Jens Kristian Vang amyndaði tygara bloggara í Havnar Bio, tá Filmseftirlitið varð lagt niður og Kill Bill gekk í biografunum, fyrr í hesi øldini
Danski mentamálaráðharrin Per Stig Møller ætlar nú at rætta eina hjálpandi hond til biografar í Danmark, serliga teir á bygd. - Smáu biografarnir hava stóran mentanarligan týdning, sigur mentamálaráðharrin við danska kringvarpið DR í dag. Umframt stuðul til dagførda biografútgerð, snýr uppskotið seg eisini um at gera film.- Danskur filmur stendur seg væl úti í heimi, og soleiðis skal tað framhaldandi vera, sigur konservativi, men ikki sørt kulturradikali mentamálaráðharrin.
Smáu donsku biografarnir fáa sambært uppskotinum høvið at velja millum tveir stuðulsmøguleikar, so filmsmentanarliga virksemið kann halda fram, hóast krøv um dýra talgilda útgerð. - Tøknin skal ikki steðga hesum mentanarliga virksemi, so mugu pengarnir koma í aðru røð, sigur tiltaksføri mentamálaráðharrin Per Stig Møller.
Einasti biografur í Føroyum, Havnar Bio, fær allar filmar úr Danmark. Sama ger Kringvarpið, sum fær allar filmar frá donskum veitarum.
Eingin av føroysku mentamálaráðharrunum hevur, tað eg minnist, tikið film og biograf uppá tungu. Hóast hesa líkasælu, er hvøss lóg í gildi, tá umræður biografvirksemi í Føroyum.
Løgtingslóg um biografar er frá 1984 við seinastu broytingum í 2006.
Mentanarligi týdningurin verður staðfestur í grein 5, har sagt verður at loyvishavarin hevur listarligu ábyrgdina og skyldu til at ansa eftir, at filmar verða vístir, sum hava mest listarligt og mentunarligt virði. Hinvegin má loyvishavarin ikki vera forðaður, frítt og óheft, at ráða fyri filmsúrvali.
Filmsúrvalið vigar tó tungt, tá biografloyvið fimta hvørt ár skal endurskoðast og -nýggjast. Hetta byggir á árliga frágreiðing um raksturin av biografhøllini, so sum stendur í grein 7.
Í grein 8 verður sagt um útgingna loyvið, at tað kann endurnýggjast eftir at ummæli er fingið frá kommunu og løgreglu: “Hevur loyvið verið nýtt á fullgóðan hátt, serstakliga hvat vali av filmum viðvíkur, eigur endurnýgging av loyvinum ikki at verða noktað, uttan so at tað eftir landsstýrisins meting fyriliggja heilt serstakar umstøður.”
Tað hevði verið spennandi at sæð hesar árligu frágreiðingar, fyri ikki um at tala fimmárligu metingarnar hjá kommunu og løgreglu av filmsúrvalinum í føroyskum biografum.
Síðani hevði tað verið serliga spennandi – í okkara tíð – at upplivað ein mentamálaráðharra, ið sýndi biografmentanini áhuga. Ella tað øvuta. Tað hevði eisini verið eitt statement.
Føroyskt sjálvræði stendur seg ikki væl á hesum øki. Her er best at vit bakka skjótt og fara undir kong og gerast ein donsk útjaðarakommuna. Eri bangin fyri, at tað er galdandi á øllum mentanarpolitiska økinum. Her eru teir bestu viljar, men einki tiltaksføri.
Júst sum í nýfilmaðu søguni um grønlendsku børnini, sum í 1951 vórðu flutt burtur at verða uppdrigin í Danmark. Alt samalt í bestu meining. Men vit sleppa ikki at síggja søguna. Eins og galdandi er fyri allar grannalandsfilmar, verður hann ikki settur á skrá her heima.
Kom undir kong, so síggja vit film.