Mortan, Jan og Ólavur gera klárt at pakka, Jan við reyðum steinprenti, Zakaris Heinesen og Tórbjørn Olsen við Beatu í baksýni, Gyðja, Fríða og Kinna við prent hjá Tóroddi Poulsen, Mortan og Ólavur hava merkt eskjuna, sum teir at enda bera út í bilin (Myndir: Birgir Kruse)
Í dag vóru 500 grafisk prent pakkaði í hølunum hjá Steinprenti á Skáltrøð og latin Listasavni Føroya í Gundadali.
Mortan Ólasón Vang og Ólavur Guttesen frá Listasavninum og Jan Anderson frá Steinprenti skoðaðu og pakkaðu verkini, og bóru tey út í bilin í túninum.
Miðlar, listafólk og grafiskt áhugað fólk møttu. Umframt peningaliga virðið, sum liggur væl omanfyri milliónina, verður Listasavnið nú ánari av stóra savninum, ið umframt steinprent fevnir um træskurð, linoleums- og koparprent.
Nøkur av listafólkunum eru Ingálvur av Reyni, Torbjørn Olsen, Per Kirkeby, Bjørn Nørgaard, Tóroddur Poulsen, Bárður Jákupsson, Tróndur Patursson, Claus Carstensen, Rannvá Kunoy, Bragi Ásgeirsson, Katrine Ærtebjerg, Franz Wiederberg og Zacharias Heinesen.