Skip to main content

Posts

Lívgandi, latínskar linjur

Bárður Jákupsson við eitt av trimum stórum verkum á framsýningini í Mest í dag (Mynd: Birgir Kruse) Í dag lat Bárður Jákupsson upp einkarframsýning í Listahøllini hjá Mest, úti á Skipasmiðjuni í Havn. Framsýningin fevnir um 66 verk, oljumálningar og vatnlitamálningar. Í trimum førum er talan um stór verk, oljumálningar, sum eru settir saman. Stuttlig uppsløg við dyrnar í listahøllini á Mest, har Bárður tekur ímóti (Myndir: Birgir Kruse) Bárður tekur brosandi ímóti við borðið, sum ikki er nakað vanligt borð, men eitt lørift úr egnum ateliéri. Stuttligt at síggja eina framsýning, har slíkir smálutir sleppa at spæla við og skapa eina ekstra dimensjón. Høllin er ljós og rúmlig, og hevur nógvar ótroyttar møguleikar í somáta. Borðið, við skrá og prentum, er eitt lørift úr verkstaðnum hjá Bárði (Mynd: Birgir Kruse) Í eina førinum eru komposisjón og litir so lívgandi sprelskir, at tú kennir teg fluttan til Latínamerika, og tær rútmur og tann larm, sum ein sólskinsdag er millum fólk og

MEST sum Bárður

Bárður við ummæli í Politikken framman fyri sær. Tríggir málningar úr framsýningini, sum letur upp sunnudagin (Myndir: Birgir Kruse og úr innbjóðingini) Sunnudagin 23. januar 2011 klokkan 15:00 letur Bárður Jákupsson upp stóra framýning í ljósu og rúmligu listahøllini á skipasmiðjuni MEST í Havn. Talan er um oljumálningar og vatnlitamálningar. Í donsku avísini Politiken 25. august í fjør hevði listaummælarin Peter Michael Hornung ummæli av framsýning hjá Bárði, sum tá var í Værløse. Yvirskriftin  Den store udfoldelse er aldrig for sen sigur nógv, kennir tú Bárð. Hann leggur nógv fyri dagin og hevur aldri spart seg. Sanni listamaðurin er altíð ávegis, altíð í gongd. Soleiðis kenni eg Bárð. Niðanfyri havi eg loyvt mær taka nøkur kut úr danska ummælinum: Hvor mærkeligt det end kan lyde om en maler, der nærmer sig pensionsalderen, så er Bárdur Jákupsson på vej. Han maler, som om det at male umiddelbart og nærmest ustandselig er noget, han først for nylig har fået mulighed for a

Fýra ár seinni...

Fýra ár eru millum myndirnar, sum báðar eru tiknar í Sticky Fingers í London (Myndir: tænari og Gundur Mortensen) Á Kensington High Street í London eru fleiri áhugaverd støð at vitja, teirra millum bilasølan Bristol Cars og matstovan Sticky Fingers hjá Bill Wyman. Matstovuna vitjaðu vit fyri fýra árum síðani og myndin, sum tá varð tikin, endaði í skúlabókini Fjølmiðlar . Í farnu viku tók starvsfelagin Gundur eina mynda av sama persóni á sama staði, mest sum í sama vinkuli. Man tað bara vera brillurnar og matseðilin hjá harra Wyman, sum eru broytt í fýra ár?

Heimurin hjá Harper Collins

Kathryn Kelly, Keith Moore og Anne Mahon hjá Harper Collins (Mynd: Birgir Kruse) Í dag hittu vit teir tríggjar kortstjórarnar hjá Harper Collins, sum vit skulu samstarva við. Tey eru Kathryn Kelly, custom mapping manager, Keith Moore, kreativur tænastuleiðari, tá umræður evropa- og heimsatlas, og Anne Mahon, leiðandi ritstjóri, tá umræður atlas til skúlabrúks. Tey starvast á geografideildini hjá bókaforlagnum Harper Collins í Bishopsbridge, uttanfyri Glasgow, har fleiri bókadeildir eru, umframt goymsla og avskipingardeild. Kathryn er ættað úr Southampton, Keith úr Newcastle og Anne úr Larne í Norðurírlandi. Inngongdin til bókaforlagið Harper Collins (Mynd: Birgir Kruse) Kortstjórarnir hava fyrr hildið til hjá Collins inni í Glasgow býi og hjá Bartholomew í Edinburgh, har Keith býr. Nú er runnið saman millum forløgini, sum gera kort, ið verða teknaði og givin út hiðani í Bishopsbridge. Kendasta atlas er The Times Atlas of the World, sigur Keith Moore og tekur fram tey truplastu atla

