Jógvan á nýggja kamarinum. Jógvan og Elisabeth systi keypa inn og ráðleggja í Ikea, sum onkur av røttum rópar Limbo (Myndir: Birgir Kruse) Jógvan hevur av einslistum inrættað sær kamarið á Oyrasundi og eg koyri heim aftur við flytibilinum. Innan sorgblíðu heimferðina, skal eg møta einum floksfelaga frá Stenhus Kostskole í Holbæk 1976-77, Tilde Brus Michaelsen. Tilde undir bláum glasfugli hjá Tróndi Patursson í A Hereford Beefstouw, har maðurin, Niels, er leiðari (Mynd: Birgir Kruse) Vit hava ikki sæðst øll hesi árini, men umvegis framsýningina hjá Peter Carlsen í Steinprenti I Only Paint What I Feel avtalaðu vit at møtast, næstu ferð eg var í Keypmannahavn. Orsøkin var at Tilde er gift Niels Schoubye, ið eins og Peter Carlsen, bæði eru úr sama tætta grannalagi niðast í Ahlgade í Holbæk. Hann, Tróndur Patursson og Peter Stuhr hava gjørt fleiri listaverk til kendu matstovuna A Hereford Beefstouw og bryggjaríið Apollo , beint við Tivoli. Her hevur Niels arbeitt síðani matstovan la