Sætti flokkur í Heathfield skúlanum í Bolton: John, Binyameen, Raja, Maryam og Thomas. Aftast stendur Fern. Á niðaru myndini er tey saman við læraranum, David Mitchell (Myndir: Birgir Kruse)
Í flest øllum bretsku skúlaflokkum verður gjørt nógv við at blogga. Heilt frá fyrsta skúlaári og uppeftir. Sætti flokkur úr Heathfield Primary School í Bolton møtti í dag í Olympia at greiða frá um teirra blogg. Greitt var, at næmingarnir høvdu styrkt munandi um teirra førleika í móðurmálinum. Við at blogga fingu tey hug at skriva og samskifta, so sum tey sjálvi vildu, hóast lærarin, David Mitchell, alla tíðina hevði eitt vakið eygað við øllum virkseminum, ið var stýrt við harðari hond. Eini næmingurin, 11 ára gamli Thomas, greiddi sannførandi frá um, at nú hevði hann funnið eitt annað rúm enn the detention room, eftirsitingarrúmið, har hann altíð sat. John greiddi frá, at nú hevði hann nakað annað enn bara fótbólt at tosa við pápan um. Og 10 ára gamli Raja hevði skrivað eina søgu í óendaliga nógvum pørtum og møttu fólkini fagnaðu honum stórliga, sum var tað ein fótbóltsdystur við stjørnuspælarum. Bretsku næmingarnir vóru hugtiknir av øllum viðmerkingunum tey fingu, tá tey bloggaðu. Tey vóru skilliga styrkt í teirra fatan av egnum evnum at skriva og samskifta. Í loggbókina hevði lærarin skrivað: "Results were great but not as important as enthused, engrosed, excited and empowered pupils!" Fleiri fyritøkur, sum sýna fram á BETT, bjóða bretsku skúlunum einfaldan ritbúnað, goymslu og ráð til komandi bloggarar. Ein teirra er Stories from the Web.