útgerð. - Tøknin skal ikki steðga hesum mentanarliga virksemi, so mugu pengarnir koma í aðru røð, sigur tiltaksføri mentamálaráðharrin Per Stig Møller. Einasti biografur í Føroyum, Havnar Bio, fær a

Ferðandi í tónleiki

Guli húsin hjá Teiti hevur appelsingult hefti við egnari teknirøð og gulum tekstarki (Mynd: Birgir Kruse) Tólv sangir eru á sættu fløguni hjá Teiti. Hann hevur skrivað allar sangirnar sjálvur, onkrar saman við øðrum. Eftir áralanga fyrireiking eru sangirnir spældir inn í Keypmannahavn eftir níggju døgum, har Tróndur Bogason hevur hjálpt til og tretivu onnur fólk. Sangirnir eru søgur, sorgblíðar, men opnar, ofast við eini favnandi kenslu, sum vendir sær til ein ávísan bý úti í heimi, ella heilt upp til hin almáttuga. Søgurnar nevna og geva okkum ljóðreferansur til tok og fremmand støð, og tað er bara tá Teitur fer í dialog við Gud, at vit, kanska, kunnu lesa Føroyar inn í sangirnar. Onnur fólk enn vit, gera tað neyvan. Hóast hann hevur slept Universal og stendur á egnum beinum, er hann í orðsins rætta týdningi universellur. Í fyrsta sangi Feel Good snarar søgan um kærleikan og ta góðu kensluna, so sum heitið sigur, Feel Good. Í stíli millum Jimmy Webb og Paul Simon, ljóst og um

Nólsoyggin, óviðgjørd

Nólsoyggin óðviðgjørd í morgun (Myndir: Birgir Kruse) Soleiðis sást Nólsoyggin úr køksvindeyganum í morgun, púra óviðgjørd og bara soleiðis sum myndatólið lat seg upp. Niðanfyri er sama motiv av Bukkewald og at enda úr heimaru Volgaravík, har uppi við Eystfalssker, har Boyggjafles onkuntíð sæst koma undan, men ikki í dag. Leggið merki til umhvarvið av teim trimum gæsnum til vinstru. Ei undur í at Nólsoyarmálarin, Steffan Danielsen, hevur verið so hugtikin av hesum litum og skapinum á Nólsoynni.

Nýggjur pallur fyri Uppkomarar á Kafé Kaspar

Jenný Kragesteen úr Tórsbyrgi og Rasmus Borðoy, samskipari, fara at framføra á Kafé Kaspar í kvøld (Mynd: Tutl) Nógv hevur verið gjørt fyri at menna tónleikarar í Føroyum seinastu árini. Ikki kann sigast annað enn, at góð úrslit eru komin burturúr, tí í dag eru nógvir sera evnaríkir tónleikarar, sum meir og minni arbeiða burturav av við tónleiki, og fleiri ungir spírar eru væl á veg. Hesir tónleikaspírar verða í altjóða høpi kallaðir fyri Up coming artistar , og tað eru hesar, plátufelagið TUTL, í samstarv við Kafé Kaspar, ynskir at hjálpa á veg. Í tíðindaskrivi sigur TUTL, at øll eru vit kunnug við, at tess meir ein framførur tess betur og vanari verður ein. "TUTL hevur í góð tvey ár, skipa fyri ókeypis konsertum í handlinum á Káta Horninum, har m.a. Eisini Up coming artistar við stórari gleði hava framført. Við at geva óroyndu tónleikarunum ein kvøldarpall á hugnaligari kafé mitt í Havnini, halda vit, at ungu tónleikarnir veruliga kunna sleppa at royna seg. Vónandi verður

Lennon livir leingi

Minnismerki Lennons í Central Park í New York í 2008 (ovara myndin) og 2010, tá alt verður ruddað (Myndir: Birgir Kruse) Hann leingi livið, Lennon! Sjónvarpsrásin DR2 hevur í kvøld lýst amerikanska rættarstríðið í heimildarfilminum USA vs Lennon. Greitt er at Nixon-stjórnin tók Lennon sum eina kollveltandi hóttan. Spennandi at síggja poppstjørnur, ið veruliga hava nakað upp á hjartað, mótvegis politikarum, sum altíð og uttan undantak verða korrumperaðir av makt. Poppstjørnurnar hava fólksligu útbreiðsluna at dúva uppa, meðan politikararnir hava alt maktapparatið frá løgtingi, til dómstól og løgreglu, umframt spunasmiðir, at dúva uppá. Jú minni hesi seinnu hava upp á hjartað, jú meiri tykjast hini fyrru at avrika. Vænti, at framtíðin liggur í betri hondunum hjá poppstjørnum av Lennon-slagnum enn fjórðahvørt-árs-livibreyðs-politikarum.

Gylta Eggið til Skopunar

Sakaris Stórá vann Gylta Eggið á íslendsku filmsstevnuni RIFF 2010 Á altjóða filmsstevnuni Reykjavik International Film Festival (RIFF) vann stuttfilmurin Passasjeren hjá Sakariasi Stórá úr Skopun virðislønina Gylta Eggið fyri best shortfilm by an upcoming director. Vit ynskja til lukku og vísa til ummæli av Passasjeren,  sum er her . Samrøða við leikstjóran er her . Á filmsstevnuni RIFF verða sýndir 140 filmar úr 29 londum. Í dag er seinasti dagur og tá stevnan endar hava verið tilsamans 350 filmssýningar í 10 dagar. Borgarstjórin Jón Gnarr setti stevnuna í Tjóðleikahúsinum 23. september. Fyrsta stevnudagin vóru 22 sýningar. Filmurin Le Quattro Volte eftir ítalska leikstjóran Michelangelo Frammartino fekk høvuðsvirðislønina, Gylta Lundan. Filmurin, sum hevur spælifilmslongd, er um seinastu dagarnar í lívinum hjá einum hirða, ið ansar geitum í Kalabria, har suðuri í Italia. Hann kennir deyðan nærkast og savnar dustið av kirkjugólvinum og letur tað út í kelduvatnið, hann drekk