Fýra ár eru millum myndirnar, sum báðar eru tiknar í Sticky Fingers í London (Myndir: tænari og Gundur Mortensen)
Á Kensington High Street í London eru fleiri áhugaverd støð at vitja, teirra millum bilasølan Bristol Cars og matstovan Sticky Fingers hjá Bill Wyman. Matstovuna vitjaðu vit fyri fýra árum síðani og myndin, sum tá varð tikin, endaði í skúlabókini Fjølmiðlar. Í farnu viku tók starvsfelagin Gundur eina mynda av sama persóni á sama staði, mest sum í sama vinkuli. Man tað bara vera brillurnar og matseðilin hjá harra Wyman, sum eru broytt í fýra ár?