Skip to main content

Lennon livir leingi


Minnismerki Lennons í Central Park í New York í 2008 (ovara myndin) og 2010, tá alt verður ruddað (Myndir: Birgir Kruse)

Hann leingi livið, Lennon! Sjónvarpsrásin DR2 hevur í kvøld lýst amerikanska rættarstríðið í heimildarfilminum USA vs Lennon. Greitt er at Nixon-stjórnin tók Lennon sum eina kollveltandi hóttan. Spennandi at síggja poppstjørnur, ið veruliga hava nakað upp á hjartað, mótvegis politikarum, sum altíð og uttan undantak verða korrumperaðir av makt. Poppstjørnurnar hava fólksligu útbreiðsluna at dúva uppa, meðan politikararnir hava alt maktapparatið frá løgtingi, til dómstól og løgreglu, umframt spunasmiðir, at dúva uppá. Jú minni hesi seinnu hava upp á hjartað, jú meiri tykjast hini fyrru at avrika. Vænti, at framtíðin liggur í betri hondunum hjá poppstjørnum av Lennon-slagnum enn fjórðahvørt-árs-livibreyðs-politikarum.