Kort og tónar í Glasgow

Merchant City í Glasgow, italsk tunga til døgurða, gamla hotellið St. Enoch, Gundur og Dávur spæla trombon heima hjá Dáva, Dávur og tveir aðrir trombonleikarar í lýsing hjá fronsku verksmiðjuni, Antoine Courtious, ið ger hornini (Myndir: Birgir Kruse og reklama) Í dag komu vit, Gundur og eg, til Glasgow. Í morgin skulu vit hitta tey, sum gera kort á forlagnum Harper Collins, ið eru heimsins fremstu á hesum øki. The world's leading mapmakers, sum tey siga. Henda frídagin hittu vit Dáva Juul Magnussen, sum á fimta ári lesur tónleik á Royal Scottish Academy of Music and Drama. Hann greiddi okkum frá um býin og ymsu økini, millum annað italska býarpartin, har vit ótu døgurða á The Italian Café. Seinni gingu vit gjøgnum miðbýin og - voilà - kendi eg meg aftur við hotellið, vit búðu á í 1995. Tá var framsíðan meira prangandi. Í dag er húsið herberg fyri heimleys, nevnt St. Enoch Hotel. Vegg um vegg, í sama blokki, býr Dávur í snøggari íbúð við útsýni til Clyde ánna. Dávur, sum í

Teir fýra á Abbey Road

Regin, Rói, Gundur og Birgir á Abbey Road. Á mittastu myndini eru Albin og Heini eisini slopnir við. Niðast verða nøvnini skrivað á múrin við inngongdina: Gundur, Heini, Regin, Birgir, Rói og Albin. Og niðri á Baker Street er ein Beatles-handil, har japanarar selja kistch til aðrar japanarar (Myndir Heini Nygaard og Birgir Kruse) Alt síðani The Beatles góvust at spæla og seinasta plátan kom út, er Abbey Road vorðin ein valfartsstaður, sum er mest brúkti og avmyndaði gonguteigur. Vit gingu av hotellinum í Bayswater og heilt niðan í søguligu gøtuna í St John's Wood í ein knappan tíma. Einu løtuna slapp eg at vera Lennon, Gundur er Ringo, Rói er hin berføtti Paul og Regin er hin undrandi George. Síðani taka vit ryggsekkin og fara yvir til múrin framman fyri Abbey Road Studios at skriva okkara nøvn við einum søguligum Pluss Konto penni frá Føroya Sparikassa. Tá vit fara í bussin oman í býin, steðga vit í Baker Street og støkka inn á gólvið í einum Beatles memorabilia handili, sum

Bestu bretsku bloggarar?

Sætti flokkur í Heathfield skúlanum í Bolton: John, Binyameen, Raja, Maryam og Thomas. Aftast stendur Fern. Á niðaru myndini er tey saman við læraranum, David Mitchell (Myndir: Birgir Kruse) Í flest øllum bretsku skúlaflokkum verður gjørt nógv við at blogga. Heilt frá fyrsta skúlaári og uppeftir. Sætti flokkur úr Heathfield Primary School í Bolton møtti í dag í Olympia at greiða frá um teirra blogg. Greitt var, at næmingarnir høvdu styrkt munandi um teirra førleika í móðurmálinum. Við at blogga fingu tey hug at skriva og samskifta, so sum tey sjálvi vildu, hóast lærarin, David Mitchell, alla tíðina hevði eitt vakið eygað við øllum virkseminum, ið var stýrt við harðari hond. Eini næmingurin, 11 ára gamli Thomas, greiddi sannførandi frá um, at nú hevði hann funnið eitt annað rúm enn the detention room , eftirsitingarrúmið, har hann altíð sat. John greiddi frá, at nú hevði hann nakað annað enn bara fótbólt at tosa við pápan um. Og 10 ára gamli Raja hevði skrivað eina søgu í óendal

Words are all I have...

Valerie Thornber á lítla basinum, ið gróðursetir søgur. Niðast er orðið WordWall skrivað á veggin (Myndir: Birgir Kruse) Í sanginum Words hjá Bee Gees verður sungið um orð, og bara orð. Tí orð eru alt, eg eigi, sigur sangurin. Shakespeare er kanska eitt sindur meira firtin og ótolin, tá hann sipar til orð og aftur orð í Hamlet. Men orð eru í mangar mátar sjálvt støðið undir tí at halda skúla. Tað heldur Valerie Thornber, sum einsamøll stendur á tveimum fermetrum í ørandi meldrinum av potensierandi tøkni á loftinum í Olympia. Har kunnar hon um GrowStoryGrow, sum eru einfaldar samvirknar søgur á fleiri málum. Ein áminning at skriva á veggin millum allar teldurnar. Og soleiðis eitir ein fyritøka: WordWall.

At spæla og læra

Kanska verður ovasta heitið ein vegvísari fyri framtíðar skúlagongd og vit kunnu hóma eina endurburðartíð (Myndir: Birgir Kruse) At spæla og læra eru viðurskifti, ið ofta hanga saman. Tað sæst týðuliga á sjeyogtjúgindu BETT stevnuni í Hammersmith í hesum døgum. Við heitum sum Renaissance Learning og Creativity in the Classroom , leggja stórar fyritøkur upp til eitt livandi flokshøli í øllum skúlum. Millum fyritøkurnar, ið leggja mest fyri, teljast kend nøvn sum Adobe og Lego. Tey bjóða skúlum útgerð, sum vit higartil bara kenna frá Tivoli og øðrum spælihallum. Frá rasarabilum og kappsúkklum, til Legokubbar og iPhone. Kann vera, at framtíðar skúlastovan er litríkari og í tí dagliga er meiri kreativ, enn vit higartil hava sæð í flestu skúlum á allari klótuni.