Hvør man fjala seg í bestu skuffuni í ár? Robert Plant, Jimmy Webb ella gamli Charley Pride? Aftanfyri tendraðu ljósini standa Poul F. Joensen og hondskriftin hjá Hans Jákupi Glerfoss, gjørd størri. Niðri undir sæst originala vantlitamyndin í A4 og niðast hevur Hans Jákup skrivað við Eccoline, flótandi tussji, í bambusgrein úr havanum í Brønshøj (Myndir: Birgir Kruse)
So er fyrsta jólaborðhaldið avtalað og krossur er settur við síðsta leygardag fyri advent.
Umframt kunnleika til Gustav Wied og Ædedolkenes klub, er ófrávíkiligt krav at vita alt um Hank Williams og tað, hann tók sær fyri, tað stutta skeið, hann gekk í jarðarinnar skugga, innan hann 29 ára gamal sá annað ljós av baksetrinum í einum ljósabláum Caddillac, gamlaárskvøld 1952.
Poul F. Joensen og Jack Daniels eru ikki uttan týdning í somáta. Danski Peter Abrahamsen svør uppá, at eingin í Nashville kann hava skrivað Blue Eyes crying in the Rain, uttan at kenna Fagra blóma hjá Poul F. Og yrking Hans Jákups omanfyri, kundi kveikt Hank Williams at skriva I saw the Light.
Umframt felagssang, quiz og fyrilestur, er fastur siður at Petur Rouch, útvarpsvertur, velur fimm tær bestu fløgurnar í ár.
Undirliggjandi tema í ár er Waylon Jennings.